prógvað, at møguleikar eru at menna okkum aftur, sama hvussu stórt hóttafallið er. Her hava nógv hugsað um Gunnar á Líðarenda á sinni, tá ið hann fekk tvinnar kostir í at velja, annaðhvørt at flýggja úr [...] norðuri, sum eg tíverri noyddist at svíkja fyrradagin, tá ið tað barst mær frá at vera linjuverji til fótbóltsdystin millum politikararnar. Eg eri sera hørm um, at eg noyddist at svíkja tykkum í ÍSB, tí tit [...] neyðugt hjá okkum at brúka allan tann danska grundlógardagin, allan fríggjadagin, at fyrireika okkum til hesar samráðingarnar. Og eg hugsi, at tað eru mong við mær, sum fegnast um, at vit nú loksins eru
møguliga kundi sagt, at bretar við at skjóta upp fiskimarksmiðlinju longu í 1977, hava avskorið seg frá at krevja meir, so kann tað væl hugsast, at ein dómstólur hevði sagt, at tá hugt verður eftir tí [...] annars hava sagt. Vit eiga at gera okkum greitt, at orsøkin til, at tað verður so nógv fokuserað uppá Hvíta økið er tann, at her er er lítið og einki basalt, og tað merkir, at oljufeløgini hava fingið rættiliga [...] orsøkin er tann einfalda, at basaltfláirnar eru so tjúkkar, at tað hevur verið torført at fáa neyva vitan um, hvussu tað sær út niðri undir basaltinum. Tí er tað skeivt at siga, at tey mest áhugaverdu oljuøkini
føri at skapa karmarnar, og eyðvitað er, at tað hevur stóran skund at broyta skipanina. Skipanin má broytast beinanvegin. Hann vísti á, at tað tekur langa tíð at byggja upp álit, men onga tíð at missa [...] ikki serliga áhugavert at koma upp í skipanina, og nú umhugsa fleiri, sum eru partur av henni, at fara úr føroysku skrásetingini aftur. Vit hava tí gjørt av aktivt at arbeiða fyri at betra skipanina. Annfinn [...] kappingarfør Formaðurin segði, at tann útmelding, sum felagið fær frá sínum limum, er, at FAS-skipanin er ov dýr og tí ikki kappingarfør. Tí kann væntast, at vit fara at síggja eina útflagging, fyrst og
demokratiskum samfelag, at politikarar fáa tingsess, aftur fyri at leypa á ein minnilutabólk. Hvat sipar tú til? Slíkir politikarar noyðast at finna sær fíggindar, fyri at fáa fólk at geva sær atkvøður. Annar [...] hugt eftir gentum Nær vart tú greiður yvir at tú vart samkyndur? Eg dugi ikki at staðfesta nakað tíðarskeið ella ár. Bert tað, at eg við árunum fann útav, at tað fyri mítt viðkomandi var bara soleiðis [...] alment skulu játta sín sexualitet? Orsøkin til at samkynd noyðast at standa fram, er av tí at vit eru ein minniluti, sum eingi rættindi hava. Tað er neyðugt at gera vart við. Onnur gera tað, ið hvussu er
ein familja at vera verandi saman, eftir at seksuelt misbrúk er avdúkað, er neyðugt at gerningsmaðurin fer í viðgerð fyri at byrgja fyri, at misbrotið endurtekur seg. Eisini er neyðugt at familjan sum [...] barninum at finna út av, hvat samband tað skal hava við abban. Barnið sjálvt ynskir ofta at varðveita sambandið við abban, við tí treyt, at hann heldur uppat við at gera seg inn á tað. Tað ber til at koma [...] farin fram í familjuni. - Hinvegin er tað er ikki altíð, at øll í familjuni velja at taka støðu. Til ber eitt nú til at vera fastur at barninum og framvegis hava gott samband bæði við barnið og við abban
her. Hví fara tit ikki út at kanna allar serfrøðingar, sum annars eru settir og fara at seta nøvn á? - Eg eri als ikki áhugaður í at nevna nøvn. Eg sigi bara, at tað ljóðar, at annar av serfrøðingunum ikki [...] hildnar?. Tað má sigast at vera ein átala. Kanst tú so siga, at løgtingsgrannskoðararnir hava einki at finnast at tí, sum er farið fram? - Tað er so eisini alt í lagi. Tað er bara tað, at hvat skuldi Karsten [...] eg havi áhuga í er at fáa at vita, hvørjar kvalifikatiónir serfrøðingarnir hava havt, fyri at kunna sannførast um, at tú einki skeivt hevur gjørt. - Jú, men so mást tú trúgva uppá, at fyrisitingin, við
sigur frá, at hon kendi tað sum sína skyldu at skipa soleiðis fyri, at mamman kundi koma heim til sín at búgva. Hon setti sær eisini hetta fyri, og eftir at nakað av tíð var farin til at gera eina hóskandi [...] seg, og at enda var hon somikið birg, at hon so spakuliga kundi koma upp at ganga, um so var at onkur hjálpti henni. Kundi ikki fara heim Tá Hjørdis var búsitandi í Skúgvi, var ikki hugsingur um at lata hana [...] - Apopleksi rakar so at siga ongantíð á sama hátt, og tí hava ymsu sjúklingarnir tørv á hvør sínari viðgerð og viðferð. Eitt nú hevur tað almikið at siga, at sjúklingurin sleppur at gera sum mest sjálv
fyri, áðrenn vit aftur royna at fáa flogskiparan at tiga, og professaran at tala. Eiga at fara til verka Egelund, professari, er í donskum fjølmiðlum endurgivin fyri at siga at danski fólkaskúlin er »útkleimdur [...] avgerðir verða tiknar, tí tey vita, at eg fari beinrakin til verka. Eg havi altíð hildið, at best er at hava nøkur stevnumið at ganga eftir; stevnumið, sum síðani eiga at verða eftirmett, og brúkt, um dugur [...] tað ikki nóg mikið at siga, at vit halda, at børnini kunnu læra okkurt nýtt og spennandi. Kunnu tey tað, so skulu vit undir øllum vera før fyri at prógva tað fyrst, og síðani avgera, at júst tann spildurnýggja
sum smádrongur, at eg hevði hoyrt, at læknin hevði sagt, at tað at verða føddur við klumpfóti er arvaligt. Eg hugsaði, at so fóru míni egnu børn kanska eisini at fáa tað sum eg – altso at vera happað. So [...] ið nógv komu at tosa við um allar møguligar trupulleikar, sigur hann. Dreym um at lesa sálarfrøði Tað var meðan hann arbeiddi í TenSing, at áhugin kom at lesa sálarfrøði. – Nógv komu at práta við meg [...] meg, og tað kveikti mín áhuga at lesa sálarfrøði. Tey komu at práta um alt møguligt. Alt frá etingarólagi, at skera seg, at hava ótta, at stríðast við sjálvsálitið og annað, sigur hann. Eisini eftir árið
fólk, so er tað nóg mikið, at tú ert reellur og veitst, hvat tú tosar um. Hvat krevst fyri at ummæla? At tú dugir at meta um góðskuna á tingum. At tú ikki ert bangin fyri at traðka fólk á tærnar. Og tað [...] fekk eg nógvar ákoyringar fyri. Eg visti væl, at nøkur fólk fóru at halda, at tað var sera ókul, at eg helt, at Faroe5 var gott. Men tað slepst ikki uttan um, at Kári (Jacobsen, blðm.) ger fín poppløg og góðar [...] kontekstinum, sum tey eru í. At eg ummæli Árna & Marner fyri at vera Árna & Marner, og Tarira fyri at vera Tarira. Tað vil siga, at eg ummæli fólk út frá tí, tey royna at gera. Sjálvandi verður tað altíð