Harðir bardagar eru í Sievjerodonetsk í kvøld

Sievjerodonetsk og grannabýurin, Lysytsjansk, hava í fleiri dagar verið fyri hørðum russiskum álopum, og sum skilst liggja stórir partar av býunum í knúsi.

Sambært guvernørinum í ukrainska býnum, Sievjerodonetsk í Luhansk-økinum har eysturi í landinum, eru harðir gøtubardagar í býnum í kvøld. 

 

Serhij Haida, sum guvernørurin kallast, hevur lagt eini boð út á Telegram, og tað er statsliga ukrainska tíðindastovan, Ukrinform, sum endurgevur.

 

Sambært guvernørinum hava russiskar herdeildir gjørt framtøk inni í býnum, og nú royna ukrainskar deildir at reka russisku deildirnar úr aftur býnum.

 

Sievjerodonetsk og grannabýurin, Lysytsjansk, hava í fleiri dagar verið fyri hørðum russiskum álopum, og sum skilst liggja stórir partar av býunum í knúsi.

 

Um tað fer at eydnast russisku deildunum at hertaka hesar báðar býirnar, hava russar so at siga eftirlit við øllum Luhansk-fylkinum.

 

Men, partar av Luhansk-fylkinum hava longu síðan 2014 verið stýrdir av russiskt sinnaðum leiðarum.

 

Tað var longu fyrr í dag, at tað frættist um gøtubardagar í Sievjerodonetsk, og her halda bardagarnir so fram. Lítið man vera at ivast í, at her fara nógvir hermenn at liggja eftirá.