oyggjarnar) uttan dyst í innleiðandi bólki A í HM-endaspælinum í manshondbólti, ið er í Egyptalandi í hesum døgum. Dysturin skuldi eftir ætlan spælast klokkan 17 seinnapartin í dag. Orsøkin er, at Kap [...] spælarar í HM-hópinum hjá Kap Verde hava fingið staðfest Korona. Bæði Kekkia og USA góvu avboð til HM-endaspælið áðrenn tað yvirhøvur byrjaði, orsaka av ov nógvum Korona-tilburðum í hópunum. Fyrst í árinum [...] árinum var Kekkia ein bummtúr í Føroyum, og kundi ikki spæla EM-undankappingardyst á Hálsi í Havn, tí átta spælarar hjá Kekkia høvdu fingið staðfest Korona.
kunnu rætt og slætt ikki bjóða nólsoyingum ella fólki í Føroyum yvirhøvur hesar umstøður í 2020. Tí heita vit í Tjóðveldi beinleiðis á landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, og á løgmann um [...] atløguviðurskiftini ikki nøktandi – hvørki í Nólsoy ella í øðrum oyggjum. Nólsoyingar standa tí aftur í eini støðu, har hvørki fólk ella farmur kunnu flytast í gerandisdegnum á nøktandi hátt. Fólk, ungdómur [...] Nú er málið fult hjá nólsoyingum. Í langa tíð hevur ferðasambandið ikki verið nøktandi. Og harafturat eru javnan broytingar, ið gera sambandið uppaftur verri. Nú seinast, varð Ternan send á sleipistøð
hugsan, sigur Jens Mortan Mortensen, prestur í Hvalba. Les samrøðu við Jens Morten Mortensen í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum í dag er borið í hvørt hús í Føroyum. [...] hjá prestinum í Hvalba, Jens Mortan Mortensen. Hann skal í ár halda ólavsøkuprædikuna. - Kann guðstænastan við tónleiki, sálmasangi, liturgi og prædiku savna fólk, so tey kenna felagsskap í kirkjurúminum [...] m, so eri eg fegin, sigur Jens Mortan Mortensen. - Vit liva í eini tíð, har fólk tosa um innihaldið í lívinum og umrøða lívsvirðini. Fólk fara pílagrímsferðir og hugsa um børnini, skúlan, náttúruvernd
sigur Jens Martin Knudsen í samrøðu við FM1 aftaná seinasta EM-undankappingardystin hjá Lars Olsen og Føroyum í hesari undankappingini. - Vit høvdu einaferð Guðjón Þórðarson í stoypiskeiðini, men tá vóru [...] Martin Knudsen tók eisini samanum EM-undankappingina í síni heild, har verjuspælið hevur verið undir miðal í mun til tær undanfarnu undankappingarnar í hesum áratíggjinum. [...] er ikki í iva. Guðjón Þórðarson, ið vandi NSÍ farna kappingarár er rætti maðurin at taka við starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari. - FSF fær ikki ein slíkan møguleika aftur at seta ein mann í starvið
leitaðu vit viðhvørt í blindum, tí CTD var eitt spildurnýtt og ókent fyribrigdi – eisini í heimshøpi. Í dag er altjóða áhugi fyri okkara royndum og fyri granskingini, sum er gjørd í Føroyum um CTD. [...] ein serlækna í hjartasjúkum afturat. Tað er Jan Rasmussen, sum nú er settur í fast starv sum hjartalækni á Landssjúkrahúsinum, sigur Landssjúkrahúsið. Tað merkir, at nú eru fýra hjartlæknar í føstum starvi [...] lá annars ikki í kortunum, at Jan skuldi gerast hjartalækni, tí tá hann fór undir medisinlesturin, droymdi hann um at gerast ortopediskur skurðlækni. Tað broyttist tó, tá ið hann var í turnus á Landss
Tey sjey føroysku træskipini, sum hava verið á rundferð í Danmark, eru nú á veg til Hetlands. Tey hava verið á rundferð í Danmark í sambandi við at tað nú eru 100 ár síðani, at føroyska flaggið, Merkið [...] leggja at landið í Lerwick í Hetlandi á veg heim aftur. Tilsamans eru 82 fólk við teimum sjey skipunum, Westward Ho, Johanna, Norðlýsið, Thorshavn, Dragin, Norðan og Heimdal. Tey eru nú mitt í Norðsjónum á [...] á veg til Hetlands og tey vænta at leggja at í Lerwick í morgin ári. Í Hetlandi verður nógv gjørt burtur úr. Tað vera almennir myndugleikar, sum taka ímóti skipunum og tey verða eisini opin fyri almenninginum
bara umboðað B36 í bestu deildini í Føroyum, har hann eisini hevur verið liðskipari. Hann hevur vunnið FM tríggjar ferðir við B36 og vann Løgmanssteypið í fjør. Odmar Færø sigur víðari í samrøðuni við Norlýsið [...] sáttmála við Odmar Færø fyri kappingarárini 2020, 2021 og 2022. 29 ára gamli Odmar Færø hevur í 2019 spælt í HamKam í næstbestu norsku deildini. - Stutt eftir at eg fór, so bleiv konan við barn. Eftir at hava [...] So setti KÍ seg í samband við meg sum einasta felag, ið tosaði við meg. KÍ gav mær eitt øgiliga gott tilboð við góðum møguleika at flyta til Klaksvíkar og arbeiða her, sigur Odmar Færø í samrøðu við Norðlýsið
oyggjarnar í dag. Fólk ganga úti í t-shirtum, og summi hava enntá funnið sær shortsini fram. Lýkka er í luftini, og várið er komið. Sambært donsku veðurstovuni DMI fer góða veðrið at halda fram í nakrar dagar [...] luftin streymar framvið Føroyum úr suðri og útsynningi, seinni úr eystri. Í dag er sól, men tað verður møguliga eisini mjørki í støðum. Restina av degnum verður hitin millum 8 og 13. Í kvøld verður talan um [...] skýggjað - men tað verður ikki kalt, tí hitin fer at liggja um 8 stig. Í morgin verður lot til andøvsgul, 5 til 10 m/s, og tað verður klárt í veðrinum. Sólglottar verða at hóma - hitin verður um 10 stig. Tað
League dystirnar. Landsliðsspælarin er uppvaksin í HB og var eitt skifti í 2014 og 2015 aftur í HB. Hartil ljóðar at framtíðin hjá Andreas Breimyr er óviss í høvðusstaðarfelagnum. Hann skuldi styrkja um miðvøllin [...] eygað upp í Føroyum. Nógv bendir á, at hetta kann verða eitt spennandi flytingarvindeygað fyri HB, sum leitar eftir styrki. In.fo hevur fingið upplýst frá keldum, at René Shaki Joensen er í samráðinum [...] uppgávuna megnaði hann fyrstu dystirnar og situr nú uttanfyri við skaða. HB skal í annaðkvøld spæla móti KÍ í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 1-1.
hvussu veðrið hevur verið hvønn dag í árini. – Eg síggi, at í 2009 og í 2010 vóru jólini hvít. Tó fór at regna annan jóladag í 2010, segði Birgar Johannesen við in.fo í fjør, tá vit fregnast eftir hagtølum [...] Hvussu fegin vit so vilja tað, so er tað als ikki vanligt í Føroyum, at kavi er á jólum. Og heldur ikki í ár boða veðurfrásøgnirnar frá kava á jólum. Veðurforsøgnirnar boða frá lýggjum veðri næstu dagarnar [...] verður niður í trý stig. Annars verður tað upp í sjey stig. Hann boðar ikki frá nógvum avfalli á jólum, og vit kunnu vænta okkum nakrar turrar dagar millum jól og nýggjár. Men tað er ein maður í Havn, sum