Sea Shepherd góðtekur ikki, at tveir av limunum í felagsskapinum, vórðu handtiknir í Kalsoyarfirði í gjár. Tað vórðu rópt grindaboð í Kalsoyarfirði, men grindin slapp. Tó vórðu tveir limir í Sea Shepherd [...] at tey ikki aktaðu boðini um at halda seg burtur. Men seinnapartin í gjár var eitt umboð fyri Sea Shepherd á politistøðini í Havn og mótmælti handtøkuni og skuldsetingini. Tey føra fram, at handtøkan var [...] Grindin varð ikki fráboðað, og sostatt var talan ikki um grindarakstur í lógarinnar týdningi, hevur Sea Shepherd ført fram. Tey vísa á, at tey hava ikki fingið fráboðan um nakra grind og tí eru tey handtikin
Sea Shepherd skriva á teirra Facebooksíðu í dag, at løgreglan hevur handtikið tveir av teirra limum, Susan Larsen og Tom Strerath, og at tey verða førd fyri rættin hósmorgunin, ákærd fyri brot á §9 í [...] legði løgreglan hald á ein bát hjá felagsskapinum. Hesa avgerðina hevur leiðarin fyri átakið hjá Sea Shepherd á landi, Rosie Kunneke, kært, skrivar felagsskapurin á Facebook síðuni. - Løgreglan hevur lagt
ið løgtingið samtykti í summar, skal nú standa sína roynd. Jógvan Páll Lassen, ið er verji hjá Sea Shepherd í Føroyum, upplýsir fyri in.fo, at tey bæði handtiknu verða ákærd fyri brot á §9 í grindalógini
Fyrr í morgun varð boðað frá grind í Kalsoyarfirði. Bátar fóru út til grindina, men eisini Sea Shepherd, ið lógu uttanfyri Gøtu í nátt, vóru skjótir á staðnum. Løgreglan legði hald á ein av teirra bátum
Sea Shepherd hevur fyri løtu síðani sent út eitt tíðindaskriv á enskum, har felagsskapurin greiður frá hvussu tey upplivdu raksturin í morgun og handtøkuni av tveimum av teirra limum, Susan Larsen, USA [...] og handtók tveir av teirra limum, meðan danska verjan lat standa til. Í tíðindaskrivinum fýlist Sea Shepherd á manglandi upplýsingar frá føroysku myndugleikunum. Felagsskapurin hevur tó fingið upplýst, at
tveir persónar hjá Sea Shepherd, ið eru førdir til Klaksvíkar, men vit vita ikki fyri hvat. Eg havi ringt, men ongin kann siga mær, hví teir eru tiknir. Tað var talsmaðurin hjá Sea Shepherd í Føroyum, Rosie [...] Á síni facebook vangamynd skrivar leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, at løgreglan í morgun hevur handtikið tvey fólk hjá felagsskapinum. Vit hava roynt at fingið hesi tíðindini váttaði frá løgregluni [...] løgregluni í morgun, men hevur tað ikki eydnast. Jógvan Páll Lassen, ið er verji hjá Sea Shepherd í Føroyum, sigur at hann eisini hevur roynt at fingið meira at vita um málið, men at løgreglan heldur ikki vil
fólk vóru handtikin. Sýslumaðurin kann ikki vátta tíðindini, men upplýsir, at eina skipið hjá Sea Shepherd, Sam Simon, er í Kalsoyarfirði. Hitt skipið hjá felagsskapinum, Brigitte Bardot, liggur í løtuni
Sea Shepherd skipið Sam Simon hevur verið í nánd av grindini í Kalsoyarfirði í morgun. Eisini hevur skipið tveir skjóttgangandi bátar, sum vóru settir út. Annar hevur bátum er nú tikin av donsku sjóverjuni [...] skipum. Tvey fólk, sum vóru umborð á skjóttgangandi bátinum, eru handtikin av løgregluni. Sambært Sea Shepherd er talan um eina kvinnu úr USA og ein mann úr Týsklandi. Tríkiljan Brigitte Bardot, sum var stødd
Leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, skrivar á Facebook í morgun, at eina skipið hjá felagsskapinum, Sam Simon, umframt tveir skjóttgangandi bátar eru hjá grindini í Kalsoyarfirði. Paul Watson skrivar
Ein lítil grind á sædd uttanfyri Syðradal á Kalsoynni í morgun. Sea Shepherd skipið Sam Simon liggur í økinum. Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at boðað hevur verið frá eini grind uttanfyri [...] Ætlanin er at royna at reka hana til Klaksvíkar. Sambært heimasíðuni marinetraffic.com, so er Sea Shepherd skipið Sam Simon í økinum, og liggur í løtuni millum Kalsoynna og Kunoynna.