Heimasandsmenn eru í øðini inn á Føroya Tele, tí felagið ikki ætlar sær at seta GSM skipanina í verk á Sandoynni.
Sandoyingar eru samdir um, at tað kann ikki verða rætt, at tað ikki skal verða møguligt at brúka GSM telefonirnar heima á Sandi.
Støðan er tann sama tá tað ræður um NMT900 telefonirnar. Tær hoyrast í Skopun og uppi á vatninum millum Skopun og Sand, men so heldur ikki meira. Og orsøkin er tann, at skopuningar fáa signali av Streymoynni, har øki kring høvuðstaðin er so væl útbygt.
Fartelefoni virkar soleiðis, at tað verða settar nakrar basisstøðir upp ymsastaðni kring landið og tað er um hesar støðir, at tað fæst fatur á fartelefonfeløgunum kring landið. Sjálvandi alt eftir hvar teir eru staddir.
Í dag virkar bert NMT450 skipanin heima á Sandi og hon er ikki nóg trygg, tí hon kann avlurtast og til ber at »hacka« seg inn á skipanina. Hetta ber ikki til við teimum nýggju GSM telefonunum, sum eisini fáa fyri ein slikk í útlandinum, eitt nú í Danmark.
Har hevur prísurin á telefonunum verði heilt niðri á 25 oyrum fyri eina telefon.
Til sammetingar kann nevnast, at NMT telefonirnar fáast úr góðum 1000 krónur, alt eftir góðsku. Tær bestu fyri umleið 3-4.000 krónur.
So er spurningurin um tað kann verða rætt, at ein heil oyggj, skal haldast uttanfyri eina skipan, sum er tøkniliga møgulig. Hetta hava vit spurt Andras Róin, stjóra á Føroya Tele um.
? Tað sjálvsagt ikki er rætt at einki verður gjørt fyri Sandoynna, men soleiðis verður tað heldur ikki, sigur Andras Róin.
? Eftir teirri upprunaligu útbyggingarætlanini var ikki ætlanin at seta basisstøðir upp á Sandoynni, men henda ætlanin er broytt og tað er væl møguligt, at vit framskunda ætlaninar soleiðis at sandoyingar koma fyrr við enn ætlanin leggur upp til, sigur hann.
Andras leggur tó afturat, at tað verða óiva bara Skopun og Sandur, sum í fyrsta umfari koma við í GSM-netið og orsøkin til tað er tøknilig og peningalig.
? Tað kostar uml. 400 túsund at seta eina basisstøð upp og út frá einum búskaparligum sjónarmiðið verður tað ikki møguligt, at taka tær heilt smáu bygdirnar við, sigur hann.
Andras Róin vísir eisini til viðtøkurnar hjá partafelagnum, sum hann er stjóri fyri.
? Føroya Tele er ein fyritøka, sum tá árið er av, skal hava vinning. Annars er úrslitið ikki nøktandi.
? Fara vit út í íløgur, sum longu frammanundan vísa seg at geva stórt hall, so hava vit ein trupulleika at røkka úrslitinum um yvirskot, og so er okkara arbeiðið heldur ikki nóg gott, sigur hann.
Føroyar toførar
til GSM
Andras Róin sigur, at Føroyar eru torførar til GSM skipanina, tí hon er so viðbrekin fyri fjøllum og teimum hava vit sum kunnugt ríkiligt av í Føroyum.
Í Føroyum eru nógvar smábygdir, sum »fartelefoniskt« liggja soleiðis fyri, at tær bert røkkast av sjónum, og ein slík skipan er ikki møgulig.
? Men GSM skipanin gevur eisini møguleika at nýta »spegl« til at víðarisenda signalini við, og tann møguleikan eru vit í holt við at kanna nú, sigur Andras Róin.
Eridium skipanin kann verða ein møguleiki
Tøkniliga menningin er ikki steðga upp og minni enn so.
Í hesum mánaðinum verður ein satelittur skotin upp, sum skal hava júst tað endamálið at veita fartelefonsamband til slík avsíðisliggjandi støð.
Henda skipanin verður kallað Eridium skipanin og Andras Róin metur, at hon kann verða ein møguleiki, fyri smáplássini.
? Tað er væl hugsandi at henda skipanin kann fara at verða ein hjálp í framtíðini. Í byrjanini fer prísurin at liggja onkustaðni millum 15 og 20 krónur um minuttin, umframt at felagin skal hava eitt serligt apparat. Men eg rokni við at tá ein tíð er fráliðin, so er prísurin komin nógv longur niður og so er spurningurin um tað ikki er vert hjá okkum at fara at gera nýtslu av teirri skipanini, sigur Andras Róin, sum leggur afturat, at vit í hesum føri bara kunnu bíða og hyggja
Tikin í brúk í oktober
Eftir upprunaligu ætlanini skuldi GSM skipanin verði tikin í brúk 1. juni, men hetta var útsett.
? Orsøkin er, at tað í altjóða fartelefoni er eitt krav, at dataupplýsingarnir um hvørja samtalu, skulu verða útlendska operatørinum í hendi í seinasta lagið 36 tímar eftir samtaluna, sum útlendingurin hevur gjørt í Føroyum og júst henda partin kláraðu vit ikki.
? Krøvini í samband við Roaming avtalur eru sera strong, og tí hava vit útsett tíðspunkti. Men hálvan oktober verður skipanin tikin í brúk fyri føroysku felagarnar, sigur Andras Róin.
? Útlendsku felagarnir mugu so bíða til í seinasta lagið 1. januar, tá roamingavtalurnar eru komnar upp á pláss.
Sandoyggin digitaliserað
Andras Róin vil tó siga sandoyingum at tað er ikki alt, sum er keðiligt teirra vegna.
? Vit fara at digitalisera sandoynna nú og tað er 5 ár áðrenn ætla. Hetta er eitt projekt, sum kostar umleið tríggjar milliónir og tað fer at gera telefontænastuna í oynni munandi betri, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele at enda.