Hvar er skilvísi í politisku skipanini

Vit kenna sólskinssøgurnar við Vága- og Norðoya tunnlunum, sjálvt um Vágatunnilin í byrjanini møttu mótstøðu og undirskriftir vórðu savnaðar at mótmæla ætlanini.

Enntá Danskir politikarar og fíggjar-tíðarrit høvdu nei'ligar greinar um Vágatunnilin.

Vit eru ikki óroynd, vit kenna leistin, sum hesir tunlar eru gjørdir eftir.

 

Eysturoyingar og fleiri við teimum vilja fegin hava betur samband til meginøkið, har besta loysnin er ein tunnil: Hetta ynski er nú nakað gamalt eftir hondini.

So vítt eg skilji eru útrokningar, ið vísa á samfelagsligt gagn við at stytta farleiðina, so hví bíða við at heysta henda fyrimun ?

 

Løgtingið hevur samtykt ein privatan leist, har upprunaliga privata felagið ikki rakk á mál. Landsstýrismaðurin hevur hinvegin eina loysn í hondini, og skjótari enn nakar hevði roknað við.

Hetta er í verandi løtu einasta ítøkiliga útlit fyri ynsktu tunnilsloysnini, so sum landið liggur.

Í løtuni er støðan fyri mong tann, at antin taka vit við tíð, sum fyriliggur, ella fáa vit onga loysn í nærmastu framtíð.

 

Spell tó, at CIP hevur givið munnkurv og sett fleiri krøv til Innlendismálráðið enn skilagott er, og spell at hesar spælireglur eru góðtiknar so smalar.

Sjálvur eri eg órógvaður av fyriliggjandi mannagongd, manglandi gjøgnumskygni, og væntandi skilvísi í politisku skipanini.

HVAR ER SKILAGÓÐA SAMSTARVIÐ Í LØGTINGINIUM ?

 

Flestu tingfólk í øllum flokkum siga seg verða fyri at gera ein Eysturoyar tunnil.

Um hetta er ærligt tos, vísi tað so í verki við at semjast um at seta ítøkiligt verk aftanfyri orðini.

Sleppið politiskari telving og setið eina verkætlan í gongd, eftir bestu objektivu kriterium - tað skylda tit samfelagnum og komandi ættarligum.

 

Eg vil meta, at málið má verða, at ein Eysturoyar tunnil er veruleiki innanfyri tann tíðarkarm, sum fyriliggur í avtaluni, Inlendismálaráðið hevur gjørt við CIP.

Hvat við at eftirmeta objektivu forteytirnar fyri bestu loysnini og semjast um skilabestu teknisku og fíggjarligu loysnini, beinan vegin?

 

Skera vit málið inn á bein og síggja burtur frá fótfeilum og politiskum gruggið, haldi eg hesar møguleikar vera:

 

1)  Løgtingið samtykkir ítøkiliga verklagslóg um ger av Eysturoyartunnli eftir sama leisti sum vit kenna frá Vága- og Norðoyar tunnlunum.

 

2)  Løgtingið samtykkir fyriliggjandi lógaruppskot, so Innlendismálaráðið kann gera endaligan sáttmála við CIP.

 

3)  Vit bíða framvegis eftir veruligari menning og framburði í útbygging av infrakervinum.

 

Samanumtikið

Klárar politiska skipanin ikki at finna bestu loysnir, er neyðugt at seta spurnartekin við, og at endavenda alla politisku skipanina.

Um løgtingi ikki kann finna bestu loysnina er skommin teirra, meirkostnaðurin okkara, og vit mugu so helst liva við tí verru loysnini - ella als ongari loysn.

 

Umráðandi er at samfelagið verður útbygt skilagott, við góðum nútímans sambandi til meginoyggjar okkara.