Barnagarður
Nógv fólk varð komið saman í nýggja barnagarðin við Sundsvegin í Havn fyrrapartin í gjár.
Fyrst var tað Jens Wang, projektleiðari, ið bjóðaði vælkomin, og serliga til børnini, tí barnagarðurin er jú teirra.
? Vit kunnu gleðast um tað, sum fyri nærum tveimum árum síðani byrjaði sum eitt kaffiprát, nú er veruleiki, og hetta er ein søguligur dagur í søguni hjá ikki bara Føroya Tele, men yvirhøvur. Hetta er fyrstu ferð eitt partafelag hevur stovnað egnan barnagarð, og eru vit ógvuliga glað og eisini stolt um nýggja stovnin, segði Jens Wang millum annað.
Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, Jan Christiansen, borgarstjóri og Heðin Mortensen, sum situr í Mentamálanevndini í býráðnum søgdu eisini nøkur orð og felags fyri teir allar var, at teir fegnaðust um góða samstarvi millum Føroya Tele og kommununa, og at barnagarðurin nú endiliga var liðugur.
Bartal fingið pláss
13 mánaðar gamli Bartal var eisini til samkomuna í gjár saman við foreldrunum Jan Petersen og Tórun Skaalum Petersen. Bartal var tann, sum saman við pápanum fekk heiðurin at taka løriftið av skeltinum har navnið á nýggja barnagarðinum stóð.
? Vit eru ógvuliga glað fyri hetta, siga foreldrini hjá Bartal. ? Hetta er avgjørt ein fyrimunur, tí annars hevði Bartal ikki fingið pláss fyrr enn í 2003, men av tí, at Jan arbeiðir hjá Føroya Tele, fingu vit so pláss her.
"Kært barn...
... har mange navne" verður sagt. Og nógv nøvn høvdu eisini verið uppi og vent í sambandi við, at navn skuldi finnast til stovnin.
Ein kapping var útskrivað millum starvsfólkið hjá Føroya Tele og starvsfólkið á stovninum, og nógv uppskot komu fram, sum vóru bæði uppfinnsom og skemtilig.
Men tað varð stovnsleiðarin, Durita Dam, ið saman við manninum hevur funnið fram til tað, ið barnagarðurin skal eita ? nevniliga Kurl@. Onnur nøvn, sum annars eisini høvdu verið uppi og vent vóru til dømis "Støðin", barn.fo, Tórslætti og Andrassarstova eftir Andrasi Róin, stjóranum á Føroya Tele.
Tó varð tað ein samd navnanevnd, ið helt, at dagstovnurin skuldi eita Kurl@. Føroya Tele er jú ein stovnur, ið fæst við samskifti, er kurlan jú eitt av teimum teknunum, ið verður brúkt mest av, tá talan er um samskifti. Eisini helt navnanevndin, at hetta var eitt ógvuliga fitt navn, sum angar av framtíð, og børnini eru jú framtíðin. Dagstovnurin ynskir eisini at menna og røkja føroyska málið og hildið varð, at hetta orðið eisini er við at menna og røkja málið.
Eitt skiltið varð gjørt at hanga upp. Kurl varð skrivað við grønum, meðan @´ið var skrivað við reyðum. Hesir litirnir hava eisini súmbolskan týdning. Grøni liturin er fyri náttúruna, meðan tann reyði heiti liturin er sami litur, sum í búmerkinum hjá Føroya Tele.
Dagstovnurin letur upp í næstu viku við 23 børnum í fyrsta umfarið. Pláss er annars fyri 34 børnum.
Sosialurin ynskir Føroya Tele og Tórshavnar Býráð hjartaliga tillukku við nýggja dagstovninum.