Leita eftir vitnum til grovan harðskap

Løgreglan í Havn sóknast nú eftir vitnum, sum kunnu hjálpa teimum at loysa eitt mál um grovan harðskap

Tað var um tvey tíðina sunnunáttina, at ein ungur maður brádliga, og uttan ávaring, varð álopin av fleiri monnum í Klubbagarðinum.

Hann fekk fleiri sløg í andlitið og small í asfaltið, men eftir tað fekk hann eisini eitt spark í høvdið, meðan hann lá.
Hann misti vitið og tað fyrsta, hann visti aftur til sín, sat hann inni í klubbanum, har onkur helst hevur hjálpt honum inn.
Álopið kom so óvæntað, at hann hevur ikki ánilsi av, hvørjir álopsmenninir eru, og løgreglan stendur tí fullkomiliga á berum.
Hann veit seg heldur ikki hava nakrar óvinir, og tískil hevur hann onga hóming av, hví hann skuldi verða álopin.
So hevur nakar sæð tilburðin frættir løgreglan fegin.
Maðurin fekk nakað av skaða. Ringast varð tað fyri hondina, og hann mátti leggjast undir skurð og fær tískil onki gjørt næstu tíðina.