ør at flyta higar við sjey børnum úr Havn, men eg síggi soleiðis upp á tað, at hví skula tey ikki kunna klára tað, sum vit onnur? Hann heldur, at tað er sera hugnaligt at síggja børn spæla úti aftur í bygdini [...] kjallaranum hjá Regini, men hann má sleppa at gera seg lidnan við upptakið, og vit hava eisini onnur ørindi í bygdini, so vit takka fyri og fara út aftur í vetrarluftina, sum angar av heystinum. [...] at níggju fólk eru komin afturat. - Tað skapar lív í bygdina, ongin ivi um tað. Og haraftur at hava vit fingið tveir raskar fjallmenn aftur at, sigur hann, og her hugsar hann um teir báðar elstu dreingirnir
vera, at fjølmiðlar tíðum halda seg til ávísan leist hvussu landi skal umtalast og kann hetta skapa eina rangvenda mynd av landinum. Sum dømi kann nevnast, at hvørja ferð vit hoyra um Amsterdam, er tað [...] grundgeving. Hví hava fólk eina tráan eftir tíðindum, tíðindir um vanlukkur, um regnneyð hjá fremmandum fólkum og um óstbeinbrot hjá eini eldri damu úr einum fjarskotnum landi? Er tað tí vit vilja hjálpa [...] oftast um rúsevni, harðskap og korruptar stjórnir. Sjálvandi hýsa londini ikki einans teimum tíðindum, vit verða borðreidd við. Bretland verður eisini umboða selektivt, hvør hevur ikki hoyrt um BSE-sjúkuna
kanska var ov stórur biti at gloypa hjá liði, sum hevði stødd sum Manchester United. ? Vit hava víst í leiki, at vit eru óvikandi. Eitt av heimsins bestu feløgum í løtuni. At vinna the Double er í sjálvum [...] sjálvum sær ein stórur heiður, ið sjálvt allar bestu feløgini ongantíð megna at fáa til høldar. Vit bíðaðu yvir 100 ár, so tað er sjálvsagt, at tað at vinna the Double krevur meira enn nakað avbera gott, segði [...] ført fyri. Men at hava tikið seg burtur úr kappingini í ár, kann ikki tulkast øðrvísi enn, at kunnu vit ikki vinna alt, so skal leggjast soleiðis fyri, at vinnandi liðið ikki skal fáa ein veruligan siður
og heldur fram: - Hyggja vit eftir botnfiskasløgunum, so er virðisøkingin alt ov lítil. Vit fáa ov lítið burtur úr teimum virðum, ið vit fáa úr havinum. Samstundis síggja vit, at serliga bretski marknaðurin [...] at vit skulu taka samfelagslig atlit. Vit skulu geva møguleikar fyri vinnuligum virksemi kring alt landið. Men hetta er ringt at fáa eyga á í dag. Tí mugu vit sum samfelag finna útav, hvussu vit vilja [...] greitt endurspegla, at vit vilja menning og trivnað í øllum pørtum av okkara samfelag. Vit hava eitt ávíst fiskiríkidømi, og tað má also umsitast samfelagnum at gagni. Annars máa vit grundarlagið undan okkum
ella í Landsstýrinum. Vit mangla at spyrja nakrir viðkomandi spurningar, ið skulu vera galdandi fyri alt infrakervi: Tá ið vit rinda, hvat rinda vit tá fyri? Hví rinda vit? Rinda vit fyri at niðurrinda eina [...] eina stóra íløgu? Rinda vit fyri at regulera trafikkin? Rinda vit fyri viðlíkahald og rakstur? Rinda vit fyri framtíðar íløgur? Skal gjaldið bara vera súmbolskt? Ella gera vit eitt sindur av hvørjum? Málið [...] og summar eru ikki. Men skulu vit rinda víðari, fyri at fíggja framtíðar íløgur? Um svarið er nei, so mugu vit skaffa pengar onkra aðrastaðni. Eitt nú fíggjarlógina. Hava vit ráð til tað? Og um svarið er
bóndagarði. - Tá vit venja, eru vit 100 prosent á alla somlu tíðina í fleiri mánaðir. Meðan framførslurnar eru, arbeiða vit seinnapart og kvøld. Men tá ongin leikur er á plakatini, hava vit meira frítíð enn [...] vildu ikki verið lívið sum sjónleikarar fyriuttan. - Vit fara í øllum førum ikki at sita og iðra okkum, tá vit verða gomul. Tí vit gjørdu tað, sum vit allarhelst vildu, sigur Birita, sum eisini er sera fegin [...] sum tey siga: Vit brýnast við aldrinum. - Sum yngri vóru vit meira avgjørd, fýrakantað og kanska eisini egoistisk. Kanska eru vit eisini eitt sindur dovnari, sigur Birita og flennir til Ega. So ymisk og
stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so [...] stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum. Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli [...] tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara. Eisini
málinum ? rógvast, so høvdu fleiri manningar ilt við at halda kósina. Aftur hesa ferð høvdu nógvir bátar hug at snara í stýriborð (og ikki í bakborð, sum vit av misgáum endurgóðu formannin í RSF at siga leygardagin) [...] neyvt avmarkaðar geirar, sum hvør báturin skal halda seg í. Eg dugi ikki at ímynda mær, at hetta ber til hjá okkum, men hetta er ein spurningur, sum vit hava frammarlaga í huganum, sigur formaðurin í RSF [...] rættin til at standa í sambandi við onnur fólk enn tað danska.? Og líta vit at framburðinum við teimum røttu brillunum, varnast vit dynamisku krefturnar, sum hava skapt hetta samfelagið, so skal man vera
kendu orðini hjá fyrrverandi Liverpool venjaranum, Bill Shankley, renna til hugs, tá spurt verður um, hví fótbólturin er somikið høgt í metum kring heimin. Ja, ikki bert er spælið høgt í metum. Í nógvum førum [...] vanliga føroyingin, sum býr í heimliga trygga dunnugarðinum, kann tað helst vera torført at skilja, hví fótbólturin skal vera týdningarmiklari enn sjálvt lívið, men fleiri staðni kring heimið er hetta als [...] at øll hava møguleikan, er sjálvsagt ein av bestu síðunum við fótbóltsspælinum, men hinvegin kenna vit eisini keðiligu avleiðingarnar av hesum. Hooliganisman er tíverri ikki nakað ókent fyribrigdi í fó
samdøgur. Grannin ger vart við seg Tað var longu meðan vit sótu í flogfarinum, áðrenn vit sleptu danska høvuðsstaðnum, at tað gjørdist greitt, hvussu nær vit skuldu til krígsherjaða økið niðri á Balkan. Flogfarið [...] umboðandi tey størstu donsku bløðini sótu vit, tvey umboð fyri tey bæði stóru føroysku bløðini, hósdagin í farnu viku umvegis Kastrup á veg til Venesia, har vit skuldu steðga í gott og væl eitt samdøgur [...] tíðindafólki til Venesia. Roknskapurin fyri farna ár skuldi almannakunngerast fyri fjølmiðlunum, og hví ikki leggja turr tøl á borðið í einum heitum ráðstevnuhøli í Venesia sum á einum tilvildarligum hotelli