Sea Shepherd skipið Sam Simon hevur verið í nánd av grindini í Kalsoyarfirði í morgun. Eisini hevur skipið tveir skjóttgangandi bátar, sum vóru settir út.
Annar hevur bátum er nú tikin av donsku sjóverjuni, sum er á staðnum við tveimum skipum.
Tvey fólk, sum vóru umborð á skjóttgangandi bátinum, eru handtikin av løgregluni. Sambært Sea Shepherd er talan um eina kvinnu úr USA og ein mann úr Týsklandi.
Tríkiljan Brigitte Bardot, sum var stødd sunnanfyri, var fyri løtu síðani sædd uttan fyri Tjørnuvík.