Sosialurin klárt á odda her í síni ágangandi herferð. Havi altíð hildið tað vera barnsligt at hótta við ikki at halda eitt blað, tí tú viðhvørt ert ósamdur við tað, sum stendur í tí, men tað hava verið bløð [...] partapolitisku bløðunum, og teirra ævinligu kjaftasliti. Nú keypa flokkarnir sær blaðrúmd í bløðunum upp undir val. Í hinum Norðurlondunum var sambandið tá millum flokkarnar og bløðini fyri nógvum árum síðani [...] teimum, men tey stóru málini, ið uppi vóru í tíðini tóku teir partí fyri, t.d. ES (EEC, EF og EU, áhugaverdar navnabroytingar). Herfyri setti Gunnar Skúvadal í útvarpinum ljósið á tey bæði bløðini, ið eftir
Sosialurin klárt á odda her í síni ágangandi herferð. Havi altíð hildið tað vera barnsligt at hótta við ikki at halda eitt blað, tí tú viðhvørt ert ósamdur við tað, sum stendur í tí, men tað hava verið bløð [...] Í hinum Norðurlondunum var sambandið tá millum flokkarnar og bløðini fyri nógvum árum síðani vorðið søga. Partapolitikkurin hvarv úr teimum, men tey stóru málini, ið uppi vóru í tíðini tóku teir partí [...] fólk, ivast tey ikki í, at bløðini hava hvør sín klepp um hálsin ella liggja fyri hvør sínum akkeri. Javnaðarflokkurin eigur Tíðindablaðið Sosialin og sambandið er Dimmalætting í kjøti borið. Sjálvsagt
reiðar. Í Sálma 23, ørindi 4 stendur: Um eg skal ganga í deyðskuggans dali, óttist eg einki, tí tú ert við mær, keppur tín og stavur tín, teir ugga meg. í 6. ørindi stendur: ... og eg skal búgva í húsi Harrans [...] ævir ævir. Og í 4 ørindi í sálma 27: Eittans havi eg biðið Harran um, eina hetta stundi eg á: at eg má búgva í Harrans húsi alllar mínar lívsins dagar, fyri ástríki Harrans at skoða og grunda í templi hans [...] hans. Viðari verður sagt í 5. ørindi: Tí hann meg goymir í sínum høli á mínum vanlukkudegi, meg fjalir í skjóli í sínum tjaldi , tá ið neyðin gerst mær ov stór. Ein sálmur, ið hóskar Martini 1.Eg livi og
Stórur áhugi í Suðuroy Orsøkin, at hesir báðir sterku menninir vitja her, er, at leygarkvøldið verður skipað fyri einum stórum tiltaki í høllini í Trongisvági, sum vit eisini hava skrivað um í Sosialinum [...] báðum teimum í fleiri kappingargreinum, tá ið teir hava kappast uttanlands. Tá ið Regin á fyrsta sinni tók lut í kappingini um at gerast heimsins sterkasti maður á Mauritius í 1996, var Regin í innleiðandi [...] stuðulin við at leggja tiltakið í Suðuroy. Regin sigur eisini, at stórur áhugi er har suðuri fyri tiltakinum, og at forsølan av atgongumerkjum hevur gingið stak væl. Høllin í Trongisvági rúmar eini 800 áskoðarum
ynskir sær eina vælsmakkandi ódn í februar. Alt gongur sína vanligu gongd. 3 blunk, stilli í 10 sekund. Men hann fær ódn - tó ikki í februar - og hann fær ikki stilli í 10 sekund. Vitavørðurin verður nevniliga [...] Innihaldið er alheimsligt. Áskoðarin verður ikki fluttur inn í føroyska roykstovu í farnu øld. Men kanska er hetta bert ein mynd, ið kann flytast. Í roynd og veru, so er hetta tað lítla mótvegis tí stóra. Bygdin [...] Morgana vissar hann um, at eitt heim kann eisini vera eitt fongsul. Og í øllum hesum vina og kenninga meldrinum hava vit John, grundfestur í síni vitan og sínum vita. Hann vísir býardreinginum Melchior vitan
biograf í klubbanum. ? Vit hava oftari og oftari merkt at saknur hevur verið í einum biografi her suðuri, siga teir tríggir nevndarlimirnir í klubbanum. Hesin saknurin kom eisini til sjóndar í eini kanning [...] eisini - suðuroyingar. Arbeitt í eitt ár Tað er Tvøroyrar Klubbi, sum hevur tikið stig til at stovna nýggjan biograf í Suðuroynni og hann fer eisini at halda til í Klubbanum, í tí, sum verður nevnt Stóra- [...] tvørafólk hava havt fleiri orkestur í flestøllum tónleikasløgum. M.a varð nakað so sjáldsamt sum eitt kvinnuorkestur á Tvøroyri í fimtiárunum. Har hevur eisini verið undirvíst í dansi, eitt nú fólkadansi, men
snikka eina nýggja samgongu saman í samsvari við treytirnar í nýggju stýrisskipanarlógini, tað vil siga innan ásettu tíðarfreistina. Úrslitið var tann samgongan, sum situr í dag, hvørs arbeiði byggir á sa [...] púra greiður. ? Harafturat hevur gongdin í samfelagnum verið tann, at nógv fólk eru savna í høvuðsøkinum, og orsøkin er, at tey, aftaná at hava verið uttanlands í lestrarørindum, flyta aftur til lands, og [...] at fáa lív aftur í útjaðaran. Tó er okkurt, sum hendir. Granskingardepilin í Klaksvík er dømi um eitt tiltak á tí økinum, og endamálið við honum er millum annað at arbeiða við gransking í økismenning, sigur
hvussu tað verður í morgin. Trýst á Toda Tá Jákup og allir aðrir í superliguni vera lidnir seinnapartin í morgin, fara Todi og hinir í FCK á vøllin í Brøndby. Eingin ivi er um, at Todi verður í álopinum undir [...] og veddað um, hvussu endastøðan í juni mánaða verður. Um hetta sigur Jákup Mikkelsen: ? Tey flestu rokna við, at Todi og teir í FCK, sum í løtuni eru á triðja plássi, í juni fara at vinna DM, og tað verður [...] Í annaðkvøld klokkan 17.30 fer fyrsti landskappingardysturin í donsku superliguni í 1999 at rulla á sjónvarpsskíggjanum hjá donsku TV3 rásini. Fyrsta umfarið eftir vetrarsteðgin skal sambært skránni avgreiðast
hjá Finni Helmsdal, løgtingsmanni hjá Tjóðveldisflokkinum í Degi og Viku, hóskvøldið. Finnur Helmsdal varð spurdur sum formaður í Barnaverndini í Havn, um støðuna hjá børnum, og hvat foreldrini vóru noydd [...] sum Finnur Helmsdal er limur í, sum ikki vil gera tað sum neyðugt er, fyri at nøkta barnaansingartørvin. Í undanfarnu samgongu var ein roynd gjørd. Tá fekk landstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, k [...] bíligt. Tú ert ein partur av samgonguni, og um tú vildi, so kundi tú lagt trýst á tínar egnu samstarvsfelagar í landsstýrinum, fyri at fingið barnaansingartrupulleikarnar loystar, ikki bert í høvuðsstaðnum
eru tey somu í Føroyum sum í øðrum Norðurlondum. Høvundurin nemur eisini við javnstøðu, identitetsloysi, og hvussu støða mansins í familjuni og samfelagnum er. Og somuleiðis við niðurstøðuna í eini stórari [...] Mamma alt vald Ólavur í Beiti hevur í viðmerkingum og samrøðum í bløðum mangan lýst vónleysu støðuna hjá sær og øðrum pápum, ið ikki liva saman við mammuni at barninum, tey eiga í felag. Hann vónar, at [...] Í dag kemur bókin "Sangur einliga pápans" eftir Ólav í Beiti út. Eins og so nógvar aðrar bøkur eftir Ólav tekur eisini hendan støðið í persónligu støðu høvundsins. Høvundurin skrivar á kápuni, at tá ið