No milk today

Vegurin til fjósið í Fámara er so ringur, at ikki verður hildið ráðiligt at lata mjólkarbilin koyra eftir honum. Úrslitið kann gerast, at mjólkin ikki verður heintað

Edvard Joensen

Fámara: Nakrar dagar fyrst í september varð mjólkin ikki heintað í Fámara. Orsøkin var, at vegurin er so ringur, at tað var mett beinleiðis hættisligt at lata mjólkarbilin koyra eftir honum.

Tað hevur seinastu tvey árini verið klagað um, at vegurin til Fámará er í so ringum standi, at mjólkarbilurin ikki kann koyra eftir honum. Hann er bæði smalur og holutur. Og bæði brekkur og krøpp sving gera hann eisini illa farbaran.

Farmadeildin hjá Strandfaraskipum Landsins í Suðuroy røkir mjólkarflutningin fyri Mjólkarvirkið Búnaðarmanna . Strandferðslan hevur fleiri ferðir gjørt Vágs Kommunu, sum varðar av vegnum, varuga við, at flutningurin fór at verða steðgaður, um ikki skil kom á vegin. Tosað hevur hvørja ferð verið aftur til, at hildið er fram enn eina tíð, sigur Heini á Borg, farmasflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins. Men einki munagott hendi, uttan at vegurin bara versnaði.

Avgjørt varð so at fáa ein óvildugan persón at gera eina kanning og meting av vegnum. Fólk frá Landsverkfrøðinginum í Suðuroy kannaði vegin, greiðir Heini á Borg frá. Og tann kanningin vísti, at vegurin er í so ringum standi bæði so og so, at har er einki hjá einum tangabili at gera.

Millum annað verður sagt í frágreiðingini, sum skrivað varð, at onkustaðni er vegurin bara 2,6 metrar breiður. Bilurin er 2,5 metrar breiður, so har er einki at geva út av.

Avgjørt varð so enn einaferð at gevast at koyra, og hesaferð varð gjørt álvara av, sigur Heini á Borg, farmaflutningsleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins. Aftur varð samband við Vágs Kommunu, sum vildi hava tíð at viðgera málið. Tað er so enn einaferð játtað, sigur Heini á Borg. Hesaferð til mánaðarskiftið komandi. Men so verður ikki koyrt meira, um einki er gjørt við vegin, sigur hann. Og kemur kavi, er so púra knívskorið.

Vegurin til Fámara er gamal uppdyrkingarvegur, sum Vágs Kommuna hevur ábyrgdina av at halda.

Dánjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku Nevnd hjá Vágs Kommunu, sigur, at teir hava viðgjørt málið og ásannað,a t vegurin er í ringum standi. Tó ikki verri enn so, at við góðum vilja og skynsemi kann koyrast eftir honum, hóast hann ikki er sum ein góður landsvegur kortini.

Hinvegin vil Vágs Kommuna eisini taka ávís fyrivarni, tí festaraviðurskiftini í Fámara eru eitt sindur ógreið. Tað er nevniliga so, at eingin festari er í Fámara í løtuni. Gamli festarin hevur sagt festið frá sær, og eingin er settur aftur, verður upplýst av Jarðarráðum. Vágs Kommuna er ikki serliga sinnað at gera nakað stórvegis við vegin, fyrr enn greitt er, um nakað virksemi yvirhøvur verður í Fámara, sigur Dánjal Bjarkhamar.

Eftir stendur so, at er eingin avgerð tikin um festaraviðurskiftini í Fámara áðrenn 1. oktober, verður eingin mjólk heintað úr fjósinum.