Poulina fegin vera við til at avlíva ta mýtuna: – Eg náddi bara at hugsa, »Hvat hendir her?« So var alt rumbul og ruðuleiki, og eg visti ikki, hvat vendi upp og niður. Tú fellur ikki í óvit, men missir skilið [...] slapp ikki við tyrluni, men koyrdi suður við einum frá tilbúgvingini á Skálafjørðinum. – Koyrirtúrurin av vanlukkustaðnum til Havnar, er eitt tað ringasta, eg havi verið úti fyri. Páll og eg fylgdust [...] jólamaður á vetrardegi. Eg hevði sæð, hvussu bussurin lá, og hvussu hann hevði skrætt eyr, steinar og flag oman við sær. Eg var fyrireikað uppá, at Súsanna var deyð – eg var ikki í iva um tað, minnist Poulina
og haraftrat eigur pening á bók. Spurningurin til borgarstjóran er tí, um tey merkja nakað til hetta í tí dagliga arbeiðinum við kommununi. Hann svarar ikki beinleiðis uppá spurningin, men sigur diplomatiskt: [...] Hetta svarar nøkulunda til eina álíkning. Í aðrar mátar er kommunan hampiliga væl fyri fíggjarliga, tí kommunan nærum ikki skyldar nøkrum nakað. Skattaprosentið í ár er sett til 20,1 og barnafrádrátturin [...] útbygging tey seinastu 2-3 árini. Her hevur kommunan á hvørjum ári sett pening av til hetta – í ár 35.000 til rakstur og 300.000 til íløgur. Eitt gamalt mál er at gera eitt renovasjónspláss í bygdini. Hugsað
ymiskt frá ári til ári. Karl Martin Samuelsen, 44 ára gamal - Eg hugsi ikki so nógv um útsølu; eg fari heldur út at keypa, tá eg havi brúk fyri onkrum nýggjum. - Eg eri júst liðugur at lesa til pedagog, og [...] 23 ára gomul - Jú, eg plagi altíð at fara ein túr, men sum oftast endi eg við at keypa okkurt, sum ikki er í útsølu. - Eg fari út fyri at finna onkrar skógvar ella klæðir, og plagi eg at nýta millum 400 [...] ganga á útsølu, men vil ikki siga, at útsølan er hæddarpunktið í mínum lívi. - Síðsta ár brúkti eg eini 1.500 krónur á útsøluni, men um eg fari at nýta eins nógv í ár, tað veit eg ikki enn. Armgarð Balsa,
um barnið/børnini? Tvey vanlig foreldur eru ikki bangin fyri at vera í sama rúmi, og tey eru ikki stúrin fyri foreldraførleikanum hjá hinum foreldrinum. Eitt ja til spurning 1, ella eitt nei til spurning [...] oyrum, og ikki einans í mannalagnum, at hava eina lóggávu sum ikki virkar. Tað er tí av al stórum týdningi, at tað ikki verður skrivað í eina komandi lóggávu, at børnini skulu hava rætt til tvey foreldur [...] utbúgving eri eg, umframt prestur, eisini semingsmaður, so eg veit at einhvør semja byrjar við, at orsøkin til konfliktina verður funnin. Roknast kann ikki við, sum mynduleikarnir hava lyndi til nú, at íkomna
aftur, tá børnini vera størri. Hon heldur at arbeiðið á fiskavirkinum er ikki heilt ólíkt arbeiðinum á eini skurðstovu. – Eg arbeiddi á ellisheimi í eina viku, men eg vildi aftur til fiskin. Eg saknaði høgu [...] eftir Oyndarfjarðarvegnum. – Eg mátti vera djørv, tá eg koyrdi heim, serliga um veturin, tí vindurin er ofta hvassur, og eg hevði akkurát lært at koyra tá, so tað var ikki lætt. Tá var nógvur fiskur á [...] merkja tað, tá vit taka í fiskin, og hyggja at honum. Fólk spyrja, hvussu eg veit, hvat fiskurin vigar, og tað geri eg, tí at eg havi arbeitt her í 13 ár. Í bandfrystaranum arbeiðir hon saman við øðrum
og til tess at fyribyrgja tí ráki, ið sæst í kanningini, at motivatiónin at læra minkar, eldri børnini vera. Til tess er neyðugt at fáa tey nývaldu skúlastýrini at virka væl. Alt hetta kemur ikki av sær [...] førleikin fingin. Møguliga var førleikin ikki fingin, tí at flokkurin ikki hevði arbeitt við tí undan landsroyndini – og tað kunnu vera so ómetaliga nógvar aðrar grundir til, at úrslitið var, sum tað var. Avgerandi [...] Avgerandi er, at hvør einstakur og eisini foreldrini geva sær stundir til at arbeiða við úrslitunum í stórum álvara. Eisini Mentamálaráðið og eg sjálv sum landsstýriskvinna í mentamálum hava fingið eitt álvarsmál
tað ikki til. Verður tú framvegis í politikki um 10 ár? Tað er ein trupul spurningur at svara, tí tað er ikki nakað, tú avgerð sjálvur. Sum støðan er í dag, havi eg góðan hug til tað, men tað er til eina [...] skuldi upp í politikk? Nei, ikki alla tíðina, men eg havi altíð verið áhugaður í politikki, og áhugin bara vaks, sum árini gingu, so eg hevði ikki meira enn fingið valrætt, tá eg byrjaði at blanda meg. So [...] rímiliga tíðliga, at eg havi hugsað um tað. Hvør er størsti trupulleikin í føroyskum politikki í dag? Tað er kanska tað generelt, at flokkarnir virka ikki sum flokkar, floksapparatini eru ikki nóg góð. Vit hava
Tað kemur ikki óvart á Onnu Dam, at talið av barnapornoleitingum er so høgt, og hon vónar, at fólk, sum hava illgruna um slíkt virksemi, boða frá, tí tað hava tey skyldu til. Ikki betur enn onnur Høga [...] yvirgang móti børnum, og eg trúgvi ikki, at vit í Føroyum lutfalsliga eru hampuligari enn íslendingar, sigur Anna Dam, sum heldur ein trupulleika verða, at vit føroyingar ikki eru nóg góð at fanga slíkan [...] virka fyribyrgjandi á økinum. Umráðandi at halda eyga við børnini Anna Dam sigur, at tað er av stórum týdningi, at foreldur halda eyga við børnini hjá sær, og hvat tey gera á internetinun, tí tað er ógvuliga
var baksiðan altið tóm. Mangan havi eg møtt ymsum menniskjum sum spyrja hvar eru øll hesu fátøku? Tey eiga ikki til dagin tí at tey sita í einum dýrum húsið og duga ikki at brúka pengarnar rætt, hetta er [...] av tí at tey ikki kunnu luttaka eins og onnur børn í eitt nú frítiðar ítrivum. Eg óttist við háttinum samgongan hevur ført sín politikk, tí ja hon hevur givið milliónir eftir milliónir út til tey sum hava [...] frá 35 til 40 % og hevur útlutað okkara ríkidømi uppá 100 tals milliónir til nakrar útvaldar aktørar ÓKEYPIS! Alt hetta ímeðan vit hava familjur sum veruliga hava tørv á hjálp hóast tær knokla til lívsins
størri. Hvussu stór vil hann ikki siga. ? Tað eru konan, børnini og eg sjálvur sum eiga partapeningin, sigur Vilhelm Johannesen, og heldur fram: ? Eg haldi, at tað er orsøkin til at tað hevur gingið so væl [...] greiðir frá: ? Tað var so løgið skal eg siga tær. Tá eg fór í summarfrí var nóg mikið at gera, men tá eg kom aftur, var so steindeytt. Fyri at halda uppá fólki, gjørdu teir ikki mætari, enn at teir bygdu uppí [...] fyri at teir eru afturkomnir. ? Eg eri so sera fegin fyri teir menninar vit hava her á virkinum, at eg hevði verið keddur óansæð hvønn eg misti. Og tað sær eisini út til at teir trívast væl. Í løtuni eru