Formansskapur
- Løgtingsformaðurin er partískur.
Tað heldur formaðurin í javnaðarflokkinum í tingi.
Kristian Magnussen sigur, at javnaðarflokkurin er so ónøgdur við arbeiðsháttin hjá løgtingsformanninum, at hann nú fer at gera vart við tað.
Sostatt fer javnaðarflokkurin nú at senda formansskapinum í Løgtinginum eina skrivliga viðmerking um støðuna og har hann fer at gera vart við sína misnøgd.
Tað, sum Javnaðarflokkurin er misnøgdur við, eru tær sømdir, sum tinglimir fáa, tá ið teir eru á tingsins røðarapalli.
- Løgtingsformaðurin er formaður fyri alt tingið og tí eigur hann eisini at viðgera allar tinglimir eins, sigur Kristian Magnussen.
Men tað er júst tað, sum hann heldur, at Løgtingsformaðurin ikki ger.
-Vit halda, at summi tingfólk fáa longri tjóður, tá ið tey standa á tingsins røðarapalli, enn onnur tingfólk fáa, sigur hann
Hann heldur sostatt, at tað er ymiskt, hvussu nógv summi tingfólk kunnu loyva sær at siga og, hvønn málburð, tey kunnu brúka.
- Summi kunnu loyva sær at kalla hvat sum helst, uttan at verða átalað, men onnur fáa neyvan latið munnin upp, so talar løgtingsformaðurin at.
- Tí er tað mítt páhald, at løgtingsformaðurin ikki setir øll tingfólk javnt.
Kristian Magnussen vil tó ikki seta nøvn á tey tingfólk, sum hann heldur, fáa betri sømdir frá formansskapinum enn onnur.
Fór út um umark
Akkurát hvat fer at standa í brævinum til formansskapin, fær hann ikki sagt nakað um enn, tí fyrst skal tingmanningin tosa saman um málið.
Hann heldur ikki, at brævið verður skrivað sum ein beinleiðis klaga, men tað verður í øllum førum skrivað sum ein viðmerking frá javnaðarflokkinum til arbeiðsháttin hjá formansskapinum.
Hóast Kristian Magnussen ikki vil seta nøvn á tey tingfólk, sum hann heldur, fáa longri tjóður frá tingformanninum, enn onnur, er tað greitt, at eitt, sum hann hevur í huganum, er orðaskiftið á løgtingið tann eina dagin í farnu viku, har John Johannessen, tingmaður javnaðarfloksins varð kallaður gleðisgenta, sum er ein hora og har tað varð spurt, um Løgtingið ikki kundi útvegað honum ein innleggingarseðil til psykiatrisku deild.
Undir hesum orðaskiftinum var rættiliga ófriðarligt í tingsalinum og tá ið John Johannessen hevði orðið, vóru harðligar viðmerkingar at hoyra frá tingfólki í salinum.
Tað er heilt óvanligt í orðaskifti á Føroya Løgtingi, men kortini talaði løgtingsformaðurin ikki at.
Og Kristian Magnussen heldur, at hesa ferðina megnaði Løgtingsformaðurin ikki at forða fyri, at orðadrátturin fór út um mark.
-Tað er hansara uppgáva at syrgja fyri, at orðaskiftið ikki fer út um mark, men tað megnaði hann ikki í hesum føri.
Men hann leggur dent á, at tað var ikki bara henda dagin, at Kristian Magnussen heldur, at summir tinglimir hava fingið betri sømdir frá løgtingsformanninum enn onnur, tí tað eru onnur dømi eisini.
Fær vanliga viðgerð
Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevur als ongar viðmerkingarnar til páhaldið frá javnaðarflokkinum um, at allir tinglimir verða ikki viðgjørd eins.
Tað einasta, hann sigur, er, at fær formansskapurin eitt bræv frá javnaðarflokkinum, fer tað at fáa tað viðgerð í formansskapinum, sum tað eigur at fáa og so fær javnaðarflokkurin eitt svar.