Eyka byrðar og skattir loysa ikki vinnuligar trupulleikar

- Vit eru ikki vitandi um nakra vinnu ella samfelag, sum er komið fyri seg við at áleggja eyka byrðar og skattir, siga Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

Vinnupolitikkur

Nú orðaskifti hevur tikið seg uppaftur, hvørt tað er rætt at stuðla okkara fiskivinnu ella ikki, hava feløgini, sum geva út blaðið Mið & Magn, tikið henda spurning upp. Tað eru feløgini hjá navigatørum og maskinfólki, sum geva blaðið út og oddagreinin í seinastu útgávu, sum er fyri apríl, er skrivað vegna bæði feløgini.
- Fyri okkara limir eru tað inntøkutrygdin og sjómannafrádrátturin, sum hava týdning. Løgmaður hevur sagt, at hetta eru stukturellir skeivleikar, sum forða fyri einari lønsamari vinnu. Eisini eru uppskot frammi um at áleggja tilfeingisgjald, eykaskatt og oljuavgjald á okkara hart kroysta fiskiskipaflota. Men higartil er einki komið fram um, hvussu hesi átøk skulu gagna vinnuni.

Løgin politikkur
Í oddagreinin í Mið & Magn siga feløgini seg ikki vera vitandi um nakra vinnu ella samfelag, sum er komið fyri seg við at áleggja eyka byrðar og skattir. Tey vísa á, at inntøkutrygdin verður ásett út frá tímalønini hjá arbeiðarum og verður bert latin fyri tíðina, sjófólk eru umborð.
- Tí má tað vera øllum greitt, at eingin verður ríkur av minstuløn, og skipsyvirmenn fáa ikki hægri inntøkutrygd enn dekkarar.
Lagt verður aftrat, at samfelagið eigur at hava ein áhuga í at varðveita ein fjøltáttaðan fiskiskipaflota og eina javna rávørutilgongd til føroysku fiskavirkini.
- Ein tanki hevur verið, at reiðarin skal gjalda inntøkutrygdina. Trupulleikin við hesum er bert, at tað er júst tann veikasti parturin av flotanum, sum hevur størsta tørvin á inntøkutrygdini, nú
fiskiskapur og fiskaprísur er á so løgum støði, siga feløgini.

Stórir trupulleikar
Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið vísa á, at nýtslan til inntøkutrygd var meiri enn 40 miljónir krónur í 2009.
- Fleiri siga hetta vera ein stóran trupulleika fyri landskassan. Men hetta er bert eitt symptom uppá ein nógv størri trupulleika, nevniliga ta stóru katastofu, sum stórur partur av okkara flota hevur verið fyri. Línuskipini klára ikki fleiri ár sum 2009. Útgjaldið til
minstuløn og dagstudning fer at minka heilt av sær sjálvum. Annaðhvørt við, at avreiðingarvirði hækkar ella við, at skipini gevast.
Feløgini vísa eisini á, at sjómannafrádrátturin nú hevur virkað í nøkur ár.
- Gamaní er hann lækkaður tvær ferðir, men hann er framvegis 14% av í mesta lagi 470.000 krónum. Øll okkara grannalond hava serstaka skattaskipan fyri sjófólk og fiskimenn. Vit hava ikki
frætt um, at hesar skulu avtakast ella lækkast. Heldur hoyra vit um, at neyðugt er at økja um áhugan fyri sjóvinnu, eitt nú við serligum skattaskipanum.

Ein útreiðsla
Í oddagreinini siga feløgini, at tað tykist eitt sindur meiningsleyst at skula taka av sjómansfrádráttin, so leingi vit hava FAS-skattaskipan, tí serskipanin hjá fiskimonnum er hon, sum gevur minst í skattalætta – og sum gevur mest til tær lægru hýrurnar.
- Ein av grundgevingunum fyri sjómansfrádráttinum var at forða fyri fráflyting. Tað er einki sum forðar fyri, at føroyingar búsitandi í útlondum kunnu sigla við føroyskum fiskiskipum.
Feløgini halda, at neyðugt er at skipa so fyri, at tað loysir seg at búgva her á landi, meðan ein siglir við okkara skipum.
- Ein avtøka av sjómansfrádráttinum kann lættliga gerast ein útreiðsla - heldur enn ein inntøka fyri landið, halda Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið.