Dávid vann á Goliat, Føroyar vunnu á Eysturríki og politikkur vinnur á løgfrøðini. Men í summum førum eru danir størri.
À Tinghelluni viðgera vit politikk, løgfrøði og ríkisfelagsskap við støði í bók, sum Norðuratlantsbólkurin hevur fíggjað.
Sum við flestum bókum hjá so klókum monnum er heitið langt; "The Right to National Self-Determination - The Faroe Islands and Greenland". Vit hyggja í Tinghelluni á hesum sinni nærri at bardaganum millum jura og politikk - millum eygleiðing og veruleika.
Vit hava loddað dýpið hjá hjá føroyskum floksformonnum - í teimum fýra stóru flokkunum.
Teir siga í stóran mun tað, vit hava hoyrt. Teir tosa eitt sindur í hvørja ætt, men eru so rørandi samdir um, at politikkurin er mætari enn jurain. Og so kunnu danir vera forbannað undarligir viðhvørt.
Av teimum fýra floksformonn-unum hevði bert Høgni Hoydal lisið bókina. Formaður Tjóð-veldisfloksins er sjálvur ein av teimum trimum limunum í Norðuratlantsbólkinum.
- Tilfarið í bókini er sera áhugavert. Tað er spennandi at síggja, hvussu løgfrøðin verður løgd upp ímóti politikkinum, sigur Høgni Hoydal.
Hann er á einum máli um við hinar floksformenninar, at føroyska støðutakanin er á føroyskum hondum.
- Tann politiski viljin er altíð tað mest avgerandi. Alt annað má innrættað seg hareftir, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
- Danska stjórnin hevur í fullveldismálinum staðfest, at føroyingar fáa tað, ið teir vilja hava - eisini fullveldi. Har er støðan tann, at føroyingar vilja ikki hava fullveldi, sigur Anfinn Kallsberg, formaður fyri Fólkaflokkin.
- Tað er altíð ein spurningur um politikk í síðsta enda, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður fyri Sambandsflokkin.
Stjórnarskipan
Verandi sjálvstýrisleistur - um mann vil kalla tað so - fer við verandi samgongu at byggja á eina stjórnarskipan.
Anfinn Kallsberg hevur staðið á odda fyri einari fullveldistil-gongd, og hann er nú partur av verandi samgongu. Hann sigur, at Stjórnarskipanin er júst tað sama konseptið, sum undanfarna samgonga setti út í kortið; við møguleika at yvirtaka øll málsøki og síðani taka støðu til endaligt fullveldi á einari fólkaatkvøðu. Nú fer væntandi at ganga nógv seinni við yvirtøkunum, heldur Anfinn Kallsberg. Men hví kundi semja ikki finnast millum allar flokkur, tá Anfinn Kallsberg var løgmaður?
- Tað er øgiliga stórur munur á at sita við ábyrgd í samgongu og so at sita í andstøðu. Tá vildi Tjóðveldið meira, men vildi kortini vera við, og Sambands- og Javnaðarflokkurin vóru uttanfyri. Nú eru øll samd um konseptið, sigur Anfinn Kallsberg.
Bæði Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal vísa greitt aftur, at smíða var ikki, meðan jarnið var heitt ella taktikkurin var skeivur, ið tað verður róð framundir í The Right to National Self-Deter-mination - The Faroe Islands and Greenland", tá teir sum løgmaður og varaløgmaður samráddust um fullveldi við danir.
Norðurlandaráðið
Sum tað eisini verður umrøtt í analysuni á helluni, har orðini hjá danska uttanríkisráðharran-um, Per Stig Møller, verða gjørd til skammar, so skuldi einki verður til hindurs fyri einum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Føroya løgting hevur eisini staðfest eitt føroyskt ynski um at gerast limur.
Men hvørki núverandi formaðurin fyri landsstýrið ella undangongumaður hansara vilja greitt siga, um teir kunnu taka undir við Per Stig Møller ella ikki.
- Um okkum dámar tað ella ikki, so eru uttanríkis mál danskt málsøki, og vit mugu fyrihalda okkum til, at danir áseta treytirnar, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Eg havi ikki forstand upp á jura, men Føroya løgting hevur samtykt at lata danir umsita uttanríkismál, sigur Anfinn Kallsberg.
Kann brúkast?
Eitt er, hvat úrmælingarnir hjá Norðuratlantsbólkinum hava fingið burturúr at skriva bókina, men eitt annað er, hvønn týdning hendan bókin og evnini í bókini fáa fyri kjakið og mest avgerandi: Hvør týdningurin verður í mun til tann førda politikkin.
Kaj Leo Johannesen svarar:
- Tað fær ongan týdning. Hetta kann ikki brúkast til nakað í dag. Fullveldisrákið hevur havt sína stórheitstíð. Politikkurin í dag snýr seg um gerandisdagin hjá fólki, og ikki sum í tíðini hjá fullveldissamgonguni, har alt gjørdlist til jura og hugtøk, og harvið fekst ov lítið burturúr bestu uppgangstíð nakrantíð í Føroyum.
Kanska ikki stórvegis óvæntað heldur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hinvegin, at bókin hevur stóran týdning.
- Vit fáa við bókini eina lýsing yvir støðuna millum Føroyar og Danmark. Hendan bókin er eitt stig fyri at greiða støðuna millum Føroyar og Danmark, sigur Høgni Hoydal.
Men formaðurin í Sambandsflokkurin fer ikki at missa svøvnin av, at tey søguligi viðurskiftini nú koma upp at venda.
- Fyri okkum er tað fullkomiliga líkamikið, hvat serfrøðingar siga er møguligt ella ikki um at fara út úr ríkisfelagsskapinum. Vit vilja varðveita ríkisfelagsskapin, sigur Kaj Leo Johannesen.