Tað er hósdagur, og tveir dagar eru til stóra FM-brakið í manshondbólti í høllini á Hálsi í Havn millum teir báðar risarnar í føroyskum manshondbólti, Kyndil og VÍF. Vit hava sett teimum báðum sterku strikuspælarunum hjá liðunum báðum, Janus Einari Sørensen úr Kyndli og Agnar Joensen úr VÍF, stevnu í Miðlahúsinum at tosa um dystin, og hvussu teir vænta, at leikur fer.
Fáa neyvan líka lætt spæl
Kyndlamaðurin Janus Einar Sørensen er sannførdur um, at dysturin leygardagin als ikki fer at líkjast fyrstu finaluni, sum var leikt í Vestmanna seinasta sunnudag, og sum Kyndil vann greitt 28-23.
- Tá fingu vit rímuliga lætt spæl, og eg eri sannførdur um, at vit fáa ikki líka lætt spæl leygardagin. Eg rokni eisini við, at teir fara at mansverja Høgna (Klein, blðm.) frá fyrsta bríksli, tí hann var ógvuliga avgerandi sunnudagin, sigur Janus Einar.
Strikuspælarin hjá Kyndli sigur, at nú hava teir grønu úr Havn sjálvir møguleikan at avgera tað heila, meðan vestmenningarnir hava ryggin móti múrinum.
- Tað er kanska ein fyrimunur hjá teimum, tí vit hava alt at tapa. Eg rokni eisini við, at teir fara at koma sum lyn og torden frá fyrstu løtu, sigur Janus Einar Sørensen.
Ræður um at vilja
Strikuspælarin hjá vestmenningum, Agnar Joensen, heldur, at tað er eingin ivi, hvat fyrsta kravið hjá VÍF er, um Kyndil ikki skal fara avstað við gullinum leygardagin.
- Hjá okkum ræður tað fyrst og fremst um at hava viljan at vinna, tí uttan hann nyttar einki. Sunnudagin, tá ið vit spældu í Vestmanna, høvdu teir nógv meira vilja enn vit, og tað gjørdi munin. Um man ætlar sær meistaraheitið, skal man verða svangur, sigur Agnar Joensen.
Bardagi og nógvar útvísingar
Bæði Janus Einar og Agnar vænta, at finaludysturin verður hart leiktur, og tað verða nógvar útvísingar.
- Tað stendur nógv upp á spæl, og tað verður ivaleyst spælt á markinum, halda teir báðir.
Teir fegnast í hesum sambandi um, at tað er altjóða føroyska dómaraparið, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, ið skulu leiða dystin, tí teir plaga at hava eina góða linju, har hart spæl verður loyvt í ein ávísan mun, meðan svínskt spæl verður revsað hart.
Janus Einar Sørensen og Agnar Joensen leggja tó dent á, at sjálvt um talan kann gerast um ein ógvuliga harðan dyst úti á vøllinum, so er alt hetta gloymt, tá ið dysturin er lokin.
- Uttan fyri vøllin hava vit tað øgiliga gott saman. Spælararnir kennast væl, og hóast talan er um tvey lið, ið eru arvafíggindar, so er samanhaldið sera gott millum spælararnar á hesum báðum liðum, siga Janus Einar og Agnar.
Johnny verður ikki við
Í vikuni hava liðini bæði vant fram móti finaludystinum, men hvørki Janus Einar ella Agnar vilja avdúka ov nógv um, hvat teir hava vant.
- Vit hava vant ymiskt, men tað er neyvan nakað ókent. Tað skuldi eisini verið løgið, um teir nú skulu komið við onkrum kollveltandi, heldur Janus Einar Sørensen.
Agnar Joensen roknar heldur ikki við, at nakað av liðunum fer at koma við nøkrum heilt nýggjum, men hann sigur tó, at hjá teimum hevur stórur dentur verður lagdur á verjuna.
- Hjá okkum er tað einki sum eitur. Tað er verjan, ið skal vinna dystin fyri okkum, sigur Agnar.
Kyndil hevur alt fólkið hjá sær tøkt, og í Vestmanna eru næstan allir menn klárir. Eldri bróður Agnar, Johnny, var tó óheppið og meiðslaði sær eitt liðband í fótinum sunnudagin, og hann verður tí ikki við. Eisini er ivi, um ungi Regin Joensen verður førur fyri at spæla, tí hann hevur trupulleikar við knænum.
Báðir vænta at vinna
Spurdir, hvussu leikur fer, eru Janus Einar og Agnar tó ikki heilt samdir.
- Vit fáa 28 mál. Tað hava vit fingið ómetaliga ofta í ár og vunnið dystir. Vónandi verður tað nokk hjá okkum at vinna dystin, men tað skal verjan so syrgja fyri, sigur Janus Einar.
- Eg vænti ikki so nógv mál. Eg rokni við, at tað verður størri dentur lagdur á verjuna í hesum dystinum, og tað endar við, at vit vinna ein tepran sigur, sigur Agnar Joensen.
Bæði Janus Einar og Agnar eru tó samdir um, at tað verður liðið, ið rakar dagin, sum vinnur dystin, og so verður spennandi at síggja, um Kyndil fer avstað við gullinum, ella um ein triðja finala skal spælast í Vestmanna mikudagin.