Hentzar Steingrímsson, stjóri í Tor Shipping, hevur saman við útlendingum stovnað eitt nýtt felag í Føroyum, Hermod Maritime, sum skal fáast við reiðaravirksemi, skrivar Business Line.
Sjálvur er hann nevndarlimur í felagnum, meðan Mohamed Ibrahim Mohamed Badawy úr Kairo í Egyptalandi er nevndarformaður, og Carl Magnus Granander úr Djursholm í Svøríki er stjóri.
Fimm onnur feløg vórðu skrásett í síðstu viku. Gunnar Sørensen í Havn fer at royna seg við ráðgeving og vistveiting gjøgnum íverksetarafelagið GS, meðan Peter Risager Klein úr Keypmannahavn hevur stovnað smápartafelagið Á Línheyggi, sum skal veita ráðgeving og konsulentvirksemi innan IT.
ÍVF Trælanípan er navnið á nýggjum felag í Miðvági, sum skal reka ferðavinnuvirksemi. Stovnari og stjóri er Jóhannes Nattestad.
Smápartafelagið North Build skal reka handverkaravirksemi. Rúni Brandur Dam av Argjum og Bárður Juul Arge Jacobsen úr Klaksvík eru stjórar og stovnarar.
Í Svínoy hevur eitt smápartafelag skift navn til Svínoyar Rognkelsisstøð. Partapeningurin er hækkaður við 1,8 milliónum krónum og nýggj nevnd er innkomin. Í nevndini sita nú Rúni Olsen av Argjum, sum formaður, Kári Nielsen úr Havn og Sjúrður Jacobsen úr Svínoy.