løgmaður, sum hevur seinasta orðið at siga í slíkum máli, vísir hann á. Løgmaður setir landsstýrismenn og kann eisini loysa teir úr starvi. Og hendir tað, at ein landsstýrismaður kemur í ta støðuna, sum oman fyri [...] fyri er nevnd, verður hann í stundini loystur úr starvinum sum landstýrismaður, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Í oddagrein og øðrum greinum í Dagblaðnum hesa vikuna, rekur Óli Breckmann, blaðstjóri [...] hinvegin ætlar hann sær, um hann verður valdur á Fólkating, at møta og í øllum førum halda eina setanarrøðu. Tað er heldur einki óvnaligt í tí, at ein landsstýrismaður ella ein løgmaður verður valdur á Fólkating
eisini at merkjast við, at vit í fyrstu atløgu fáa fleiri skattainntøkur av hægru lønunum. Men hetta er løtuvinningur, og vit eru í stórum vanda fyri at brenna ljósið í báðum endum, sigur Karsten Hansen [...] sannførdur um, at lønarhækkanin er ov stór. Men Karsten, sum hevur síðsta orðið, hevur góðkent, og harvið verður sáttmálin nú settur í gildi. ?Eg havi allatíðina sagt, at maskinmeistararnir kundu fáa tað sama [...] n. ?Teir privatu hava lagt eina linju, og hana vóru vit í hesum førinum noyddir at fylgja, sigur Karsten Hansen. Ov nógv Sum landsstýrismaður í lønar- og fíggjarmálum hevur Karsten Hansen ábyrgdina av
Barnagarður Nógv fólk varð komið saman í nýggja barnagarðin við Sundsvegin í Havn fyrrapartin í gjár. Fyrst var tað Jens Wang, projektleiðari, ið bjóðaði vælkomin, og serliga til børnini, tí barnagarðurin [...] segði Jens Wang millum annað. Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, Jan Christiansen, borgarstjóri og Heðin Mortensen, sum situr í Mentamálanevndini í býráðnum søgdu eisini nøkur orð og felags fyri teir [...] náttúruna, meðan tann reyði heiti liturin er sami litur, sum í búmerkinum hjá Føroya Tele. Dagstovnurin letur upp í næstu viku við 23 børnum í fyrsta umfarið. Pláss er annars fyri 34 børnum. Sosialurin ynskir
fyri øll í Føroyum uttan tey sløku fimm promillini av Føroya fólki, sum búgva í eysturbygdunum á Sandoynni og so sjálvandi fyri Bakkafrost í Skálavík. Og hetta var ivaleyst stóri trupulleikin í mai hjá [...] linjuføringina. Tá tað gjørdist greitt, tók løgmaður orðið og lovaði at kanna alternativu linjuføringina gjølla, áðrenn málið bleiv borið aftur í løgtingið. Hetta tóktiskt bæði skilagott, semjusøkjandi [...] aður leikur í einum longum talvi. Tí avgerðin um Skarvanes er langt síðan tikin, á einum hægri stað, og hon skal eyðsæð ikki broytast. Tíðin skuldi bara brúkast til at reka løgtingslimir í rætt. Tí ístaðin
tykist vera orðið fyri bæði fólk og vørur í almennum og privatum høpi. Júst hetta at tosa seg burtur frá kjarnini í málinum er vorðið rákgongdin. Tað eru yvirskriftirnar, sum hava verið í tíðindunum seinastu [...] skuldu í tímum, minuttum og sekundum vísa, hvussu langa tíð, persónliga røktin av okkara veiku og gomlu tekur. Eg fái meg als ikki til at taka upp aftur einstøku mátingarnar, sum blivu reksaðar upp í útvarpinum [...] havi tosað við, vistu onki um hesa kanning. Kanningin hevur gingið fyri seg í duldum. Síggi fyri mær leiðara standa við stopp-uri í hondini, meðan røktari arbeiðir sum eitt ørt! Hann náði okkum fyri ein atburð
hjá borgarunum inn í almenna kjakrúmið nú munandi lægri. Tað er lættari at trína inn og luttaka. Fleiri og fleiri taka av møguleikanum. Partapolitisku bløðini Føroyski miðlaheimurin í seksti- og sjeytiárunum [...] sjeytiárunum var munandi øðrvísi, enn vit kenna til í dag. Flestu bløðini vóru framvegis í politiskum hafti, sum sjálvandi ávirkaði tilfarið, ið var borðreitt lesarunum. Tað kom mest sum ikki fyri, at politisk [...] politisk mál vóru lýst úr tveimum ymiskum sjónarhornum, sum er ein av hornasteinunum í journalistikki í dag. Meginreglan um uttanveltaðan tíðindaflutning hevði ikki fastatøkur. Flokspolitisku bløðini vóru heldur
ikki minst politikkarar, sum ikki vilja tippa tey hol sum eru í lógum okkara. Tað er í dag fleiri reiðarar, sum klára seg væl og hava ikki áhuga í verkbannið, bara fyri at forvinnað meira. Men hava eina vinnu [...] Hvar er peningurin nú, um hann ikki er í reiðarínum? Tit hava ikki sett á stovn t.d. trygdargrunn – oljugrunn- hjálpargrunn, ella nakað, sum kann standa í móti við í verri tíðum, sum altíð koma og fara innan [...] hesum, er at eitt miðal skip (ein partrolari) brúkar ca. 200 ferðir meir í olju, enn eitt vanligt húsarhald hvørt ár. Nei, tit í reiðarafelagnum. Gjaldið sjálvir tykkara útreiðslur. Kunnu tit ikki tað,
Niclasen, kunngjørdi fyrst, at hjá monnum var tað Rúni Weihe í ÍF, og síðani, at hjá kvinnum var tað Birgit Guttesen í SÍ. Aftaná fingu vit orðið á tey bæði, ið vóru sera fegin um heiðurin: – Eg havi roynt [...] eftir fleiri ár í Norra aftur hevur spælt eitt ár í føroyskum flogbólti. – Jú, tað hevur gingið væl. Tað kann eg nokk ikki lúgva meg frá, staðfestir hann. Fyrstu ferð Hetta kappingarárið í flogbólti hevur [...] Guttesen somuleiðis verið ein markantur spælari á kvinnuliðnum hjá SÍ, sum frá í fjør at vinna sítt fyrsta meistaraheiti, í ár tók bæði meistaraheitið og vann steypafinaluna. – Hetta er ordiliga deiligt
i átti at ligið í málinum. Nevndin varðar av Kvøldskúlanum, sum hevur innivist í bygninginum. Men lat tað fara, tí niðurstøðan hevði helst verið tann sama. Hetta hóast Kvøldskúlin er í sera trongum skóm [...] ógreitt orðað. Spurnartekin kann setast við málsviðgerðina. Og orðaskiftið í býráðnum var avsporað. Lat meg taka tað síðsta fyrst. Í býráðssalinum sótu eini 50 eldri medborgarar. Tað er ein borgararættur at [...] at politikkararnir lótu seg merkja av hesum, tí eitt skilagott orðaskifti fekst ikki í lag. Hvørki um orðaljóðið í samtyktini ella um mannagongdina. Eingin ivi er um, at tað ávirkaði, at eitt býráðsval
orðaskiftinum var rættiliga ófriðarligt í tingsalinum og tá ið John Johannessen hevði orðið, vóru harðligar viðmerkingar at hoyra frá tingfólki í salinum. Tað er heilt óvanligt í orðaskifti á Føroya Løgtingi, men [...] Formansskapur - Løgtingsformaðurin er partískur. Tað heldur formaðurin í javnaðarflokkinum í tingi. Kristian Magnussen sigur, at javnaðarflokkurin er so ónøgdur við arbeiðsháttin hjá løgtingsformanninum [...] tjóður frá tingformanninum, enn onnur, er tað greitt, at eitt, sum hann hevur í huganum, er orðaskiftið á løgtingið tann eina dagin í farnu viku, har John Johannessen, tingmaður javnaðarfloksins varð kallaður