nóg trygg, tí hon kann avlurtast og til ber at »hacka« seg inn á skipanina. Hetta ber ikki til við teimum nýggju GSM telefonunum, sum eisini fáa fyri ein slikk í útlandinum, eitt nú í Danmark. Har hevur [...] telefonunum verði heilt niðri á 25 oyrum fyri eina telefon. Til sammetingar kann nevnast, at NMT telefonirnar fáast úr góðum 1000 krónur, alt eftir góðsku. Tær bestu fyri umleið 3-4.000 krónur. So er spurningurin [...] sum hann er stjóri fyri. ? Føroya Tele er ein fyritøka, sum tá árið er av, skal hava vinning. Annars er úrslitið ikki nøktandi. ? Fara vit út í íløgur, sum longu frammanundan vísa seg at geva stórt hall
túsund. Men sum við øllum, so var tað ein spurningur um tíð, áðrenn framburðurin tók rættiligt dyk á seg og so broyttist príslegan. Føroyar eru ikki so vælegnaðar til fartelefoni, sum eitt nú Danmark, av [...] Suðuroynni eru tað Hvalba, Sandvík og Hov, sum ikki røkkast við eini NMT 450-telefon. Men ístaðin fyri at útbyggja soleiðis at hesar bygdir eisini komu við, valdi TFL at fara undir NMT900 skipanina. Ú [...] Eftir ætlan skuldi henda skipan setast í verk 1. juni, men av tekniskum ávum hevur hetta ikki latið seg gera. GSM útbyggingarætlanin er løgd soleiðis, at øll skipanin skal verða liðugt útbygd 1. januar 1999
brenna fyri enskum fótbólti, mugu finna sær eina aðra rás at síggja hann á. SvF kann ikki bara senda til ein lutfalsliga »smalan« hóp fyri so nógvar pengar. ? Tað mugu hyggjararnir hjá okkum smyrja seg við [...] kortini afturat, at hann ikki kennir tað øki nóg væl til at úttala seg um tað. Ikki so lítið hóast alt Hóast SvF mangan fær álvarsligt skot fyri bógvin, at teir ikki senda nóg nógvan ítrótt, so heldur tíðindastjórin [...] hjá SvF um ikki at senda úr bestu deildini í Onglandi ? Vit hava samráðst við Canal+ um rættindini fyri 99/2000, men prísurin var alt ov høgur til at vit vildu taka av. Í fjør kostaði tað okkum 330 túsund
slíkum felagi. - Eg eri av tí fatan, at tað er rættast at tað eina felagið hevur samráðingarrættin fyri kommunurnar, og tað er ikki óhugsandi, at tað verður eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur býr [...] tað er nakað, sum vit mugu hava í huganum, tá vit einaferð fara at hyggja at málinum. Tá tað snýr seg um skipan av felagnum, so er uppskotið um at felagið skal skipast á sama hátt sum Føroya Arbeiðsgevarafelag
Arbeiðarafelag, og øll »býararbeiðarafeløgini« uttan Havnar Arbeiðskvinnufelag, samráðast tí fyri seg sjálvan. Men fyri tað kann verða samsvar millumkrøvini hjá teimum ymsu feløgunum. Karl Johansen, formaður [...] allari viðger av fiski og øðrum, eru tey, sum er nógv ringast fyri, tá tað til stykkis kemur. Vit eru tann bólkurin, sum burturav er nógv ringast fyri.Tí er púrt eingin ivi um, at vit skulu hava eina lønarhækkan
n við Smyrli hevur verið so mikið stórur í summar, at pláss rætt og slætt ikki hevur verið umborð fyri bingjunum við fiskaslógvi. Tí hava tær staðið á bryggjuni í sólarhitanum í dagavís, meðan bíðað hevur [...] hann leggur dent á, at tað als ikki nyttar at keglast um sokallaða slógvtrupulleikan, tí um fólk seta seg niður við góðum sinni at loysa hann, so kann hann verða loystur beinan vegin. Fíggjarlig hóttan Sl [...] Seafood í Vági avskipaðu tey fisk í gjár, og í dag er einki virksemi á virkinum. Tað sama er galdandi fyri Delta Seafood á Tvøroyri. Men stjórin á Delta Seafood, Magnus Jespersen, sigur kortini, at verður
pávastólur, hevur umsíðir boygt seg fyri tí veruleika, at fakrørslan er ein týdningarmikil skipan í øllum samfeløgum, at ein sterk fakførsla er til frama bæði fyri fólkið og fyri vinnuna, hon ger at arbeið [...] rgrunnin, har útrokningar-grundarlagið fyri útgjaldið nú við lóg er gjørt munandi verri, so tað serliga er til ógagns fyri tey sum frammanundan eru ringast fyri við lágløntum og ójøvnum arbeiði. Og hugsi [...] undirbrotliga og bíðar við húgvuni í hond-ini, tolin og takksamur fyri teir náðismolar ið fella honum í lut - nei, nú kann hann krevja at máta seg við tann mætasta og sum samfelagsborgari er hann líkamaður við
er størri vandi fyri at tú fer at roykja, og um tú longu drekkur og roykir er vandin so aftur størri fyri, at tú fert yvir til tey sterkaru rúsevnini. ? Meira eigur at vera gjørt fyri at fáa betri skipað [...] Narkotika ? Eg havi ikki hoyrt tíðindini, men hetta varð eg ótrúliga glaður fyri at hoyra, sigur ein ógvuliga fegin Carl August Arge í telefonini, tá Sosialurin bað um eina viðmerking til handtøkurnar [...] drekking hjá ungum undir 18 minst ein eins stórur trupulleiki, sum tað, at ung nýta rúsevnir. ? Tað vísir seg, at alt ov nógv ung drekka ov nógv og ov tíðliga. Hetta er ein trupulleiki, ið verður tikin í ov lítlum
fíggja stevnuna Tað sigur seg sjálvt, at tað kostar pening at skipað fyri eini tílíkari stevnu, men tað sær út itl at hanga saman fíggjarliga. Fyritøkurnar gjalda ein ávísan kostna fyri fermeturin og tann parturin [...] Tað er ikki bara sum at siga tað, at skipa fyri einari sølustevnu, ella vørumessu, sum henda verður kallað. Birgir Poulsen, sum fyrireikar stevnuna, sigur við Sosialin, at hann byrjaði at arbeiða við hesari [...] fastan tátt, um tað er møguligt. Um tað er so, kemur henda stevnan at avgera. ? Ber henda vørumessan seg, so royna vit aftur næsta ár aftur, tað er vist. Góðar umstøður Birgir Poulsen er sera væl nøgdur við
døgum. Øll tey mongu uppskotini, sum vórðu løgd fyri tingið seinastu framløgudagarnar í mars, skulu nú viðgerast, og tað er næstan vónleyst at seta seg inn í øll mál. Trupulleikin er størstu hjá Kára P [...] P. Højgaard, sum er einsamallur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. ? Sjálvt teir stóru flokkarnir hava trupuleikar at fylgja við, so tað sigur seg sjálvt, at tað er øgiliga strævið hjá mær, sigur Kári [...] við allar flokkarnar, har tað varð heitt á øll um at virka fyri, at tingarbeiðið gjørdist meira støðugt, og at so nógv uppskot ikki vóru løgd fyri tingið í síðstu løtu. Men hetta hevur so at siga onga ávirkan