kanning og meting av vegnum. Fólk frá Landsverkfrøðinginum í Suðuroy kannaði vegin, greiðir Heini á Borg frá. Og tann kanningin vísti, at vegurin er í so ringum standi bæði so og so, at har er einki hjá einum [...] Kommuna eisini taka ávís fyrivarni, tí festaraviðurskiftini í Fámara eru eitt sindur ógreið. Tað er nevniliga so, at eingin festari er í Fámara í løtuni. Gamli festarin hevur sagt festið frá sær, og eingin [...] Edvard Joensen Fámara: Nakrar dagar fyrst í september varð mjólkin ikki heintað í Fámara. Orsøkin var, at vegurin er so ringur, at tað var mett beinleiðis hættisligt at lata mjólkarbilin koyra eftir honum
tað er eisini hent í fleiri førum. Eisini í Suðuroy hevur spurningurin verið viðgjørdur. Men nú tekur Tvøroyrar Kommuna eitt ítøkiligt stig fyri at reisa spurningin ímillum borgararnar í kommununi. Og helst [...] manna um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroynni. Á býráðsfundi í seinastu viku, samtykti Tvøroyrar Býráð at at senda út spurnarbløð til allar veljarar í kommununi við nøkrum spurningum um kommun [...] ímillum 1300 og 1400 veljarar í Tvøroyrar Kommunu í næstum at fáa spurnarblað frá kommununi, har tey verða biðin um at siga sína hugsan um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Suðuroynni. Kristin Michelsen
landið yvir 100 milliónir krónur í mistum skattainntøkum. Tað staðfestir Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, og formaður í Kommunufelagnum. Nú valstríðið til løgtingsvalið er í hæddini, er tað eitt av fremstu [...] yvirlitið vísir, verða tað kommunurnar í Sandoy og í Suðuroy hart raktar, tí tær hava lutfalsliga flestar pensjónistar. – Hetta eru frammanundan tey veikastu økini í landinum og bara hjá Suðuroynni verður [...] tað tær lægri inntøkurnar lutfalsliga harðast, tí øll rinda sama prosent í skatti, og sostatt verða tað teir veikastu borgararnir í landinum, sum verða harðast raktir. Dennis Holm sigur, at verur 2019 tikið
serliga til Suðuroyar. Tað hevur leingi ligið í kortunum, at farið verður undir tunnil til Sands í allarnæstu framtíð, helst í 2008. Men nú heldur meirilutin í fíggjarnevndini, at landsstýrið eigur at fara [...] gera undirsjóvartunnil úr Sandoy til Suðuroy fyri eina góða milliard og hetta er ikki stórt meiri enn raksturin av Smyrli í góð 10 ár. Tó at eitt sindur kemur innaftur í inntøkum. - Tí er tað ein spurningur [...] spurningur, um vit hava ráð at lata vera at gera undirsjóvartunlarnar til Suðurøkið í Føroyum, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini. Hann vísir eisini á, at har undirsjóvartunlar eru gjørdir, varð talan um rutur
Smyril Line at leggja at í Suðuroy av og á, men tað verður aldrin annað enn ein neyðloysn. Samstundis skal Smyril í dokk annaðhvørt ár, og longu á heysti næsta ár skal hann aftur í dokk. Stjórin á Strandferðsluni [...] á Strandferðsluni. Kommunurnar í Suðuroy hava nú mælt til at Strandferðslan aftur fer at sigla ímillum Suðuroynna og Skotlands, akkurát sum Strandferðslan gjørdi fyrr í tíðini. Og Hilmar Eliasen sigur [...] tað er í sigling alla tíðina og í hesum sambandi er tað mest náttúrligt, at sigling upp á Skotlands, verður ein partur av tí. – Skal skipið fáast at bera seg sum frægast, er tað neyðugt, at tað er í sigling
flyta upp í Effodeildina, meðan næstbesta liðið hjá AB og B71 mugu ta tungu leið niður í 2. deild. Í dag verður hugt eftir, hvussu nógv gul og reyð kort liðini hava fingið. Hagtølini siga í øllum førum [...] Kappingarárið í næstbestu fótbóltsdeildini, 1. deild hjá monnum, sang sín svanasong leygardagin, tá ið 27. umfar bleiv avgreitt. Hetta hevur als ikki verið mest spennandi kappingarárið í deildini, tí at [...] førum, at B71 var tað liðið, sum skikkaðu sær verst í 1. deild, tí at sandoyingar fingu flest kort og sektarstig í farna kappingarárinum. So nógv kort fingu liðini: Hvørt gult kort gevur eitt sektarstig, meðan
á uppboði í eitt nú Sørvági, eru stórir trupulleikar at fáa fiskin til Vágs. - Tað kann skjótt taka einar 2-3 dagar, áðrenn fiskurin kemur til virkingar, og slíkum kann vinnulívið í Suðuroy ikki liva við [...] nú ein tíð er frá liðin. Soleiðis, sum skipanin virkar ella ikki virkar í dag, er hetta nærmast katastrofalt fyri vinnulívið í einum parti av landinum, eitt nú Suðuroynni og Sandoynni, umframt at ávísir [...] r, helt hann, at Strandfaraskip Landsins framhaldandi fingu loyvi til eitt nú at koyra farm út í Suðuroy, men her hevur kappingarráðið lagt seg ímillum og sigur, at hetta er kappingaravlagandi. Hann vísir
stigið, sum Skála fekk í dystinum móti B68 í dag. Skálamenn kunnu ikki longur sjálvir avgera um teir flyta upp, men mugu hava hjálp frá øðrum liðnum. Skála spældi í kvøld 1-1 móti B68 í 1.deild. B68 kom á [...] málið hjá Skála var mest umtalaða støðan í dystinum. Skála sendur fríspark frá egnari hálvu inn í brotsteigin, har málverjin ikki megnar at fáa hendurnar á bóltin í nærdysti við ein viðspælara og ein mótspælara [...] á odda tíðliga í dystinum við máli, sum Óli H. Olsen skoraði eftir horna. Skála javnaði fyri hálvleik við umstríddum frísparki, sum Jákup Jacobsen skoraði. - Hetta var ein rótutur dystur, har vit aftur
miðnámsskúlin skal byggjast í Vági, soleiðis sum ætlað. Fíggingin er ikki trupulleikin Ein høvuðstrupulleiki er, hvussu eitt slíkt røktarheim skal fíggjast, tí summar kommunur í Suðuroy er rættiliga illa fyri [...] tilboðnum frá landsstýrinum um at byggja Røktarheim í Vági, verður farið til verka beinanvegin. Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanamálum. Hann sigur, at á fundinum við suðuroyingar [...] suðuroyingar týsdagin, fekk landsstýrið lýst málið fyri kommununum í Suðuroy. Eftir fundin skulu kommunurnar so viðgera støðuna og koma til eina niðurstøðu. Men av tí, at tað eru kommunurnar, sum skulu taka stig
sjálvskrivaður røðari. Eini 220 fólk høvdu leitað sær inn í høllina í Trongisvági í føðingardag at heiðra fyrrverandi stórpolitikaran, tey flestu úr Suðuroy, men annars gestir úr øllum landinum og tey siga sum [...] eygnakrókar við borðini. Áhaldandi stríð í fremstu røð Í røðu síni takkaði Jóannes Eidesgaard javnaðarfloksins vegna, Atla fyri fyri virki og áhaldandi stríð í fremstu røð, har grundstøðið altíð var okkara [...] trøllið og í øllum lutum ein góður kammiratur Jóannes Eidesgaard segði, at tá ið hann legði frá sær sum virkin politikari eftir 23 virkin árum - tey flestu sum løgmaður, var tað meðan alt landið lá í andaleypi