felagnum ikki broytist. Tað upplýsti Liang Hua, nevndarformaður í Huawei, í eini røðu á toppfundinum í Davos. - Um vit fáa fleiri trupulleikar í ávísum londum kann tað enda við, at vit velja at flyta tøkniliga [...] USA, Kanada og Avstralia. Eisini í Danmark eru fleiri ivamál reist um samstarvið seinastu vikurnar og var danski verjumálaráðharrin Claus Hjort Frederiksen í gjár í opnum samráði við verjunevndina hjá [...] felagið í samband við menningina av 5G neti. Orsøkin er at ein ótti fyri, at felagið kann brúka útgerðina at njósnast fyri kinesisku stjórnina. Men nú hóttir felagið við at steðga alt sítt virksemi í ávísum
undir sáttmálar í sambandi við arbeiði á Gomlurætt á Streymoynni og í Traðardali á Sandoynni. Sáttmálarnir eru í sambandi við Sandoyartunnilin, sum ætlandi verður klárur at koyra ígjøgnum í desember 2023 [...] Petersen samstarva eisini um fleiri onnur arbeiði í sambandi við tunnlarnar. Hesi arbeiði eru á Strondum, á Hvítanesi og í rundkoyringini á Rókini í Eysturoynni. Undirskrivaðu sáttmálarnir eru sostatt [...] um samdøgrið. Arbeiðið hjá J. &. K. Petersen umfatar í høvuðsheitum gerð av innkomuvegi til tunnilin og alt arbeiði uttanfyri tunnilin á Gomlurætt og í Traðardali. Arbeiðið verður endaliga avhendað, tá NCC
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Hallur Danielsen, sum samanlagt hevur vunnið fýra FM-heitir við HB. Hann fylgir framvegis væl við í fótbólti, men í dag er tað hondbólturin, ið fyllir mest í dagligdegnum [...] hátt, hvussu hann heldur, at vit í Føroyum áttu at skipað ítróttarfeløgini betri – við nógvum góðum hugskotum úr Íslandi, har nærum øll ítróttarfeløg hava fleiri fólk í føstum starvi. [...] ímóti endanum. Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Hallur Danielsen, sum frá 1994 til 2005 spældi 168 dystir fyri fremsta lið hjá HB, og skoraði 21 mál. Hallur fylgir framvegis væl við í føroyskum fótbólti
Í dag klokkan 15 verður skipað fyri ”Intercultural football events for kids” á Ovara vølli í Gundadali. Tiltakið er ætlað bønum, í aldurinum 5 til 12 ár, við tilflytarabakgrund. - Í stuttum ræður um at [...] at fáa fleiri børn, í aldurinum 5 til 12 ár, við tilflytarabakgrund at verða størri partur av tí skipaða fótbóltinum í Føroyum. Tað snýr seg um sameing og at fáa fleiri við, so vit fáa enn fleiri fótbó [...] byrjar forvitnisligt og áhugavert tiltak á Ovara vølli í Gundadali, sum Fóbtóltssamband Føroya skipar fyri. Tiltakið er serliga ætlað børnum í aldurinum 5 til 12 ár, við tilflytarabakgrund. - Meiningin
stjóri í Tor Shipping, hevur saman við útlendingum stovnað eitt nýtt felag í Føroyum, Hermod Maritime, sum skal fáast við reiðaravirksemi, skrivar Business Line. Sjálvur er hann nevndarlimur í felagnum [...] Mohamed Badawy úr Kairo í Egyptalandi er nevndarformaður, og Carl Magnus Granander úr Djursholm í Svøríki er stjóri. Fimm onnur feløg vórðu skrásett í síðstu viku. Gunnar Sørensen í Havn fer at royna seg [...] stjórar og stovnarar. Í Svínoy hevur eitt smápartafelag skift navn til Svínoyar Rognkelsisstøð. Partapeningurin er hækkaður við 1,8 milliónum krónum og nýggj nevnd er innkomin. Í nevndini sita nú Rúni
forkvinna í Parkinsonfelagnum. Tað gjørdist greitt á seinasta aðalfundi, har broytingar eisini vóru í nevndini. Nýggjur eykalimur mátti veljast, aftaná at Ingibjørg Jacobsen, ið hevur sitið í nevndini síðani [...] eru eykalimir. Í ársfrágreiðingini greiddi Durid Johannesen, forkvinna, frá virksemi hjá felagnum í farna ári. Millum annað varð upplýst, at felagið hevur fingið játtað 23.500 krónur í stuðli til teirra [...] teirra virksemi frá ymiskum kommunum í landinum. 2015 var eisini árið, tá felagið kundi hátíðarhalda 25 ára stovningardag. Tað varð hátíðarhildið við veitslu á Hotel Føroyum 8. mai, har umleið 80 fólk vóru
taptu EM-dystin í kvøld 33-27 fyri Turkalandi, eftir 19-13 í hálvleikinum. Turkararnir vóru stórir og tungir og høvdu okkara trupult við at halda teimum í verjustøðu, samstundis sum neyvleikin í álopinum sveik [...] mitt í fyrra hálvleiki og komu upp á 10-13. Hareftir skrædnaði aftur og var støðan 19-13 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki gekk heldur frægari og endaði seinni hálvleikur javnur 14-14. Eins og í gjár [...] Serliga vengurnir høvdu trupult við at fáa skotini at sita. Dagsins leikari hjá Føroyum var valdur Brandur Halgirson. Í morgin spæla føroyingarnir móti Luksemburg kl. 15.30 føroyska tíð. Málskjúttar: Bartal
ikki verður landaður til matna í Føroyum. Tað er ov long sigling við fiskinum, og tí verður hann seldur Havsbrún til fóður-og mjølframleiðslu. Sum várið gongur, kemur fiskurin í føroyskan sjógv, og tá er væntandi [...] landa. Í síðstu viku hevði Havsbrún fleiri landingar, eitt nú Christian í Grótinum við 2500 tonsum, Slættaberg við 1400, Fagraberg við 900 og Høgaberg við 2300 tonsum. Fara vit aftur um farnu viku, var [...] sum virkið hevur tikið ímóti í ár, kemur væl vlð í framleiðsluni av fiskamjøli og fiskafóðuri til alivinnuna. Hesa tíðina av árinum plaga føroysku uppsjóvarskipini at fiska svartkjaft so mikið sunnarlaga
hava ársins sang í folk, country og blues bólkinum í ár. Talan er um bólkin Blátt Gras og sang teirra, There is room at the table. Blátt Gras, úr Vágunum, er ein av fáu bólkunum í Føroyum, sum spæla Bluegrass [...] fyri upptøkunum, sum eisini eru gjørdar í studionum, sum Johnny Cash sjálvur lat byggja í síni smáttu. Kristina Bærentsen hevur sostatt fingið tvær virðislønir í kvøld. Hini tilnevndu vóru Sigmund og Vágaverk [...] tikið upp í Nashville. Hinir tilnevndu sangirnir vóru Hvar Baby hjá Vágaverk og Tú eigur hjartað hjá mær hjá Systrum. Kristina Bærendsen fekk heiðurin sum ársins bólkur ella einstaklingur í bólkinum Folk
Í døgunum 14.-18. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum. Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia og Føroyum. Hetta er fjórða árið á rað, at Føroyar [...] Danish Junior Open er ein liður í leikaramenningini, har Badmintonsamband Føroya hevur valt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open. Erik Engelbrecht [...] Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya sigur, at spælararnir hava vant dúgliga fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið