EB/Streymur og HB sigraðu í hálvfinalunum

Tvey tey ovastu liðini frá farna kappingarári, EB/Streymur og HB, blivu klár til finaluna í Klaksvíkskappingini leygardagin, tá tey vunnu á ávikavist B36 og KÍ

Leygardagin tjóvstartaði kappingin hjá monnunum í fótbólti, tá árliga Klaksvíkskappingin var á skránni. Hetta er ein kapping millum trý tey ovastu liðini frá farna kappingarári umframt KÍ, so luttakandi liðini í ár vóru HB, EB/Streymur, B36 og KÍ.
Fyri nøkrum vikum síðani var lutakast til kappingina, og her gjørdist greitt, at EB/Streymur og B36 brustu saman í fyrru hálvfinaluni, meðan KÍ tók ímóti føroyameistarunum, HB, í seinna hálvfinaludystinum.

Málmansdropp kostaði
Dysturin millum EB/Streym og B36 byrjaði kl. 12.45, og hvíta havnarliðið fekk eina heldur betri byrjan uppá dystin. Teir høvdu okkurt gott álop tíðliga í dystinum, men so við og við tók EB/Streymur yvir. Teir spældu góðan fótbólt, og til tíðir vístu teir heilt gott spæl, tá teir spældu seg fram eftir vøllinum. Sundalagmenn komu eisini fram til onkrar smærri møguleikar í fyrra hálvleiki, og í onkrum føri vóru teir tætt við at leggja seg á odda.
Stutt undan steðginum bragdaði tó hjá EB/Streymi. Ein bóltur bleiv sendur inn til Ronnie Samuelsen, sum var staddur á miðjum vølli. Hann skuldi senda ein langan bólt inn um B36-verjuna til Arnbjørn Hansen, men bólturin bleiv alt ov langur, og sá út til at enda inni hjá Jákupi Mikkelsen í málinum. Jákup fór tó fullkomiliga skeivur av bóltinum, sum sprakk upp um hann og inn í tóma B36-málið, og so var støðan 1-0 til B36.
Í seinna hálvleiki misti felagsliðið úr Sundalagnum tað mesta av sýnum flogið, og í staðin var tað B36, sum nú setti seg á dystin. Teir royndu av øllum alvi at leggja trýst á EB/Streym, og í onkrum føri vóru teir eisini tætt við at fáa útjavnandi málið. Trýstið hjá B36 gav tó ikki úrslit í hesum dystinum, og endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til EB/Streym. Sostatt bleiv felagsliðið klárt til sína fyrstu finalu í Klaksvíkskappingini nakrantíð.

HB vann á vertunum
Í seinna dystinum møttust KÍ og HB. Her gekk javnt á fyrstu løtuna, og bæði liðini høvdu onkrar smærri møguleikar at leggja seg á odda. Tað vóru tó føroyameistararnir úr HB, sum tóku leiðsluna stutt undan steðginum við einum góðum máli.
Rókur av Fløtum Jespersen kom at standa væl fyri inni í brotsteiginum hjá KÍ. Hann gjørdi ikki mætari enn at smekka til, og bólturin streyk inn við nærmaru stólparót, og so var HB á odda 1-0.
Seinni hálvleikur var tó ikki serliga gamal, so javnaði KÍ. Eitt hornaspark bleiv sent høgt inn fyri málið, og uttarlaga í brotsteiginum tamdi Kaj Ennigarð bóltin, áðrenn hann skeyt ímóti málinum. Bólutinr streyk upp í málhornið, og so var 1-1.
HB gav tó ikki skarvin yvir, og seint í dystinum fingu teir avgerandi málið. Eitt fríspark bleiv sent inn í brotsteigin, og har fekk KÍ ikki rudda bóltin vekk. Hann endaði hjá Kári Nielsen, sum skeyt ímóti málinum. Bólturin tók í ein KÍ-verjuleikara á vegnum og snýtti Meinhard í málinum, og so var HB aftur á odda 2-1. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og sostatt skuldi HB møta EB/Streymi í finaluni.