Odmar Færø til KÍ

- KÍ hevur givið mær eitt øgiliga gott tilboð, sigur landsliðsmiðverjin

KÍ hevur gjørt sáttmála við Odmar Færø fyri kappingarárini 2020, 2021 og 2022. 29 ára gamli Odmar Færø hevur í 2019 spælt í HamKam í næstbestu norsku deildini.

- Stutt eftir at eg fór, so bleiv konan við barn. Eftir at hava viðgjørt støðuna við konuna nakrar ferðir blivu vit samd um, at tað var best at koma heim aftur. So setti KÍ seg í samband við meg sum einasta felag, ið tosaði við meg. KÍ gav mær eitt øgiliga gott tilboð við góðum møguleika at flyta til Klaksvíkar og arbeiða her, sigur Odmar Færø í samrøðu við Norðlýsið.

Miðverjin hevur annars bara umboðað B36 í bestu deildini í Føroyum, har hann eisini hevur verið liðskipari. Hann hevur vunnið FM tríggjar ferðir við B36 og vann Løgmanssteypið í fjør. Odmar Færø sigur víðari í samrøðuni við Norlýsið, at hann einki ringt hevur at bera B36, men at hann heldur at tíðin er komin at royna okkurt nýtt í føroyskum fótbólti.

Odmar Færø, sum hevur spælt 28 landsdystir fyri Føroyar, er ikki við landsliðnum hesaferð. Hann er skaddur. Hann spælir restina av árinum við HamKam, áðrenn hann byrjar í KÍ til komandi kappingarár.