Vágamenn gera bart

Blátt Gras ovfarnir av at verða heiðraðir.

Ein av nýggjaru bólkunum fekk heiðurin av at hava ársins sang í folk, country og blues bólkinum í ár. Talan er um bólkin Blátt Gras og sang teirra, There is room at the table. Blátt Gras, úr Vágunum, er ein av fáu bólkunum í Føroyum, sum spæla Bluegrass tónleik. Sangurin There is Room at the Table er av útgávuni Ávegis, ið bólkurin hevur tikið upp í Nashville.

 

Hinir tilnevndu sangirnir vóru Hvar Baby hjá Vágaverk og Tú eigur hjartað hjá mær hjá Systrum.

 

Kristina Bærendsen fekk heiðurin sum ársins bólkur ella einstaklingur í bólkinum Folk, Country og Blues. So seint sum í desembur gav hon fløguna Nothing’s here to Stay út. Hetta er onnur útgávan hjá Kristinu Bærendsen, fyrra útgávan, Kristina, kom út í 2012.

 

Kristina er dóttir navnframa Alex Bærendsen og á nýggjastu fløguni er eisini eitt annað kent navn við. Tað er nevniliga John Carter Cash, sonur Johnny Cash, ið hevur staðið fyri upptøkunum, sum eisini eru gjørdar í studionum, sum Johnny Cash sjálvur lat byggja í síni smáttu.

 

Kristina Bærentsen hevur sostatt fingið tvær virðislønir í kvøld. Hini tilnevndu vóru Sigmund og Vágaverk.