Svínoy:
Tá Sosialurin kemur framvið hjá Regini, er maðurin ikki at síggja nakrastaðni. Inni í kjallaranum kennist lukturin av seyði og fletting. Á frystiboksunum, sum ikki eru færri enn tríggjar í tali, liggja nýrir, fótamørar, nakrir fyltir sperlar og aðrir innvølir av seyði, umframt, at eini 20 krov hanga uppi. Men ongin maður er at síggja. Fara útaftur, og tá kemur Regin við trillubøru gangandi eftir vegnum.
- Nú, tit funnu vegin fram, sigur hann og smílist. Hann greiðir frá, at hann og ein annar flettu 20 lomb kvøldið fyri, og at hann nú rokast við upptaki. Men hann gevur sær kortini tíð til at práta við okkum um leyst og fast.
Tá prátið fellur inn á bygdina og bygdarlívi, er Regin ikki so bjartskygdur. Hann heldur, at Svínoy liggur á markinum, tá tað kemur til trivnaðin í bygdini. Tí hóast nógv er hent í bygdini seinastu tíðina, so letur tað ikki til, at nøkur varandi loysn er í eygsjón, tá hugsað verður um bygdini skal verða lívi laga.
Um ikki ein familja við sjey børnun flutti út á oynna fyrr í summar, so hevði bert tað eina skúlabarni verið í bygdini. Og tað er Regin ikki í iva um, er tekin um, at tað gongur bara tann eina vegin.
Men hann fegnast um, at ein familja er komin at búgva har.
- Summi hava kanska hildið tey vera púra ør at flyta higar við sjey børnum úr Havn, men eg síggi soleiðis upp á tað, at hví skula tey ikki kunna klára tað, sum vit onnur?
Hann heldur, at tað er sera hugnaligt at síggja børn spæla úti aftur í bygdini, og tað sást eisini væl aftur í kirkjuni, at níggju fólk eru komin afturat.
- Tað skapar lív í bygdina, ongin ivi um tað. Og haraftur at hava vit fingið tveir raskar fjallmenn aftur at, sigur hann, og her hugsar hann um teir báðar elstu dreingirnir, sum hava verið við á fjalli fleiri ferðir, síðani familjan flutti út.
Men Regin sigur eisini, at tey hava verið sera heppin í veðrinum hesa tíðina, tey hava verið á oynni. Summarið er farið aftur um fyri kortum og fyri framman liggur ein sera drúgvur vetur.
- Vetrarnir her kunnu vera beiskir at koma í gjøgnum. Serliga um hann legst við landsynningi, tá regnar nógv og eisini er nógvur vindur tá, greiðir Regin frá, men hann leggur tó afturat, at tað tykist sum familjan er greið yvir, at tað fara at koma langir dagar, sum ikki verða teir lættastu at koma ígjøgnum.
Hann heldur, at hendan familjan óivað fer at fáa nógv positivt burtur úr av at búgva á eini útoyggj í eitt tíðarskeið.
Ferðasambandið
Tað er sum sagt strandfaraskipið Másin, sum siglir til Svínoyar og Fugloyar.
Men ferðasambandið er so sum so, heldur Regin. Hann siglir einaferð um dagin uttan mikudag, tá siglir hann tvær ferðir, so tað ber bert til at sleppa av oynni og til hús aftur sama dag, ein dag um vikuna. Og hesa ársins tíð er veðrið ofta sera illfýsið, og tá kemur tað meira enn so fyri, at Másin ikki sleppur at í Svínoy.
Tað eru tvær lendingar á Svínoynni ? ein hvørjumegin ? og um tað ikki hevði verið, so var illa statt. Hendan dagin, Sosialurin var á oynni, varð lagt at á Víkini, tí ov nógv brim var á Eiðini.
Regin greiðir frá, at postur kemur til oynna fimm dagar um vikuna, og tað er ikki so galið. Men tað merkir so eisini tað, at svínoyingar sum øll onnur, sum búgva á teimum smærri útoyggjunum ikki fáa leygardagsbløðini fyrr enn mánadag.
Trý størv
Við ikki færri enn trimum størvum verður Regin mettur sum ein álitismaður í bygdini. Umframt at vera bóndi, tekur hann sær eisini av húsarhaldsburturkastinum og so er hann avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni. Svínoyingar halda nógv av hesum manninum, sum er týdningarmikil fyri bygdina.
- Ein má vera sera eldhugaður og rættiliga brenna fyri tí, tá ein fæst við seyð, heldur hann, tí tað er altíð nóg mikið at takast við.
Regin, sum hevur fýra merkur og 120 áseyðir, heldur, at seyðurin hevur verið javnt góður í ár. Ongin framúr góður, men heldur ongin hinvegin.
Hagin hjá Regini gongur frá Høvdanum og heim í bygdina. Tað er ein rættiliga brattur hagapartur. Tað hugsar ein um, tá ein kemur siglandi framvið Svínoyar landinum við Másanum inn á Víkina.
Regin savnar alt burturkastið frá húsarhaldunum í bygdini og syrgir fyri, at tað verður flutt av oynni við Másanum til Hvannasunds. Tað verður so avheintað sama dag, sum burturkastið á Viðareiði.
Sum avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni er tað hansara uppgáva at verða til staðar, tá Másin kemur við vøru og øðrum til bygdina. So koyrir hann tað runt til tey ymisku støðini í bygdini. Og um Másin broytir ferðaætlanina, so veit Regin tað altíð, og hann boðar so frá hesum í bygdini.
Regin er føddur og uppvaksin í Svínoy, men hann hevur búð í Havn í 10 ár. Hann flutti so aftur til Svínoyar, sum 25 ára gamal og hevur búð har síðani.
Tað búgva gott 60 fólk í kommununi, men longu vetrarnar eru helst bert eini 40 fólk í bygdini.
Tað er sera hugnaligt at standa soleiðis og práta um leyst og fast í kjallaranum hjá Regini, men hann má sleppa at gera seg lidnan við upptakið, og vit hava eisini onnur ørindi í bygdini, so vit takka fyri og fara út aftur í vetrarluftina, sum angar av heystinum.