Bikarið er um at flóta yvir hjá kinesiska tøknirisanum Huawei, ið seinastu mánaðirnar hevur upplivað, at fleiri vesturlendsk lond hava sett forboð fyri ella avmarka samstarvið við felagið í samband við menningina av 5G neti. Orsøkin er at ein ótti fyri, at felagið kann brúka útgerðina at njósnast fyri kinesisku stjórnina.
Men nú hóttir felagið við at steðga alt sítt virksemi í ávísum londum, um hugburðurin mótvegis felagnum ikki broytist. Tað upplýsti Liang Hua, nevndarformaður í Huawei, í eini røðu á toppfundinum í Davos.
- Um vit fáa fleiri trupulleikar í ávísum londum kann tað enda við, at vit velja at flyta tøkniliga samstarvið til lond, har vit eru vælkomin og har samstarv ynskist, segði nevndarformaðurin sambært Politiken.
Millum tey londini, ið seinastu mánaðirnar hava sett forboð fyri ella avmarka virksemið hjá Huawei eru Bretland, USA, Kanada og Avstralia.
Eisini í Danmark eru fleiri ivamál reist um samstarvið seinastu vikurnar og var danski verjumálaráðharrin Claus Hjort Frederiksen í gjár í opnum samráði við verjunevndina hjá Fólkatinginum, har hann svaraði spurningum um samstarvið við Huawei.
Í Føroyum samstarvar Huawei við bæði Føroya Tele og Hey um menningina av 5G.