Leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, skrivar á Facebook í morgun, at eina skipið hjá felagsskapinum, Sam Simon, umframt tveir skjóttgangandi bátar eru hjá grindini í Kalsoyarfirði.
Paul Watson skrivar, at grindin er 30-35 hval, hóast føroyskir myndugleikarnir meta, at grindin er heilt lítil.
- Grindin er okkurt um 30-35 hval. Hon er á veg norðureftir, har 12 føroyskir bátar liggja fyri. Aftanfyri grindina er Sam Simon og tveir bátar hjá Sam Simon. Danska verjuskipið Triton eltir Sam Simon. Hetta er ein hættislig støða hjá grindini. Brigitte Bardot er ov langt sunnanfyri.
Sam Simon hevur í nátt ligið uttanfyri Syðrugøtu, so skipið hevur havt stuttan veg til grindina. Eitt annað skip hjá donsku verjuni, Knud Rasmussen, ið hevur ligið í Nólsoyarfirði, setti fyri góðum tíma síðani kósina norð eftir.
Sýslumaðurin í Norðoyggjum, Karl Johansen, segði annars við útvarpið fyri løtu síðani, at grindin kavar illani, og at tað tykist, at teir hava mist hana.










