Tí hevur René longt

René Shaki Joensen trívist væl í Vendsyssel. Tað er ein av fleiri orsøkum, at hann hevur longt sáttmálan

Í dag bleiv greitt, at 22 ára gamli føroyski landsliðsspælarin, René Shaki Joensen, hevur gjørt nýggjan hálvt annað ára sáttmála við Vendsyssel í næst bestu deildini í Danmark.

 

Les eisini:Rós til René

 

- Eg trívist væl í felagnum og venjarin hevur víst mær álit. Tað hjálpir eisini væl, at Hallur Hansson og Meinhard Olsen eisini eru í felagnum, sigur René S. Joensen í samrøðu við Sosialin.

 

René S. Joensen skifti í summar til Vendsyssel, upp á ein hálvt ára sáttmála. Málið er at koma í Superliguna og vinna seg fastan á liðið.

 

Les drúgva samrøðu við René Shaki Joensen í ÍtróttarSosialinum, sum kemur út komandi mánadag. Her greiðir René eisini frá einum málið, sum hann setti sær fyri skjott fýra árum síðani, hvussu tað er at spæla við Vendsyssel, og hvussu tað er at verða føroyskur fótbóltsspælari í Danmark.