Eg tími ikki at vera her. Hevði abbi bara latið meg fingið frið, hevði eg sloppið undan at sitið her. Reydligu kjálkarnir kennast heitir, sveittin spríkir út í hondunum, og tankarnar flúgva ígjøgnum høvdið á ungu gentuni, nú hon situr har í rættarsalinum og skal greiða frá, hvat hon hevur verið úti fyri.
Abbi hevur altíð verið góður við meg, men so fór hann undir at nema við meg, har hann ikki skuldi. At byrja við skilti eg ikki, hví hann nam við meg, og eg tordi heldur ikki siga nakað við mammu og tey, hugsar hon við sær sjálvari. Skal hon siga tað? Skal hon siga alt - eisini tað, sum hon ikki vil siga. Eyguni fjakka í rúminum. Her hevur hon ikki verið fyrr. Hon kennir seg ótrygga, hóast øll royna at hjálpa henni, og aftan fyri lúrir óttin alla tíðina.
Hvat fer at henda, tá ið eg havi sagt mína søgu. Mamma situr aftanfyri, hvørjum heldur hon við? Mær ella abba? Hann er jú pápi hennara, men eisini mamma mín. Hvat fer at henda um abbi verður dømdur, fer omma ongantíð at tosa við meg aftur?
Soleiðis kundu støðan og tankarnir verið, tá ið eitt av eymu og oyðileggjandi málunum um siðamisbrot var fyri í einum rættarsali í Føroyum.
Vit hava sett sálarfrøðinginum á Barnaverndini í Havn, Sigruni Samuelsen, stevnu til eitt prát um siðamisbrot. Í greinini verður serliga varpað ljós á familjuna hjá ofrinum, og hvussu familjan gongur um siðamisbrotið, har gerningsmaðurin er partur av familjuni.
Tættari tess torførari
-Ein 68 ára gamal maður fekk í dag tvey ára fongsulsrevsing fyri kynsligan ágang ímóti einari abbadóttir. Maðurin er ákærdur fyri kynsligan ágang móti abbadóttrini hjá sær í sjey ár frá 1992-99. Tá var gentan 6 til 13 ára gomul. (Tíðindini í ÚF 31.mars 2004)
Við jøvnum millumbili ber til at lesa og hoyra í fjølmiðlunum um siðamisbrot, har offrið og gerningsmaðurin eru partur av somu familju. Kynsligur ágangur móti børnum vekir nógvar sterkar kenslur, og flestu okkara mugu fáa ilt fyri hjarta at hoyra um slíkar tilburðir.
Andstygd og vaml teljast óiva millum skoðsmálini flestu fólk geva teimum, ið gera seg inn á smærri børn. Børnini fáa álvarsamt mein fyri lívið, og restina av lívinum verða tey noydd at liva við óhugnaligu hendingini. At siðamisbrotið er framt av familjulimi hjá barninum, ger ikki byrðuna lættari hjá barninum-heldur tvørturímóti. -Tað er altíð torførari hjá einum barni at koma fram við tí, tá gerningsmaðurin er ein partur av familjuni. Barnið veit fullvæl, at tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri familjuna, um siðamisbrotið kemur fram í ljósmála. Tættari sambandið er við gerningsmannin, størri kensluligar avleiðingar fær tað fyri barnið, greiðir Sigrun Samuelsen frá.
Familjur syndrast
Sigrun Samulsen fortelur, at siðamisbrot rørir alla familjuna hjá offrinum. Familjan gerst ómetaliga kedd av hendingini, og fer vanliga í eina álvarsama kreppu.
-Eru gerningsmaðurin og offrið úr somu familju, er tað ein enn størri skelkur fyri familjuna, enn um onkur uttanífrá hevur gjørt seg inn á eitt barn. Tað vil altíð føra við sær ein vanda fyri, at familjan verður upployst. Familjan verður noydd at fyrihalda seg til tvey fólk, tey eru góð við og hava tætt samband við. Er talan um eina abba, ið hevur gjørt seg inn á eitt abbabarn, er tað vanliga foreldrið at barninum, ið er í ætt við abban, sum hevur tað ómetaliga torført, vísir sálarfrøðingurin á barnaverndini í Havn á.
-At pápi tín hevur gjørt seg inn á dóttir tína, kann ikki annað enn seta eitt menniskja í eina kensluliga sera fløkta støðu. Kensluligt tilknýti er báðar vegir og trupult er at fata, hvussu eins egni pápi kann finna uppá at gera tílíkt við abbadóttrina. Hetta setir sjálvsagt álvarsligan kíla í sambandið millum faðir og dóttir. Eisini sambandið við ommuna at barninum kann gerast trupult og í summum førum ómøguligt, sigur Sigrun Samuelsen
Hon greiðir frá, at fleiri familjur syndrast av málum um kynsligan ágang innanhýsis í familjuni. Brotið kemst fyrst og fremst av, at familjulimir ikki trúgva upp á, at kynsligur ágangur er farin fram í familjuni.
- Hinvegin er tað er ikki altíð, at øll í familjuni velja at taka støðu. Til ber eitt nú til at vera fastur at barninum og framvegis hava gott samband bæði við barnið og við abban, greiðir Sigrun Samuelsen frá.
Hon leggur afturat, at í fleiri førum, har ein abbi ger seg inn á eitt abbabarn, vísir tað seg, at hann fyrr hevur gjørt seg inn á síni egnu børn. Hetta kann merkja, at mamman sjálv er misnýtt av pápa sínum, men ikki fyrr enn dóttir hennara verður útsett fyri tí sama, torir hon at koma fram við tí.
Sambandið kann halda fram
Tað er rættiliga ymiskt, hvussu familjur handfara siðamisbrot í familjuni. Onkur velir fullkomiliga at slíta sambandið við gerningsmannin, meðan aðrar velja ikki at taka frástøðu frá honum.
-Hóast eitt siðamisbrot er farið fram innanhýsis í familjuni, er familjan noydd at halda fram. Kjarnufamiljan slítur vanliga sambandið við gerningsmannin í eina tíð, men til eitt nú brúdleyp og føðingardagar kann henda, at familjan savnast aftur. Hjá familjuni er tað ein avbjóðing at finna røttu javnvágina, so allir partar kunnu virka í familjuni aftur, sigur sálarfrøðingurin á Barnaverndini í Havn.
Hon vísir á, at vanliga verður mælt til, at sambandið millum misnýtta barnið og gerningsmannin verður slitið í eina tíð.
- Talan kann vera um ein umsorgarfullan abba, sum barnið hevur havt gott samband við, men sum er farin um mark. Eftir misbrotið er tað ikki lætt hjá barninum at finna út av, hvat samband tað skal hava við abban. Barnið sjálvt ynskir ofta at varðveita sambandið við abban, við tí treyt, at hann heldur uppat við at gera seg inn á tað. Tað ber til at koma víðari og fáa eitt gott samband við í hesum føri abban aftur, heldur Sigrun Samuelsen, men tað krevur ofta hjálp uttanífrá.
Hon leggur afturat, at tað er ábyrgdin hjá teimum, ið varða av barninum, at syrgja fyri, at siðamisbrotið ikki hendur aftur. Eitt gott ráð er ikki at lata barnið einsamælt við gerningsmanninum, tí vandin fyri endurtøku vil ofta vera til staðar.
Kjarnufamiljan
Dømini omanfyri hava fyrst og fremst verið við einum abba og einum abbabarni. Er talan um kynsligan ágang frá einum pápa, mammu ella systkjum er støðan øðrvísi.
-Kjarnufamiljan er nærmasti umsorgargevari og trygdarnetið hjá barninum. Tað vanligasta er, at antin gerningsmaðurin ella barnið verður tikið úr familjuni. Oftast er tað gerningsmaðurin, men tað finnast dømið um eitt nú mammur, sum heldur vilja trúgva manninum enn barninum, greiðir Sigrun Samuelsen frá.
Barnið fer tá til eina fosturfamilju ella á barnaheim at vera. Sigrun fortelur, at flestu foreldur fara hvør til sín, um tað kemur fram, at annað foreldri hevur framt kynsligan ágang ímóti barninum.
- Er talan um ein pápa, er tað minni sannlíkt, at sambandið verður fullkomiliga slitið, tí sambandið við ein pápa ofta er sterkari enn til ein abba. Sambandið millum barn og pápa vil í tílíkum førum ofta vera undir eftirliti.Velur ein familja at vera verandi saman, eftir at seksuelt misbrúk er avdúkað, er neyðugt at gerningsmaðurin fer í viðgerð fyri at byrgja fyri, at misbrotið endurtekur seg. Eisini er neyðugt at familjan sum heild fær hjálp. Í øllum førum má tað vera ein fortreyt, at tað er heilt trygt hjá barninum at vera í familjuna aftur, vísir sálarfrøðingurin hjá barnaverndini í Havn á.
Kvinnur duga eisini
Í greinini hevur tað verði tikið fyri givið, at tað eru bert mannfólk, ið fremja kynsligan ágang ímóti børnum. Flestu málini um siðamisbrot snúgva seg um menn, ið ikki kenna sær hógv, men Sigrun Samuelsen fortelur, at í Barnaverdini vita tey eisini um kvinnur, ið misnýta børn.
-Tað er framvegis ógreitt hvussu ofta talan er um kvinnuligan ágang. Kvinnur fara vanliga stillisligari fram, og tað er eisini torførari at meta um, nær kvinnur fara um mørk. Ein orsøk til, at ikki fleiri mál um kynsligan ágang frá kvinnum er, at mørkini eru kámari millum mammu og barn enn pápa og barn. Ein mamma kann bera seg so at, at barnið kennir seg illa, men málið nýtist ikki koma fram, tí tað er torførari hjá barninum at áseta markið millum hvat er loyvt og ikki millum mammu og barn, sigur Sigrun Samuelsen at enda.