Summar og sól: Góða veðrið heldur fram alt vikuskiftið

Lýkka er í luftini

Sólin skínur bæði oman og niðan um allar oyggjarnar í dag. Fólk ganga úti í t-shirtum, og summi hava enntá funnið sær shortsini fram. Lýkka er í luftini, og várið er komið.

Sambært donsku veðurstovuni DMI fer góða veðrið at halda fram í nakrar dagar aftrat. Talan er um eitt hátrýst, sum spakuliga flytir seg móti norði, og heita luftin streymar framvið Føroyum úr suðri og útsynningi, seinni úr eystri. 

Í dag er sól, men tað verður møguliga eisini mjørki í støðum. Restina av degnum verður hitin millum 8 og 13. Í kvøld verður talan um eitt andøvsgul, og tað verður skýggjað - men tað verður ikki kalt, tí hitin fer at liggja um 8 stig.

Í morgin verður lot til andøvsgul, 5 til 10 m/s, og tað verður klárt í veðrinum. Sólglottar verða at hóma - hitin verður um 10 stig. Tað verður turt, og seinni á degnum verður enn heitari - millum 10 og 15 hitastig, um náttina millum 5 og 8 hitastig.

Góða veðrið heldur í øllum førum fram alt vikuskifti. Men leygardagin kann eitt sindur av regni væntast onkrastaðni í landinum.