og her høvdu Holte IF vitjan Bedsted KFUM. Ragnar í Haraldsstovu og Bárður B. Mikkelsen vóru báðir á liðnum hjá Holte, meðan Steinar Eirikstoft ikki fekk tikið lut vegna skaða. Og talan gjørdist um ein [...] tryggan sigur til Holte. Við settúrslitunum, 25-21, 25-17 og 25-20 var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg dysturin skuldi fara, og soleiðis kom Holte væl avstað í kappingini um at endurvinna sær sætið í bestu
Raude" er í ferð við at leita eftir olju á einari leið stutt sunnan fyri Bjarnoynna. Norsk Hydro, sum stendur fyri leitingini, hevur góðar vónir um at finna olju á leiðini. Eydnast tað, er hetta heimsins [...] í einari røðu í gomlu týningarleguni Auschwitz mikudagin, at nógv teir flestu týskararnir, sum eru á lívi í dag, hava ikki skyldina av tí, sum nazistarnir gjørdu, men at teir kortini hava eina serliga [...] í sambandi við, at 60 ár eru liðin, síðani sovjetski herurin fríaði teir fangarnar, sum vóru eftir á lívi har. Hildið verður, at næstan hálv onnur millión fólk vórðu týnd í leguni. Nógv tey flestu vóru
hjálpitiltøk upp á stutta tíð sett í verk í at kalla øllum framkomnum londum á ein slíkan hátt, at allir gluggar fóru upp á víðan vegg, og lýggjar og fjálgar kenslur - næstakærleikin - vann á slavtoku sálarinnar: [...] ávirkan á mannalívið uttan bert har, sum náttúran í ólukku mát vísti sína megi. Samskiftið tá í tíðini var ikki annað enn bátur og skip. Fyri 121 árum síðani var ein náttúruvanlukka við suðurendan á Sumatra [...] av oynni hvarv í havið. Eksplosiónin hoyrdist 4800 km til Australia, og trykkaldan varð registrerað á barometrum um alla verðina. Í sambandi við eksplosiónina komu 40 m høgar flóðaldur, sum gjørdu stóran
borgarstjóri í Vági ásannar, at hennara allarfyrsti fundur á odda fyri Vágs Býráðið, gekk milt sagt ikki eftir vild hjá henni. Størsta avgerðin á fundinum var, at býráðið samtykti at halda fast um, at m [...] æsir. ? Samstundis standa vit í teirri støðu í Suðuroy, at tað er stórt trot á almennum størvum og serliga er trotið stórt á størvum til konufólk. Hon sigur, at eitt røktarheim hevði givið nógv størv til [...] munin hjá onkrum! Ein ósigur fyri Vág og Suðuroy sum heild Helst hevur hon havt varhugan av, hvønn veg tað bar, tí áðrenn málið kom til viðgerðar, royndi hon at fáa tað útsett til næsta fund. Til tá skuldi
lastin er tóm, fara tey aftur á leiðirnar við Írland at royna. Siglitíðin hvønn vegin liggur um stívliga tvey samdøgur. Sum skilst, eru onnur føroysk nótaskip eisini á veg suður á hesar leiðir, eitt nú Krúnborg [...] Fiskivinna Finnur Fríði kom á Fuglafjørð á midnátt mikukvøldið við 2500 tonsum av svartkjafti, sum er full last. Tróndur í Gøtu verður væntandi inni fyrrapartin í dag; teir hava eisini fulla last, eini [...] Grótinum hevur verið ein túr á hestamakreli, men eftir hvat skilst, er hetta fyrsti túrurin hjá Krúnborg í ár. Kemur væl við Hetta er tíðin, tá ið svartkjafturin plagar at taka seg upp á leiðunum við Írland og
at hava verið í einum aldudali, men spurningurin er, um ikki bæði liðini eru á veg upp aftur. Neistin vísti við javnleikinum á Skála seinasta vikuskifti, at teir eru ikki heilt fyri ongum, og avrikini seinastu [...] i. Upp og niður hjá KÍF Kollfirðingar tóku øll á bóli, tá ið teir seinastu sunnudag vunnu ein greiðan sigur á VÍF í Vestmanna. Hetta vikuskiftið er KÍF á heimavølli í Hoyvíkshøllini, har teir fáa vitjan [...] mikukvøldið var næstan ein eyðmýking av føroyameistarunum, og tað vilja havnarmenninir neyvan hava sitandi á sær. Leikbann og skaði Undan dystinum sunnudagin er greitt, at Kyndil noyðist at verða Finn Hansson
síggja vit bráddliga nøkur børn í teimum gulu og eyðkendu búnunum við endurskininum uppiá. Tey eru á veg niðan á spæliplássið í bygdini saman við dagrøktarmammuni, Haldu Olsen. Vit bíða eitt lítið bil, tí undan [...] saman við teirra dagrøktarmammu, Sigurgunn Kjelnæs. Íalt savnast 9 børn saman henda vakra morgunin á spæliplássinum. Spæliplássið er rættiliga nýtt og er ikki heilt liðugt enn. Men tað er so mikið væl [...] útgjørt, at tað kortini kann brúkast hjá børnunum. Ikki bert børnini í Rituvík brúka tað, tí av og á koma eisini børn úr Æðuvík hagar. - Okkum dámar sera væl at koma her. Og eg haldi, at hetta man vera
Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin ???? Heimurin er í dag so samansjóðaður - so globaliseraður - at bara tann sum ikki liggur sjóvarfallið av sær, men loftar teimum møguleikum, sum vísa seg, stendur [...] føroyska fólkatingsumboðanin. Heldur enn at føra føroyskan tvídrátt millum tjóðveldi og samband niður á danating, til lítlan sóma fyri føroyingar, áttu okkara fólkatingsumboð at loftað teimum møguleikum, [...] vinnur eru ikki hóttanir men avbjóðingar, sum kunnu menna vælferðarsamfelagið. Og tað hendir nógv annað á altjóða leikpallinum, sum krevur at vit í Føroyum eru árvakin. Eitt dømi er EU-politikkurin, og leik-lutur
omanfyri høvdið, andliti er sera dapurt á at líta, eyguni ein svartur skuggi leba-stift svart hár songin er reyð sum tær eru tað á flestu bordellum, formarnir á hesi naknu horu eru gott gjørdir, í speglinum [...] hjartanum hjá listamanninum og út á lørifti, tær eru tungar og depressivar helst tí listamaðurin sjálvur var tað og so festir hann seg við menniskjur sum livaog líða á skuggasíðuni í samfelag-num, hann [...] skumlari gøtu helst í Paris. Horan er ikki so sensuell, men meiri robust. Andliti á hesi horuni endurspeglar farliga umhvørvið, á skuggasíðuni í verðini og í sam-felagnum og ífylgið kristnum morali endurspeglar
tilvitað valt eina lívsleið, har ein hurð altíð stendur á gloppi, um hon finnur út av, at eitt val hon tók var skeivt, ella ein støða, hon stendur í ongan veg førir. Úrslitið er, at hon hevur inntil fleiri ú [...] dagliga leggi oyra til stunan og grenj um, hvussu strævið og órímiligt tað er at skula koyra børnini á stovn, tí at bæði foreldrini eru noydd at arbeiða fulla tíð fyri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman [...] øðrum ella samfelagnum skyldina, teir dagarnar, alt ikki er so stuttligt, sigur Fía og leggur áherðslu á, at tá tú fremur eitt val, mást tú vera sinnaður at taka ábyrgdina av tí. Innast inni hava vit øll styrkina