Tíðirnar broytast, og tað ger almenna kjakið eisini.
Ongantíð fyrr hava so nógvir virknir kjakarar verið sum nú. Orsøkin er einføld. Við samskiftismiðlunum, sum av álvara hava vunnið frama seinastu árini, er gáttin hjá borgarunum inn í almenna kjakrúmið nú munandi lægri. Tað er lættari at trína inn og luttaka. Fleiri og fleiri taka av møguleikanum.
Partapolitisku bløðini
Føroyski miðlaheimurin í seksti- og sjeytiárunum var munandi øðrvísi, enn vit kenna til í dag. Flestu bløðini vóru framvegis í politiskum hafti, sum sjálvandi ávirkaði tilfarið, ið var borðreitt lesarunum. Tað kom mest sum ikki fyri, at politisk mál vóru lýst úr tveimum ymiskum sjónarhornum, sum er ein av hornasteinunum í journalistikki í dag. Meginreglan um uttanveltaðan tíðindaflutning hevði ikki fastatøkur. Flokspolitisku bløðini vóru heldur brúkt sum stríðsamboð hjá politisku flokkunum heldur enn at virka sum óheftir tíðindamiðlar. Um lesarin vildi gera sær sakliga meting av einum máli var neyðugt at lesa fleiri bløð, og síðan koma til eina niðurstøðu.
Dagblaðið var knýtt at Fólkaflokkinum, Dimmalætting at Sambandsflokkinum, Sosialurin at Javnaðarflokkinum, 14. September at Tjóðveldisflokkinum og Tingakrossur at Sjálvstýrisflokkinum. Í hvørjum blað var hjúklað um eina – bara eina – politiska hugsjón, og boðskapurin var einfaldur. Samfelagmál, heimspolitikkur, mentan og tjóðskaparmálið varð taglað eftir einum politiskum karmi, alt eftir hvat blað, talan var um. Blaðstjórarnir høvdu undir hesum umstøðunum fríar teymar at røkta sína politiska ideologi og kundu hava hondina yvir kjakinum, sum fór fram í sínum blað.
At skriva lesarabræv var meira tignarligt fyrr. Tað vóru ikki øll, sum góvu sína meining til kennar – kanska serliga, tí tað tók ofta fleiri dagar, áðrenn greinar og lesarabrøv komu fram. Tilgongdin var ov drúgv, tú noyddist á posthúsið við lesarabrævið, har tað síðan varð borið víðari, og blaðstjórar kundu – og kunnu enn - velja og vraka millum tilfarið, sum kom inn. Munurin er nú, at bløðini, Sosialurin og Dimmalætting, skulu eitast at vera politisk óheft.
Tøkniliga framgongdin hevur verið øgilig seinastu áratíggjuni, og tað hevur kollvelt samskiftisheimin. Samskiftismiðlarnir hava togað allar borgarar, verkafólkini og politikarnar, inn í sama kjakrúm – fjarstøðan er minkað, tí øll hittast á jøvnum føti.
Stóra skerjingin av fjarstøðuni millum borgarar hevur havt við sær, at tað eru fleiri, sum tak lut í kjakinum. Spurningurin er, hvørjir fyrimunirnir og vansarnir eru við, at øll hava upplagdan møguleika at geva sína meining til kennar. Orðaskiftini á samskiftismiðlunum hava fingið fastartøku í samlaða almenna rúminum, og traditionellu miðlarnir – útvarpið, sjónvarpið og bløðini – varpa stundum ljós á kjakið, sum er á Facebook og aðrastaðni.
Tað er nú ikki neyðugt at bíða tvey samdøgur eftir aftursvari til lesarabræv, sum er fest á blað. Lesarabrævið verður skrivað og fær pláss á alnetinum, har øll kunnu viðmerkja greinina í somu stund, hon er komin út. Har eru eingir redaktørar, sum finnast at tínum máliburði, og eingin, sum lúkar tína meining burturúr. Orðið er frítt, og talufrælsið er óskert. Av somu orsøk verður ofta ført fram, at broytta atferðin brýtur niður múrin millum dygdargóða og virðisleysa kjakið.










