frøi fyri uppmøttu klaksvíkingarnar í høllini á Hálsi, ið høvdu havt uppaftur størri trupulleikar við at fylgja við sørvingunum uttan fyri vøllin. Men á vøllinum var eingin ivi, tá samanumkom, og tí [...] ferð var kortini stórur munur á, tí nú vóru servurnar betri og ikki minst størri stríðstvilji at síggja. Bóltarnir komu uppaftur og blokkurin fekk oftari og oftari fatur á teimum báðum størstu hóttanunum [...] sum ta hóttan, hon plagar at vera á SÍ-liðnum og vann fleiri avgerandi bóltar. Mjølnir var tó um reppið at taka settið og sigurin, tí klaksvíkskvinnur vóru enntá á odda 22-20, áðrenn SÍ aftur tók leiðsluna
at síggja í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá dysturin varð settur í gongd. Lítil ferð Um hetta ávirkaði hugburðin hjá leikarunum, skal eg lata verða ósagt, men í øllum var ferðin á spælinum ikki nakað serlig [...] ð ongantíð tað stóra upplivilsi. Ferð kom ongantíð á dystin, og teknisku villurnar, sum vórðu framdar, kunnu neyvan teljast á einari hond. Munurin á liðnum var snøgt sagt tann, at Neistakvinnurnar høvdu [...] at allir leikarar á báðum liðum hittast á miðjum vølli, eftir at dysturin er lokin, men hesu ferð hildu Rakul og Ann ikki, at hetta fór at loysa seg. Hóast tað mangan er heldur baldrut á vøllinum, so eigur
21, har øll eru vælkomin. Losjan í Havn Mánadagin 11. sept. kl. 20 verður minningarfundur. Rhema á Hálsi Fríggjakvøldið kl. 18-19 A.T.A.P. (barnaklubbi) Leygarkvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. [...] Frelsunarherurin Tórshavn Sunnudagin kl. 11 møti, Sofia Jacobsen talar. Eingin sunnudagsskúli, vit luttaka á Svangaskarði, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Major Tjåland talar. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin verður [...] verður eingin sunnudagsskúli. Bussur fer frá Hoyvíkar skúla kl. 12.45 til felags familjutiltakið á Svangaskarði, sum byrjar kl. 14. Tiltakið varir uml. 3 tímar, síðan verður koyrt aftur til Hoyvíkar skúla
ið Kyndil og StÍF dystaðust um í høllini á Hálsi mikukvøldið, tí hvørki av liðunum hevði vónir um at vinna meistaraheitið. Kyndil skuldi vinna fyri leggja trýst á StÍF, meðan strandingar óivað eru nøgdir [...] bak. Jóhan Danielsen í málinum hjá StÍF var betur upplagdur enn áður, og gongd kom á álopsspælið. Rættiliga ferð kom nú á dystin, og ofta gekk tað ov skjótt fyri seg, so at spælararnir ikki sjálvir megnaðu [...] tað var tí ein dyggur smeitur, tá hann ikki var at halda liðnum uppi. Eftir skaðan kom Costin bara á vøllin fyri at taka sær av brotskøstum, og tað kom hann væl frá. Bara tað eina av seks fór ikki í meskarnar
ið Kyndil og StÍF dystaðust um í høllini á Hálsi mikukvøldið, tí hvørki av liðunum hevði vónir um at vinna meistaraheitið. Kyndil skuldi vinna fyri leggja trýst á StÍF, meðan strandingar óivað eru nøgdir [...] bak. Jóhan Danielsen í málinum hjá StÍF var betur upplagdur enn áður, og gongd kom á álopsspælið. Rættiliga ferð kom nú á dystin, og ofta gekk tað ov skjótt fyri seg, so at spælararnir ikki sjálvir megnaðu [...] tað var tí ein dyggur smeitur, tá hann ikki var at halda liðnum uppi. Eftir skaðan kom Costin bara á vøllin fyri at taka sær av brotskøstum, og tað kom hann væl frá. Bara tað eina av seks fór ikki í meskarnar
H71-StÍF 24-30 (10-13) Hondbóltur Tað var eins og áskoðararnir uppi á Hálsi í Havn mikukvøldið beinan vegin fingu eina ábending um, hvønn veg tað fór at bera við dystinum millum H71 og StÍF. Ikki vóru [...] hesum, men fríspælingar hansara til viðleikaranar vórðu misnýttar á nærum skammiligan hátt. So við og við fingu strandingar tó betri skil á verjuna, men tað tóktist tó greitt, at ongantíð sluppu rættiliga [...] framt fleiri framúr góðar bjargingar, og hesar høvdu við sær, at H71 als ikki fekk umsett leikliga býti á vøllinum til ein tilsvarandi málmun. Serliga hesa fyrstu løtuna tóktist tað, sum um tað kundi gera tað
soleiðis at Áki Olsen kundi sita leikbanni av sær og tískil er til reiðar at fara á vøllin sunnukvøldið. Uppi á Hálsi verður so enn eitt umfar í stóra klassikaranum í føroyskari hondbóltssøgu, tá Kyndil [...] í løtuni, og liggja í løtuni á odda saman við Stjørnuni. Størsta ivamálið man helst vera, um Ioana Rapa verður før fyri at spæla sunnudagin. Seinasta vikuskifti sat hon á beinkinum allan dystin, og hóast [...] hava fingið eina greiða ábending um, hvussu støðan verður, tá ymsu feløgini fara í jólafrí Áki við á Skála Ein dystur verður longu leygardagin, tá Tjaldur og H71 bresta saman inni í Runavíkini. Hoyvíkingar
Tað er hósdagur, og tveir dagar eru til stóra FM-brakið í manshondbólti í høllini á Hálsi í Havn millum teir báðar risarnar í føroyskum manshondbólti, Kyndil og VÍF. Vit hava sett teimum báðum sterku [...] urin verður hart leiktur, og tað verða nógvar útvísingar. - Tað stendur nógv upp á spæl, og tað verður ivaleyst spælt á markinum, halda teir báðir. Teir fegnast í hesum sambandi um, at tað er altjóða føroyska [...] revsað hart. Janus Einar Sørensen og Agnar Joensen leggja tó dent á, at sjálvt um talan kann gerast um ein ógvuliga harðan dyst úti á vøllinum, so er alt hetta gloymt, tá ið dysturin er lokin. - Uttan
vóru ov negativir móti hvørjum øðrum, og tað oyðilegði liðið og spælið. Á fundinum avgjørdu vit, at vit skuldu broyta framferð á vøllinum, og síðani hevur tað gingið rættan veg. Soleiðis segði Rúni Weihe [...] seinnu hálvu skrivaðu vit, at ÍF kundi fáa avgerandi orð á, hvør fór at gerast Føroyameistari, og tað fingu teir. Í denn grad, fyri at siga tað á góðum føroyskum. Tí, fyri tveimum vikum síðani ? vikuna [...] steypafinaluna ? vóru fuglfirðingar í Sørvági og leiktu móti liðnum, sum hevði smurt teir av í høllini á Hálsi. Sjálvt um ÍF als ikki átti at vunnið hendan dystin, gjørdu teir tað og tann sigurin er beinleiðis
leikarunum á liðnum. Tað kann hon framvegis gerast, men altso ikki fyrr enn eftir 7. november. Í hinum dystinum sunnudagin skal VÍF á heimavølli royna seg móti uppflytarunum úr Sóljuni. Á pappírinum er [...] og serliga er tað toppskjuttin í deildini, Simona Dzikgyte, sum er orsøkin til hetta. Spenningur á Hálsi Hjá monnunum verða tríggir dystir hetta vikuskiftið. Uttan at vit skulu avgera hesar áðrenn teir [...] tað VÍF, sum eigur høllina í Vestmanna, tá H71 kemur á vitjan. Heldur ikki her eigur nakar sum helst ivi at vera um úrslitið, og spæla vestmenningar á bara nøkunlunda sama støði, sum teir hava gjørt higartil