Sang/guitar: Jógvan Ellingsgaard 18 ár Guitar: Jan McIntosh 16 ár Kór: Gunn Hansen 17 ár Bólkurin byrjaði fyri góðum tveimum árum síðani. Tey fýra ganga ella hava gingið í Venjingarskúlanum, og teir tríggir Steingrím [...] leitar bólkurin eftir einum basspælara og einum trummuspælara, tí við núverandi manning kennir bólkurin seg eitt sindur avmarkaðan. Tað eru teir báðir, Jógvan og Jan, sum gera allan tónleikin hjá bólkinum. Jan [...] heitið Mary Jane. Seinni hava tey so funnið út av, at tað er ein danskur bólkur, sum eisini kallar seg Mary Jane, men dreingirnir á Norðasta Horn siga, at teir høvdu fingið sær navnið langt áðrenn tann
um bæði føroysku umboðini tóku støðu um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk: Hetta var tað mest virðiliga fyri føroyingar og fyri Føroyar. Men so verður neyvan, tí støðan, sum nú er, ger [...] humanistiska sosialisman, har - øll menniskur hoyra saman og hava ábyrgd hvør fyri øðrum, - okkara felags ábyrgd er serliga sterk fyri teimum veikastu, og - vit skulu verja tey virðir, sum ikki kunnu málast [...] landsfundurin skuldi haldast um heystið í staðin fyri um várið. Orsøkin er hon, at nú eru vit í byrjanini av tingsetunu, tingarbeiðið er um at taka seg upp, tingmenn eru nú fúsir at fara til verka, so
setti fólk burturav til at samskipa teir ymisku aktivitetirnar. Samanumtikið kláraði Javnaðarflokkurin seg væl í valstríðnum, og var tað tí við spenningi, at bíðað varð eftir valúrslitinum. Valið í 1994 gav [...] teimum,. sum á ymiskan hátt gjørdu sítt til, at Javnaðarflokkurin fekk tvey so góð valúrslit. Takk fyri stuðulin.
fíggjar- og búskaparpolitikk · at skipa so fyri, at livikorini og vinnumøguleikarnir hjá útjaðaraøkjunum verða munandi bøttir · at fáa eina tíðarhóskandi skipan fyri ríkisrættarligu støðu Føroya · at leggja [...] samráðingarloysnir í bankamálinum, skuldarspurninginum og marknatrætuni Saman við hesum høvuðsevnum fyri valuppleggið er gjørt eitt meira ítøkiligt upplegg, sum er lagt við sum skjal. Við hesum er tíðin [...] fara vit at prenta seinna partin av formansfrágreiðingini hjá Jóannesi Eidesgaard, sum m. a. snýr seg um arbeiði hjá Javnaðarflokkinum hesa tingsetuna, um Sosialistiskt Ungmannafelag o. a.
snávaðu móti endanum, og tí mistu tær FM-møguleikan. Tær høvdu kortini silvurmerkini at spæla fyri, og tað vísti seg eisini at eydnast. HB vann dystin 2-1 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikssteðginum [...] móti eiðiskvinnum. Fyri EB merkti úrslitið, at tær sleppa undan at spæla um upp- og niðurflyting móti vinnarunum av 2. deild, sum er VB. Tað verður nú í staðin NSÍ, sum skal royna seg móti kvinnunum úr [...] B36, 3-0, men taptu so 0-4 í Gundadali. NSÍ fekk eina laka byrjan upp á landskappingina, men kom fyri seg móti endanum, og tað var nær við, at tær yvirhálaðu EB, tá avtornaði. Men nú er so lagt upp til
verkætlan og hetta arbeiðið skal verða liðugt komandi ár. Føroyska verkætlanin snýr seg um arbeiðsmegina innan dagstovnar fyri børn og ung. Hetta er eitt øki, har mest sum bara konufólk hava arbeitt. Verkætlanin [...] gini, sum varð samtykt í 1994 eftir tógvið stríð, er at eingin, hvørki kvinna ella maður, má vera fyri mismuni vegna kyn. Tað er misjavnt, hvussu ymsu norðurlondini fylgja andanum í lógini, men tað er [...] verður av hesum monnunum, halda teir fram við at arbeiða við børnum ella er tað bara nakað teir gera fyri eina tíð, sigur Maria á Dul. - Mín varhugi er, at flestu mannfólkini, ið koma út av Pedagogskúlanum
býnum, og nú vísti tað seg, at favoritturin hevði størst megi eftir. Tá góðir sjey kilometrar vóru eftir, setti hann ferðina upp, og hóast Gunnar royndi at fylgja við og eisini tók seg eitt sindur innaftur [...] ti á rað, tók teir aftur lutfalsliga skjótt. Gunnar og Jóhann royndu fleiri ferðir aftur at slíta seg leysar frá Boga og restini av feltinum, eitt nú á vegnum niðan móti rundkoyringini omanfyri Norðskála [...] kappingin avgjørd. Bogi Kristiansen kom á mál ein góðan hálvan minutt undan Gunnari og vann FM-heitið fyri fimtu ferð á rað. Tíggju teir ovastu: 1. Bogi Kristiansen2.56,43 2. Gunnar Dahl-Olsen2.57,15 3. Sverri
leygardagin. Stigið til ráðstevnuna hevur Norðurlendska Ráðharraráðið tikið. Um 170 fólk hava teknað seg. Hevur onkur framvegis hug at koma til onkran einstakan fyrilestur ber til at gera vart við tað í móttøkuni [...] og hósdagin verður fundur á Hotel Føroyum. Hóskvøldið koma tey, sum skulu halda fyrilestur. Umboð fyri politisku flokkarnar í Føroyum eru boðin við umframt landsstýrisfólkini. Helena Dam á Neystabø, l [...] ráðstevnuna fríggjamorgunin kl. 10. Fimm fyrilestrar verða hósdagin, Mona Danielson úr Svøríki leggur fyri við at røða um kynsperspektivið í norðurlendska samstarvinum, Drude Dallerup úr Danmark fer at halda
bríksli av sást, at bæði liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Liðini lógu rættiliga aftarlaga á vøllinum, og tað mesta av spælinum gekk fyri seg á miðvøllinum. Liðini vóru eisini merkt av, at tey [...] Tað var rættiliga ótrúligt, at HB-leikarin ikki fekk ávaring fyri hendingina. Frísparkið sendi liðskiparin hjá B36, Áki Mørk, væl inn fyri, har B36-arnir vóru fimm móti trimum HB-arum, og Bárður Olsen [...] hegnisliga í handara síðunet, og so var 1-0. Bert tveir minuttir seinni fekk HB eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin hjá B36, men frísparkið hjá HB-liðskiparanum, Eyðuni Højgaard, brast í tvørstongina og
lata tríggjar virðislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir og eina fyri mentunaravrik. Við mentunaravrik verður hugsað um fólk, sum hava avrikað nógv fyri føroysku mentanina. Nevndin hevur [...] teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert. Í ár verða tvær latnar. Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens eru fimm limir. Tórshavnar býráð hevur sett Egon Hansen, Jákup [...] Sambært reglugerðini ber til at lata í mesta lagi tvær virðislønir. Í ár verða tvær latnar. Í nevndini fyri barnabókaheiðurslønirnar er formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs fastur limur, tað er Kaj