Næsta vikuskiftið tekur Bókadeild Føroya Lærarafelags lut á stórari norðurlendskari barnabókastevnu í Keypmannahavn. Stevnan vendir sær til brúkaran, tað vil siga, børn og foreldur.
? Vit eru boðin við í ár og hava gjørt av at taka við innbjóðingini, hóast vit hava so avmarkaða orku. Við luttøkuni hugsa vit serliga um føroysk børn og foreldur í Danmark, sum á bókastevnuni fáa høvi at síggja nýggjastu føroysku bøkurnar til børn og ung. Eisini fara vit at nýta høvi at kunna um Barnabókaklubban, sigur Niels Jákup Thomsen.
Barnabókaklubbin hevur nógvar limir í Danmark, serliga í høvuðsstaðarøkinum.
? Tilgongd er alla tíðina, men vit kundu hugsað okkum at fingið enn fleiri. Tá ið vit hava tikið lut á Bókastevnu í Forum, hava vit fingið fitt av limum. Eg vil avgjørt heita á barnafamiljur um at vitja hesa stevnuna, tí umframt serlig bókastevnutilboð, er eitt hav av spennandi tilboðum.
Íblástur
Umframt beinleiðis sambandið við føroyingar í Danmark, er eitt endamál við luttøkuni eisini at fáa innlit í, hvat er frammi á barnabókaøkinum í Norðurlondum júst nú.
? At taka lut gevur íblástur. Vit síggja, hvat rørir seg aðra staðni og vit hitta eina rúgvu av forlagsfólki. Tað í sjálvum sær er gevandi, sigur Niels Jákup Thomsen.
Tað eru kortini ikki tey kendastu forløgini, sum taka lut á eini slíkari stevnu.
? Tað kemst uttan iva av avmarkaðari orku. Á hesi stevnuni verður dentur lagdur á tað norðurlendska, men tað vísir seg, at er til dømis bókastevna í Svøríki eru tað serliga svensk forløg, ið taka lut.
Væl eydnað
Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri Norðurlendskari barnabókastevnu í Danmark. Stevnan í fjør var ógvuliga væl eydnað, 10.000 fólk nýttu høvið at vitja stevnuna, og hon varð nógv umrødd í fjølmiðlunum. Nógv foreldur og børn vitjaðu, og nógv tóku lut í ymsu tiltøkunum, ið verða fyriskipað allan dagin.
Í ár er eisini nógv ymiskt á skránni. Fólk kunnu fara til upplestur, sjónleik, film, tónleik, og fyrilestrar verða fyriskipaðir fyri forleggjarum, høvundum, bókavørðum og øðrum áhugaðum bókafólkum. Upplestur verður eisini serliga fyri børnum eins og tey eisini kunnu taka lut í verkstøðum og spæli. Kendir barnabókahøvundar úr øllum Norðurlondum eru bodnir við at lesa upp, og í forhøllini vísa barnabókateknarar verk fram. Stevnan í ár ger serliga burtur úr svenskum teknarum, og framsýningin letur til at verða ein litføgur uppliving í sjálvum sær.
Barnabókastevnan verður í Øksnehallen í Keypmannahavn í døgunum 2. til 4. februar. Øksnehallen liggur bert fáar minuttir til gongu frá Københavns Hovedbanegård við beinleiðis sambandi til flogvøllin í Keypmannahavn. Opið er hvønn dag frá klokkan 10.00 til 18.00.