Sea Shepherd hevur fyri løtu síðani sent út eitt tíðindaskriv á enskum, har felagsskapurin greiður frá hvussu tey upplivdu raksturin í morgun og handtøkuni av tveimum av teirra limum, Susan Larsen, USA, og Tom Strerath, Týskland, ið bæði vóru umborð skjóttgangandi bátinum Farley.
Felagsskapurin skrivar, at Sam Simon og Farley valdu at kanna málið nærri, tá tey løgdu merki til, at fleiri bátar fóru úr Klaksvík í morgun við kós norðureftir.
Tá bátarnir so steðgaðu eina løtu seinni, kom ein einsamallur bátur yvir móti Sam Simon, og kastaði ein enda um skrúvuna á skipinum.
Felagsskapurin vil vera við, at meðan hetta hendi, legði løgreglan hald á ein bát og handtók tveir av teirra limum, meðan danska verjan lat standa til.
Í tíðindaskrivinum fýlist Sea Shepherd á manglandi upplýsingar frá føroysku myndugleikunum. Felagsskapurin hevur tó fingið upplýst, at manningin varð handtikin, tí teir vóru inni í einum grindaøki.