Politikarar kjósa sær fíggingar fyri tingsess

- Tað er nógv fyri, at politikarar noyðast at finna sær fíggindar, fyri at fáa fólk at geva sær atkvøður. Annar trupulleiki er, at politikarar á smáplássum ikki tora at góðtaka samkynd, tí vandi er fyri, at viðkomandi ikki verður afturvaldur, sigur Albert Johannessen, ein av fyriskiparnum á ráðstevnuni fyri samkynd í Norðurlandahúsinum

Dagny Joensen

Hann er ungur lítillátur maður, sum í stuttum vendingum roynir at lýsa sín veruleika, so sum hann nú einaferð er, tá ein er samkyndur.
Albert Johannessen er 32 ára gamal og útbúgvin á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna í 1992. Hann hevur arbeitt á smolt- og alibrúkinum á Norðtoftum, har hann eisini býr heima hjá foreldrunum.
Í frítíðini er hann saman við sínum vinfólkum og stuttleikar sær sum ungfólk flest. Bert er ein munur: Albert er samkyndur, men tað heldur hann ikki hevur verið nakar trupulleiki í felagslívinum hjá sær.
Vinfólkini vita, hvør hann er og hvat hann stendur fyri. Tað hevur hann ongantíð dult fyri teimum. Tey, sum góðtaka at hann er samkyndur, hava einki ímóti at tosa við hann um tað.
Hvat hini halda, sum ikki gera viðmerkingar til hansara serligu persónligu viðurskifti, veit hann ikki, men heldur, at møguliga orsøkin er, at tey eru ímóti samkyndum.
 Tað er meira ein trupulleiki hjá teimum. Tað fái eg einki gjørt við, sigur Albert Johannesen.
Í farnu viku var Albert Johannessen á ráðstevnu, sum felagið fyri ung og lesandi samkynd "Bogin" skipaði fyri, saman við ANSO felagskapinum. Bogin er felagsskapur, sum varð stovnaður 28 mai í ár, og Albert er næstformaður. Umframt henda felagsskapin fyri samkynd er eisini "Friðarbogin", sum varð stovnaður í 2002, og har er Albert eisini nevndarlimur.
Ráðstevnan undir heitinum "Kanariefuglar í kolanáminum" viðgjørdi viðurskiftini hjá samkyndum, teirra livihátt, triva og heilsu, sum serfrøðingar á ymsum økjum hildu fyrilestrar um, eins og kjakast varð um evnini aftaná.
Hevur ongantíð hugt eftir gentum
 Nær vart tú greiður yvir at tú vart samkyndur?
 Eg dugi ikki at staðfesta nakað tíðarskeið ella ár. Bert tað, at eg við árunum fann útav, at tað fyri mítt viðkomandi var bara soleiðis. Eg havi ongantíð hugt eftir gentum, sigur Albert og brosar varisliga.
 Hví er tað so umráðandi at gera vart við tey samkyndu?
 Tað er neyðugt, fyri at vit kunnu fáa somu rættindi og hini í samfelagnum. Tað ger tað sama um hini vita tað ella ikki. Tað er ikki tann stóri munurin.
 Hvussu ávirkar tað títt lív í gerandisdegnum?
 Sjálvur haldi eg ikki, at tað ávirkar mítt lív stórvegis. Eg livi sum onnur flest, við arbeiði og frítíð og tílíkum, sum ungdómurin fæst við.
Tilsaman búgva eini 500 fólk í Hvannasunds Kommunu.
 Er tað ikki torført at búgva á smáplássi, tá ein er samkyndur?
 Nei, tað haldi eg ikki. Tá tú altíð hevur búð har og ert vanur við at umgangast bygdafólkini, er tað eingin trupulleiki, sigur Albert og situr tigandi lítla løtu:
 Sjálvandi kann tað vera eitt sindur einsligt við hvørt, men tá hevur tú internetið, ber til at fáa samband við onnur samkynd. Tað bøtir um støðuna, sigur Albert, sum ikki veit um nøkur støð eru, har samkynd hittast - undantikið í Havnini.
Av og á frættist, at samkynd hittast á ávísum stað, men tá til stykkis kemur, møtir eingin upp. Hann veit ikki hví so er statt, men gitir at samkynd ikki tora at geva seg til kennar.
Vilja góðtakast sum minniluti
 Er tað ikki ein persónlig avgerð, um samkynd alment skulu játta sín sexualitet?
 Orsøkin til at samkynd noyðast at standa fram, er av tí at vit eru ein minniluti, sum eingi rættindi hava. Tað er neyðugt at gera vart við. Onnur gera tað, ið hvussu er, ikki fyri okkum, sigur Albert Johannessen.
 Á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum vóru 23 útlendsk umboð, sum lýstu umstøður og rættindi hjá samkyndum aðrastaðni. Tað var sera áhugavert hjá okkum føroyingum at frætta, serliga tí álopini frá politikararum og átrúnabólkum herheima eru so ágangandi, sigur Albert Johannesen.
 Hvat var ætlanin við hesi ráðstevnu?
 Tað var m.a. at gera vart við okkara støðu í Føroyum, og at frætta hvussu onnur samkynd liva og virka. Harnæst fingu vit gjørt vart við, at vit eru til og at vit eiga verða góðtikin á jøvnum føti við øðrum minnilutabólkum.
 Tað er umráðandi í hesum samfelag, av tí at fólk hava so nógv ímóti okkum, sigur Albert Johannessen.
Hann vísir á, at tað eru nógvir aðrir minnilutar í samfelagnum, sum verða góðtiknir, og setir spurnartekin við, um annar minniluti enn tey samkyndu vóru álopin av átrúnabólkum og politikararum, hevði samfelagið helst ikki góðtikið tað.
Kunnu einki gera við álopini
 Hví lata tit tað um tykkum ganga, uttan at mótmæla?
 Tað er einki grundarlag fyri at fara í hernað ímóti teimum, sum soleiðis leypa á okkum tí teir ikki góðtaka samkynd. Tað fáa vit einki gjørt við.
 Eg hugsi, at tað er meira átrokandi at fáa tey hóvligu í talu, um nakað munagott skal spyrjast burtur úr, sigur Albert Johannessen.
Hann er elsti sonur av fýra systkum, sum góðtaka at hann er samkyndur. Hann hevur tosað við mammu sína, og hon hevur einki at siga til tað. Hinvegin, hevur hann ikki tosað við pápa sín, sum er sjómaður, um hetta.
 Systkini hjá mær, sum øll búgva uttanlands, hava øðrvísi fatan av mínari støðu, av tí at tað er einki óvanligt er at vera samkyndur í teimum londum, har tey búgva. Serliga nógv havi eg tosað við lítlasystur mína. Vit bæði kunnu tosa um alt, og hon stuðlar mær eins og mamma og hini systkini og vinfólkini hjá mær.
 Hvat er neyðugt, fyri at bøta um viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum?
 Tað er neyðugt at broyta hugburð til samkynd her á landi, soleiðis, at vit verða góðkend sum samfelagsbólkur á jøvnum føti við aðrar. Vit vilja bert sleppa at vera til og fáa politisku skipanina at gera lógarbroyting-ar, á sama hátt sum gjørt verður fyri onnur í samfelagnum, sigur Albert Johannessen og leggur aftrat:  Tað var áhugavert at frætta á ráðstevnuni, hvussu langt tey samkyndu í Íslandi eru komin áleiðis. Bert eftir 25 árum eru tey samkyndu góðtikin sum samfelagsbólkur, og hava somu rættindi sum hini. Har verður tosað um at geva teimum samkyndu loyvi at giftast í kirkjuni.
Brúka Bíbliunar læru sum best ber til
 Skal tað eisini verða loyvt í Føroyum?
 Hví ikki, tá vit vilja hava somu rættindi og onnur? Hví brúkar Jenis og hinir Bíbliuna ímóti okkum, og ikki móti øðrum borgarum?
 Um alt í Bíbliuni skal takast bókstaviliga í dag, so er tað so nógv annað enn samkynd, ið ikki átti at verið góðtikið, men sum átrúnabólkar og politikarar lata eyguni aftur fyri. Tað er ikki bert tey samkyndu at fílast á, sigur Albert Johannesen og heldur, at tað er nógv fyri í einum demokratiskum samfelag, at politikarar fáa tingsess, aftur fyri at leypa á ein minnilutabólk.
 Hvat sipar tú til?
 Slíkir politikarar noyðast at finna sær fíggindar, fyri at fáa fólk at geva sær atkvøður. Annar trupulleiki er, at politikarar á smáplássum ikki tora at góðtaka samkynd, tí vandi er fyri, at viðkomandi ikki verður afturvaldur.
 Um vit fáa lógarbroyting á hesum øki, og verða góðkend sum ein minniluti í samfelagnum, dettur hesin trupulleiki burtur av sær sjálvum, sigur Albert.
Hann er eitt sindur vónsvikin av, at ikki fleiri samkynd komu á ráðstevnuna.
Hóast hann var til staðar allar dagarnar ráðstevnan var, komu bert fáir samkyndir persónar, sum búgva í Føroyum á stevnuna. Hann veit ikki, hví samkynd eru so bangin fyri at koma fram, og heldur, at tað er júst tað, sum gevur mótstøðufólkunum vind í seglini.
 Ein orsøk til at so fá møtti upp, kann vera, at ráðstevnan var lýst fyri lesandi, og kanska eisini hon ikki var nóg væl lýst framman undan. Hon var kortini almenn, og tí høvdu øll áhugað atgongd, sigur Albert Johannessen.
Álopini førdu til stuðul
Ráðstevnan endaði við stórfingnari skrúðgongu og røðum og sangi í miðbýnum.
 Tað var hugtakandi at vera við í skrúðgonguni, sum byrjaði í Norðurlandahúsinum. Vit vóru eini 100 í byrjanini, men so hvørt sum vit komu vegin fram, vóru kanska eini 200 - 250 fólk tilsamans, umframt nógv fólk, sum komu at lurta í miðbýnum.
 Á henda hátt kanst tú siga, at øll álopini á okkum í bløðum og loftmiðlunum hesa vikuna gjørdi, at fólk sýndu okkum størri stuðul, enn um álopini ikki høvdu verið. Tað vísir best, at vit kortini ikki standa einsamøll, sum mótpartur okkara vil vera við, sigur Albert.
 Fyri mær er tað heilt náttúrligt at vera samkyndur. Tað er kanska ein fyritreyt at tú góðtekur teg sjálvan, áðrenn hini kunnu góðtaka teg. Tí er tað eisini neyðugt, at vit sum persónar gera vart við hesi viðurskifti.
Framtíðarvónir?
 Fyrst og fremst vóni eg, at vit í Føroyum kunnu góðtaka samkynd, sum ein minniluta í samfelagnum, á jøvnum føti við aðrar í hesum landi. Harnæst vóni eg at finna ein, sum eg kann liva saman við, sigur Albert Johannessen.