Áttandu jólini uttan kava

Hvussu fegin vit so vilja tað, so er tað als ikki vanligt í Føroyum, at kavi er á jólum. Og heldur ikki í ár boða veðurfrásøgnirnar frá kava á jólum.

 

Veðurforsøgnirnar boða frá lýggjum veðri næstu dagarnar. Minsti hiti verður jóladag, tá tað verður niður í trý stig. Annars verður tað upp í sjey stig. Hann boðar ikki frá nógvum avfalli á jólum, og vit kunnu vænta okkum nakrar turrar dagar millum jól og nýggjár.

 

Men tað er ein maður í Havn, sum fylgir sera væl við veðrinum. Tað er Birgar Johannesen, sum hvønn dag síðani 2008 hevur skrivað niður, hvussu veðrið hevur verið hvønn dag í árini.

 

– Eg síggi, at í 2009 og í 2010 vóru jólini hvít. Tó fór at regna annan jóladag í 2010, segði Birgar Johannesen við in.fo í fjør, tá vit fregnast eftir hagtølum um kava og jól.

 

– Eg byrjaði at skriva niður veðrið hvønn dag í 2008, so eg havi einki longur aftur enn tað, segði hann.

 

Hann vísti annars á, at onkrar av hinum jóladøgunum hevur okkurt smávegis verið av vátakava, men ikki hvít jól.

 

Skulu vit trúgva veðurtíðindunum, so verða hetta áttandu jólini uttan kava.