gott! Vit skulu til at seta vanliga fólki í hesum samfelag í fokus aftur ístaðin fyri nøkur fá politiskt útvald soleiðis at vit veruliga kunnu siga at vit øll hava tað gott og at okkara familjur eru í tryggum [...] ímeðan vit hava familjur sum veruliga hava tørv á hjálp hóast tær knokla til lívsins breyð, Sjúkrahúsini vera niðurpínd og skulu spara 15 milliónir í næsta ár hóast vit eiga at hava nokk til at vit øll kunnu [...] tryggum hendum hóast man kann koma í ymsar truplar støður tí tá vita vit at vit hava eitt gott vælferðarsamfelag sum vit øll bera í felag!
fíggjar-tíðarrit høvdu nei'ligar greinar um Vágatunnilin. Vit eru ikki óroynd, vit kenna leistin, sum hesir tunlar eru gjørdir eftir. Eysturoyingar og fleiri við teimum vilja fegin hava betur samband til meginøkið [...] meginøkið, har besta loysnin er ein tunnil: Hetta ynski er nú nakað gamalt eftir hondini. So vítt eg skilji eru útrokningar, ið vísa á samfelagsligt gagn við at stytta farleiðina, so hví bíða við at heysta [...] tunnilsloysnini, so sum landið liggur. Í løtuni er støðan fyri mong tann, at antin taka vit við tíð, sum fyriliggur, ella fáa vit onga loysn í nærmastu framtíð. Spell tó, at CIP hevur givið munnkurv og sett fleiri
Johan Dahl um støddina á tí tilfeingi, sum er í føroyskum sjógvi. Vit í Framsókn eru eisini samd um, at møguleikarnir fyri virðisøking eru øgiliga stórir, og tað er púra sjálvsagt, at vinnan rindar eitt [...] rætt hjá landinum at taka sær inntøkur, sum eru óvissar ár undan ár. Til hetta er at siga, at hetta er ikki verri fyri landið enn fyri vinnuna, treytað av, at vit samstundis hava politikkarar, sum ikki brúka [...] inntøkurnar til kodda, men tora at nýskipa og rationalisera almenna raksturin. Í Framsókn vænta vit, at vit hava atgongd til stór uppsjóvarvirði í fleiri ár frameftir, men skuldi talan verið um óvæntaðar
at kanna tey. Soleiðis læra vit tey gomlu betri at kenna, hvørja fer vit vitja suður; eisini alt eftir, hvar vit sjálvi eru stødd í lívinum. Og vit kunnu velja, um sporini eru spøkilsi frá fyrrítíðini, ella [...] So vóru vit aftur á Tvøroyri. Í deiligu húsunum hjá Dam, mitt í býnum. Hetta hjartað, sum vit systkinabørn og pápasystkini savnast í um høgtíðirnar, í ferium ella tá vit trongja til at kobla av í nakrar [...] skáp og ovastaloft eru á tremur av sporum: knappablikkið hjá ommu, gulnaðu myndirnar av ommu í klokkuhatti ella langabba og Stauning, sum sýna ein ísvirkisbát. Har eru eisini hópin av bløðum og brøvum hjá
brúkaran, tað vil siga, børn og foreldur. ? Vit eru boðin við í ár og hava gjørt av at taka við innbjóðingini, hóast vit hava so avmarkaða orku. Við luttøkuni hugsa vit serliga um føroysk børn og foreldur í [...] Norðurlondum júst nú. ? At taka lut gevur íblástur. Vit síggja, hvat rørir seg aðra staðni og vit hitta eina rúgvu av forlagsfólki. Tað í sjálvum sær er gevandi, sigur Niels Jákup Thomsen. Tað eru kortini ikki [...] Eisini fara vit at nýta høvi at kunna um Barnabókaklubban, sigur Niels Jákup Thomsen. Barnabókaklubbin hevur nógvar limir í Danmark, serliga í høvuðsstaðarøkinum. ? Tilgongd er alla tíðina, men vit kundu hugsað
Føroyar vunnu á Eysturríki og politikkur vinnur á løgfrøðini. Men í summum førum eru danir størri. À Tinghelluni viðgera vit politikk, løgfrøði og ríkisfelagsskap við støði í bók, sum Norðuratlantsbólkurin [...] ion - The Faroe Islands and Greenland". Vit hyggja í Tinghelluni á hesum sinni nærri at bardaganum millum jura og politikk - millum eygleiðing og veruleika. Vit hava loddað dýpið hjá hjá føroyskum flo [...] floksformonnum - í teimum fýra stóru flokkunum. Teir siga í stóran mun tað, vit hava hoyrt. Teir tosa eitt sindur í hvørja ætt, men eru so rørandi samdir um, at politikkurin er mætari enn jurain. Og so kunnu
okkara limir eru tað inntøkutrygdin og sjómannafrádrátturin, sum hava týdning. Løgmaður hevur sagt, at hetta eru stukturellir skeivleikar, sum forða fyri einari lønsamari vinnu. Eisini eru uppskot frammi [...] skattaskipan fyri sjófólk og fiskimenn. Vit hava ikki frætt um, at hesar skulu avtakast ella lækkast. Heldur hoyra vit um, at neyðugt er at økja um áhugan fyri sjóvinnu, eitt nú við serligum skattaskipanum. Ein [...] Vinnupolitikkur Nú orðaskifti hevur tikið seg uppaftur, hvørt tað er rætt at stuðla okkara fiskivinnu ella ikki, hava feløgini, sum geva út blaðið Mið & Magn, tikið henda spurning upp. Tað eru feløgini hjá
Nú Gekkurin í morgin er á ein heil millión krónur, eru alsamt fleiri spurningar, ið stinga seg upp. Ber til at vera dulnevndur? Fær mann hjálp at handfara nógva peningin? Verður Gekkurin nakrantíð vunnin [...] vunnin? Og helst eru eisini nógv fleiri spurningar enn hesir. Sosialurin hevur nú í nakrar vikur roynt at svara spurningunum, ið stinga seg upp kring Gekkin hjá Kringvarpinum. Hesaferð er onki undantak, og [...] og hava vit sett Jens A. Simonsen hesar nýggjastu spurningarnar, nú Gekkurin er vorðin so stórur, at tann næsti føroyski millióningurin verður funnin í Gekkinum. Kringvarpið má vita hvør vinnur Spurdur
saman. Men sum viðurskiftini eru nú, so heldur Bjarni tað er í lagi. Latið fiskidagaskipan fáa frið Hvørji góð ráð hevur Bjarni so at geva okkara politikarum, nú vit so smátt eru farin inn í eitt valár! -Lata [...] fleiri skip. Eru tey nevnd eru tey kend: Smaragd, Safir, Jaspis, Ametyst, Topas, Sardis, Fiskaklettur og Varðin. Nógv er broytt øll hesi árini, og í dag er Bjarni reiðari á Varðanum og nú nýggja Fiskakletti [...] landleiðini. Nú eru bert nøkur heilt fá eftir. So tað hevur verið sunt og skilagott, at menn hava bygt nýggj skip. Man kundi sjálvandi ynskt, at skipini vórðu bíligari. Men eg vil siga, at vit sum heild hava
trygdarnetið framvegis ov lítið. Tað eru framvegis ov nógv, sum detta niðurímillum. Vit samtyktu í dag hjálparpakka 2, tí tað er eingin ivi um, at hesi átøkini eru góð. Men bæði áðrenn og undir viðgerðini [...] Føroyska vinnulívið hevur tørv á, at vit eins og í grannalondum okkara taka stór tøk, so støðan rakar okkum sum minst. Hetta var boðskapur okkara, tá vit fyri hálvari aðru viku síðani vístu á, at neyðugt [...] framvegis boðskapurin, nú hjálparpakki 2 er samtyktur í løgtinginum. Hóast landsstýrið í fyrstu atløgu ikki var serliga sinnað til at koma við einum hjálparpakka afturat, so fegnast vit í Javnaðarflokkinum