Ætlanin at gera undirsjóvartunlar til Sandoyar og Suðuroyar, koma alsamt eitt stig nærri.
Og nú Løgtingið fer at viðgerða fíggjarlógina fyri næsta ár, kann staðfestast, at nú er aftur eitt stig tikið fram ímóti føstum sambandi til Sandoyar- og serliga til Suðuroyar.
Tað hevur leingi ligið í kortunum, at farið verður undir tunnil til Sands í allarnæstu framtíð, helst í 2008.
Men nú heldur meirilutin í fíggjarnevndini, at landsstýrið eigur at fara undir eina samlaða verkætlan fyri ferðasambandið til Sandoyar, Hest, Suðuroy og Skúvoy.
Men her heldur meirilutin, sum er samgonguflokkarnir, at landsstýrið eigur at hugsað um eina alternativa fígging, har serliga rakstrarkostnaðurin til Strandferðsluna verður kapitaliseraður, tvs, umroknaður til pengavirði.
Tí verður mælt til, at landsstýrið ger eitt útgreiningararbeiði fyri at meta um eina alternativa farleið til Sandoyar og Suðuroyar
Kunnu fíggja 2,5 milliardir
Víst verður á, at næsta ár er ætlanin at sigla fleir túrar við Smyrli og tilsamans verða útreiðslurnar til siglingina hjá Strandferðsluna til Sandoyar, Skúvoyar og Suðuroyar, 88,1 milliónir.
- Sleppa vit undan hesi útreiðsluni og gera hana til eina íløgu í undirsjóvartunlar ístaðin, klárar tað at forrenta eina íløgu upp á 2,5 milliardir, tey næstu 20 árini, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at fyri hesa upphæddina ber til at gera fast samband til tær syðru oyggjarnar.
- Vit kunnu eisini ímynda okkum, at um 20 ár skulu vit hava ein nýggjan Smyril.
Anfinn Kallsberg sigur, at tað kostar einar 55.000 krónur fyri kilometurin at gera ein undirsjóvartunnil.
- Sostatt ber til at gera undirsjóvartunnil úr Sandoy til Suðuroy fyri eina góða milliard og hetta er ikki stórt meiri enn raksturin av Smyrli í góð 10 ár. Tó at eitt sindur kemur innaftur í inntøkum.
- Tí er tað ein spurningur, um vit hava ráð at lata vera at gera undirsjóvartunlarnar til Suðurøkið í Føroyum, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini.
Hann vísir eisini á, at har undirsjóvartunlar eru gjørdir, varð talan um rutur hjá Strandferðsluni, sum góvu avlop.
So mikið størri verður vinningurin, tá ið vit hugsa um, at til Sandoy, Skúvoyar, og serliga til Suðuroyar, er talan um rutur, ið geva stórt hall og sum landskassin longu nú brúkar slakar 90 milliónir til, hvørt einasta ár, hóast nakað kortini kemur innaftur í ferðaseðlum.
Hann staðfestir, at tølini eru eitt sindur leyðsliga mett.
Men hann heldur, at perspektivini eru løtt at fáa eyga á og tað er hendan bóltin, vit spæla út nú, og í hesum visjónstíðum sakar tað onki at lufta tankan, leggur hann afturat.
Hann sigur eisini, at hetta er eitt mál, sum er ikki sørt umrøtt í samgonguni.
Annars mælir minnilutin til, at arbeitt verður fram ímóti a bjóða Sandoyartunnilin út í 2008.