Lítil grind funnin í Norðoyggjum

Ein lítil grind á sædd uttanfyri Syðradal á Kalsoynni í morgun. Sea Shepherd skipið Sam Simon liggur í økinum.

Ein lítil grind á sædd uttanfyri Syðradal á Kalsoynni í morgun. Sea Shepherd skipið Sam Simon liggur í økinum.


Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at boðað hevur verið frá eini grind uttanfyri Syðradal og Húsar í morgun. Mett verður at grindin er heilt lítil, og hevur løgreglan einans eygleitt einar tríggjar til fýra hval.


Upplýst verður eisini, at bátar eru komnir til grindina, men at hon kavar illani. Ætlanin er at royna at reka hana til Klaksvíkar.


Sambært heimasíðuni marinetraffic.com, so er Sea Shepherd skipið Sam Simon í økinum, og liggur í løtuni millum Kalsoynna og Kunoynna.