Tað er líkt til, at tað bara verður ein broyting á landsliðnum til dystin móti Andorra. Venjingin í dag gav ábendingar um, at einasta broytingin verður at Fróði Benjaminsen byrjar inni fyri Róald Jakobsen [...] løtt uppgáva Eftir dystin í Portugal helt Lars Olsen fyri, at tað var ein møguleiki at halda fram við somu spælskipan. Spurningurin er so um tað riggar eins væl, tá føroyska liðið í størri mun skal leypa
avbjóðingin, men tað vísti seg at verða streymviðurskiftini, sum høvdu størstu ávirkanina. Tað vísir seg, at ringarnir við smolti, ið hava verið á Sandvág, hava ligið í einum øki, har tað eru harlig str [...] royndunum komadi vár. Tað sigur Fiskaaling í tíðindaskrivi í dag. Í eina tíð hevur verið roynt at ala í meira harðbalnum økjum í Føroyum. Millum annað hevur Sandsvág verið nýtt. Væntað var, at aldurnar fóru [...] at nógvur fiskur doyði. Í vár verður tó roynt aftur. Hesuferð verða ringar við smolti lagdir longur inni á vágni, har streymviðurskiftini eru lagaligari. Øystein Patursson, granksari á Fiskaaling, sigur
andlitið og small í asfaltið, men eftir tað, fekk hann eisini eitt spark í høvdið ímeðan hann lá. Hann misti vitið og tað fyrsta, hann visti aftur til sín, sat hann inni í klubbanum, har onkur helst hevur hjálpt [...] Løgreglan í Havn sóknast nú eftir vitnum, sum kunnu hjálpa teimum at loysa eitt mál um grovan harðskap. Tað var um tvey tíðina sunnunáttina, at ein ungur maður brádliga, og uttan ávaring, varð álopin av fleiri [...] álopin. So hevur nakar sæð tilburðin frættir løgreglan fegin. Maðurin fekk nakað av skaða. Ringast varð tað fyri hondina og hann mátti leggjast undir skurð og fær tískil onki gjørt næstu tíðina.
League. Áðrenn spældi hann við Bournemouth í ensku aðru deild. Tað hevur tó ikki gingið eftir vil hjá Bradford, tí liðið liggur á 17. plássi. Tað er tó eingin loyna, at felagið miðar eftir at flyta uppaftur [...] standa seg í Premier League, men tað eydnaðist teimum at spæla í bestu deildini í tvey kappingarár. Claus Bech Jørgensen spældi allan dystin leygardagin, og úrslitið var gott. Portsmouth legði seg framum [...] Claus Bech Jørgensen, sum hevur familjubond í Føroyum, er komin á liðið hjá Bradford. Claus byrjaði inni fyri fyrstu ferð í enska felagnum, tá Bradford vann 3-1 á Portsmouth um vikuskiftið. Hetta er fyrsta
Luhansk-fylkinum hava longu síðan 2014 verið stýrdir av russiskt sinnaðum leiðarum. Tað var longu fyrr í dag, at tað frættist um gøtubardagar í Sievjerodonetsk, og her halda bardagarnir so fram. Lítið [...] hevur lagt eini boð út á Telegram, og tað er statsliga ukrainska tíðindastovan, Ukrinform, sum endurgevur. Sambært guvernørinum hava russiskar herdeildir gjørt framtøk inni í býnum, og nú royna ukrainskar deildir [...] dagar verið fyri hørðum russiskum álopum, og sum skilst liggja stórir partar av býunum í knúsi. Um tað fer at eydnast russisku deildunum at hertaka hesar báðar býirnar, hava russar so at siga eftirlit við
Var eingin Nólsoyggj, var heldur eingin Havn, og fyri tey flestu ber heldur ikki til at ímynda sær Havnina uttan Nólsoynna, tí tú sært neyvan eina góða mynd av Havnini, uttan Nólsoyggin eisini er við. [...] túrur. Eisini er ferðaætlanin á Hestleiðini løgd soleiðis, at tað ikki ber til at búgva í Hesti og røkja eitt vanligt arbeiði ella skúlagongd inni á fastlandinum, tí fyrraparturin er hálvgum liðugur, áðrenn [...] ikki altíð so nær, sum hon átti at verið, tí hóast túrurin sjóvegis bara tekur eina góða løtu, so er tað ikki altíð, at Strandferðslan maktar uppgávuna og røkir Nólsoyarleiðina til fulnar. Ferð eftir ferð
ljóðførum. Tað var eitt inniligt rúm, vit traðkaðu inn í, tá vit settu okkum niður í myrkalagda høli í Gulu Smiðju í Saltangará. Áhoyrarnir vórðu settir rundan um sjálvan framførsludepilin, sum var í miðjuni [...] uppá at leggja nøkur orð eftir sær. Bað um tey. Tað er sjálvandi fyrst og fremst grundað á dugnaligu tónlistakvinnurnar og tónleik teirra. Og so er tað tí, at hendan verkætlanin hevur týdning. Skal ikki [...] eigur yrkingina og lagið verður við á komnadi útgávuni hjá Guðrið. Ein innilig og vælsamanspæld framførsla, sum enn rusast í kroppinum. Tað er altíð so bergtakandi at hoyra og eygleiða hvussu hesar kvinnurnar
Sjúkrakassa í 1990, og var hann tað, til hann segði seg frá í 1998, men ístaðin var hann valdur til nevndarlim. Hann hevur verið formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya síðan 1986. Hann var sostatt framvegis [...] Nú hann doyði, var hann formaður í Felagsnevnd Føroysku Fráhaldsfelaga. Hann var eisini í redaktiónsnevndini av 100 ára ritinum hjá losjuni Støt Viljen, sum kom út í 2005. Tórbjørn var giftur við Eyðbjørg [...] 71 ára gamal. Tórbjørn Mikkelsen var havnarmaður, sonur Ásu, f. Haraldsen og Gunnar Mikkelsen. Hann vaks upp á Trapputrøðni við Tinghúsvegin. Øll síni virknu ár var Tórbjørn í starvi á Gjaldstovuni ?
heit og frostið, sum var sunnunáttina, var burtur. Hóast kavaælingur var av og á sunnudagin, var gott at koyra sunnukvøldið, og vegirnir vóru sum heild táir. Mánakvøldið og týsnáttina var aftur frost og rættiliga [...] onkur fegnast. Síðsta leygarkvøld var krapi og hálka millum fjalla og eisini niðari á vegunum. Sunnunáttina var frost, so illa var koyrandi og gangandi, um tú ikki var skøddur. Seinnapartin sunnudagin, [...] rættiliga hált, og soleiðis var eisini tíðliga týsmorgunin. Bæði mánakvøldið og týsmorgunin var av fagrasta veðri, týsmorgunin spegilsklárt og lítið lot høgt. Veðurmenninir hjá SvF søgdu mánakvøldið frá
um hann og inn í tóma B36-málið, og so var støðan 1-0 til B36. Í seinna hálvleiki misti felagsliðið úr Sundalagnum tað mesta av sýnum flogið, og í staðin var tað B36, sum nú setti seg á dystin. Teir royndu [...] ingin var á skránni. Hetta er ein kapping millum trý tey ovastu liðini frá farna kappingarári umframt KÍ, so luttakandi liðini í ár vóru HB, EB/Streymur, B36 og KÍ. Fyri nøkrum vikum síðani var lutakast [...] Ronnie Samuelsen, sum var staddur á miðjum vølli. Hann skuldi senda ein langan bólt inn um B36-verjuna til Arnbjørn Hansen, men bólturin bleiv alt ov langur, og sá út til at enda inni hjá Jákupi Mikkelsen