Vit hava eitt Løgting av berum einstaklingum

Løgreglumaðurin av Økrum gjørdi eina skjóta karrieru í politikki, og hevur verið innlendismálaráðharri, fiskimálaráðharri og uttanríkisráðharri. Tað er ikki frítt fyri, at hann kappast um at hava besta veðrin, og sjálvt um fiskur er góður matur, er ræst kjøt best. Og so dámar honum best fótbólt og kappróður.

Lá tað alla tíðina í kortunum, at tú skuldi upp í politikk?
Nei, ikki alla tíðina, men eg havi altíð verið áhugaður í politikki, og áhugin bara vaks, sum árini gingu, so eg hevði ikki meira enn fingið valrætt, tá eg byrjaði at blanda meg. So tað er rímiliga tíðliga, at eg havi hugsað um tað.

Hvør er størsti trupulleikin í føroyskum politikki í dag?
Tað er kanska tað generelt, at flokkarnir virka ikki sum flokkar, floksapparatini eru ikki nóg góð. Vit hava kanska eitt Ting av berum einstaklingum heldur enn av flokkum.

Hvat er títt størsta avrik í politikki higartil?
Tað er trupult at siga. Nú havi eg júst verið í gongd við eitt áhugavert mál, har vit hava kravt størri tjóðarrættindi til Føroya, rættindi, sum vit eiga. So makrelmálið er eitt av størstu avrikunum í seinastuni.

Tú eigur fitt av seyði, er tað eitt ítriv, tú gongur høgt upp í?
Ja, tað ítrivið gangi eg ógvuliga høgt upp í. Tað fer avstað við meginpartinum av frítíðini, og tað er deiligt at koma til kríatúr úti í náttúruni, tá tú hevur verið í pulveriserandi politiska lívinum alla vikuna.

Leggur tú doyin á at hava størsta veðrin?
Tað skal eg ikki siga meg púra frían fyri. Fyrr ráddi tað um at hava tyngsta veðrin, meðan tað í dag meiri ræður um at hava vakrasta veðrin. Nú verður hugt meira at bulinum og ullini, so tað er farið eitt sindur tan vegin.

Hevur tú onnur frítíðarítriv?
Nei, tað er seyðurin, sum fer við allari frítíðini. Annars dámar mær væl at vera saman við familjuni í Økrum.

Tú hevur umsitið fiskivinnumál, men hvønn mat dámar tær betri, fisk ella seyðaúrdráttir?
Tað er ógvuliga trupult at siga, tí í øllum uppvøkstrinum ótu vit nógvan fisk, og tað dámar mær ógvuliga væl. Men mær dámar eisini sera væl alt, sum kemur av seyði, serliga skerpikjøt og ræst kjøt, so eg halli kanska tann vegin.

Hvønn tónleik dámar tær best?
Mær dámar væl allan góðan tónleik, so tað er ilt at siga, er helst ein blanding av nógvum ymiskum. Eg lurti stundum eftir tí nýggja, sum børnini hjá mær lurta eftir, stundum lurti eg eftir góðum country tónleiki, so tað er ein blandingum av ymiskum.

Hvørjum ítrótti hyggur tú eftir?
Eg hyggi nokk so nógv eftir fótbólti. Eisini tá tað kemur til ítrótt í sjónvarpinum er tað mest fótbóltur, eg hyggi eftir. Annars dámar mær væl um sumrarnar at hyggja eftir kappróðri, tað hevur mín stóra áhuga eisini.

Ger tú nógv við at halda teg í form?
Nei, alt ov lítið. Men tá mann hevur eitt frítíðarítriv, sum hevur við seyð at gera, so fær mann nakað av kropsligari rørslu av tí. Annað enn tað verður tað ikki til.

Verður tú framvegis í politikki um 10 ár?
Tað er ein trupul spurningur at svara, tí tað er ikki nakað, tú avgerð sjálvur. Sum støðan er í dag, havi eg góðan hug til tað, men tað er til eina og hvørja tíð veljarin, sum avgerð tað. Er lív og heilsa, og metir veljarin meg virðiligan til tað, er væl møguligt, at eg framvegis verið í politikki um 10 ár.