Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
????
Heimurin er í dag so samansjóðaður - so globaliseraður - at bara tann sum ikki liggur sjóvarfallið av sær, men loftar teimum møguleikum, sum vísa seg, stendur seg í kappingini. Eitt av mongum vindeygum út í heim, átti at verið tann føroyska fólkatingsumboðanin.
Heldur enn at føra føroyskan tvídrátt millum tjóðveldi og samband niður á danating, til lítlan sóma fyri føroyingar, áttu okkara fólkatingsumboð at loftað teimum møguleikum, sum altjóða leikpallurin bjóðar fram.
Okkara fólktingsumboð skulu, sum eitt slag av uttanlandsumboðan, knýta sambond út í heim, sum kunnu fjøltátta okkara egna samfelag og sostatt inntøkugrundarlagið. Nýggj tøkni, nýggj vitan og nýggjar vinnur eru ikki hóttanir men avbjóðingar, sum kunnu menna vælferðarsamfelagið.
Og tað hendir nógv annað á altjóða leikpallinum, sum krevur at vit í Føroyum eru árvakin. Eitt dømi er EU-politikkurin, og leik-lutur dana í hesum.
Ætlanir eru frammi um at samtykkja eina nýggja grundlóg fyri ES-samveldið, verður ein tílik ES-grundlóg samtykt fara danir helst at lata partar av sínum sjálvsavgerðarrætti til ES. Men hvussu verður við tí føroyska sjálvsavgerðarrættinum? Fer hann sama veg? Hetta eru spurningar og mál sum eitt før-oyskt fólkatingsumboð eigur hava neyvt eftirlit við. Treytin er, at tann føroyski fólkatingslimurin er har, sum hann eigur at vera, í Fólkatinginum! At hon ella hann nýtir eitt og hvørt høvi at tryggja sær innlit, og áhaldandi og dagliga kunnar um føroysk áhugamál.