Í døgunum 14.-18. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum. Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia og Føroyum. Hetta er fjórða árið á rað, at Føroyar eru við.
Kappingin Danish Junior Open er ein liður í leikaramenningini, har Badmintonsamband Føroya hevur valt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open.
Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya sigur, at spælararnir hava vant dúgliga fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Í fjør vunnu føroysku leikararnir 10 heiðursmerki, trý gull og sjey silvur.
Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar mánakvøldið.
Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:
U13
Adhya Nandi, HBF – Lena Maria Joensen, KBF – Ari Nandi, MBF – Rúni Øster, HBF
U15
Mona Rasmusdóttir, ÍF – Jensa Tórolvdóttir, ÍF – Sissal Thomsen, HBF – Dann Fróðason, MBF – Barður á Reynatrøð, ÍF – Ari M. Jacobsen, KBF
U17
Gunnva Jacobsen, HBF - Kristina Eriksen, HBF/Ikast – Rógvi Ziskason, HBF – Ráni í Bø, KBF/Middelfart









