(1.deild menn) Venjarin hjá Skála, Eliesar Olsen, er als ikki nøgdur við eina stigið, sum Skála fekk í dystinum móti B68 í dag. Skálamenn kunnu ikki longur sjálvir avgera um teir flyta upp, men mugu hava hjálp frá øðrum liðnum.
Skála spældi í kvøld 1-1 móti B68 í 1.deild. B68 kom á odda tíðliga í dystinum við máli, sum Óli H. Olsen skoraði eftir horna. Skála javnaði fyri hálvleik við umstríddum frísparki, sum Jákup Jacobsen skoraði.
- Hetta var ein rótutur dystur, har vit aftur lata eitt mál inn upp á horna. Tað hava vit gjørt fleiri ferðir í ár. Siðani taka vit yvir og fáa eitt mál, sum kanska er eitt fríspark, sigur Eliesar Olsen, venjari hjá Skála.
Samrøðan við Eliesar Olsen kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.
Júst málið hjá Skála var mest umtalaða støðan í dystinum. Skála sendur fríspark frá egnari hálvu inn í brotsteigin, har málverjin ikki megnar at fáa hendurnar á bóltin í nærdysti við ein viðspælara og ein mótspælara.
- Eg síggi bara, at málmaðurin hjá teimum kemur út eftir bóltinum og dettur, men um brestur saman við einum hjá okkum ella teimum veit eg ikki, sigur Eliesar Olsen.
Eliesar er ikki nøgdur við eina stigið.
- Vit fóru heilt klárt inn fyri at vinna, tí vit hava brúk fyri trimum stigum. Eg eri vónbrotin av at vit bara fáa ta eina stigið í dag. Størsta broytingin fyri okkum er, at vit ikki longur kunnu avgera um vit flyta upp ella ikki. Vit mugu nú vóna at onkur av hinum liðnum missa stig, sigur Eliesar Olsen.
Hóast Skála enn hevur ein møguleika at flyta upp, so er venjarin hjá Skála ikki nøgdur við gongdina í ár.
- Eg eri als ikki nøgdur. Eg metti undan kappingini, at vit høvdu liðið til at flyta upp. Vit hava ikki havt nógvar skaðar, men tað hava verið onnur ting, sum hava spælt inn. Vit fáa tilgongd av einum afturat nú og vit hava tilfarið til at flyta upp, so nú er tað upp til venjarin at vísa hvat hann dugur, sigur venjarin sjálvur við einum brosi.
1. deild menn:
Skála-B68 1-1 (1-1)
0-1: Óli H. Olsen 14.
1-1: JákupJaobsen 39.
Støðan:
1. HB 42
2. B68 41
3. FC Suðuroy 37
4. Skála 36
5. B36 33
6. Víkingur 33
7. KÍ 26
8. EB/Streymur 23
9. TB 23
10. B71 14
TB og B71 hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir
23. umfar:
Sunnudagin 1. september
KÍ-FC Suðuroy
B68-TB
EB/Streymur-Víkingur
HB-Skála
B71-B36










