Altjóða hondbóltssambandið, IHF hevur dømt Týskland at vinna 10-0 á Kap Verde (Grønhøvdaoyggjarnar) uttan dyst í innleiðandi bólki A í HM-endaspælinum í manshondbólti, ið er í Egyptalandi í hesum døgum.
Dysturin skuldi eftir ætlan spælast klokkan 17 seinnapartin í dag.
Orsøkin er, at Kap Verde megnaði ikki at stilla eitt lið við nóg mikið av spælarum, ið kundu vísa eina negativa Korona-test.
IHF hevur tó ikki blakað Kap Verde úr HM-endaspælinum. Um Kap Verde tíðliga týsdagin megnar at hava 10 spælarar við einari negativari Korona-test, so sleppur Kap Verde at spæla triðja og seinasta bólkadystin móti Uruguay.
IHF krevur, at minst ein av hesum 10 spælarunum er málverji fyri, at dysturin skal gjøgnumførast.
Kap Verde hevur sum er bara níggju spælarar, ið kunnu vísa eina negativa Korona-test. Heili 13 spælarar í HM-hópinum hjá Kap Verde hava fingið staðfest Korona.
Bæði Kekkia og USA góvu avboð til HM-endaspælið áðrenn tað yvirhøvur byrjaði, orsaka av ov nógvum Korona-tilburðum í hópunum. Fyrst í árinum var Kekkia ein bummtúr í Føroyum, og kundi ikki spæla EM-undankappingardyst á Hálsi í Havn, tí átta spælarar hjá Kekkia høvdu fingið staðfest Korona.