Flutningur
- Ja, eg angri í dag, at eg havi verið við til at privatiserað Farmaleiðir á henda hátt, nú vit hava sæð, hvussu flutningsviðurskiftini hjá ymiskum pørtum av landinum hava verið síðan privatiseringina. Vit fingu at vita, at eitt nú Suðuroyggin og Sandoyggin ikki skuldu gerast verri fyri, men hetta hevur als ikki hildið "stand".
Hetta sigur Jóhan Dahl, løgtingsmaður og vinnulívsmaður, sum í samgonguni hevur verið við til at privatiserað farmaflutningin á landi.
- Eg haldi, at vit sum lóggevandi myndugleiki eiga at eftirmeta hesi viðurskifti, nú ein tíð er frá liðin. Soleiðis, sum skipanin virkar ella ikki virkar í dag, er hetta nærmast katastrofalt fyri vinnulívið í einum parti av landinum, eitt nú Suðuroynni og Sandoynni, umframt at ávísir partar av útjaðarunum eru vorðnir munandi verri fyri.
Okkurt má gerast
Jóhan Dahl heldur, at antin má avtala gerast við verandi flutningsfeløg um tey økir, sum eru vorðin rakt av broytingunum ella má flutningurin bjóðast út, soleiðis at hesi økir kunnu fáa eina skipan, sum er nøktandi.
- Tað er hon als ikki í dag, leggur hann dent á.
Løgtingsmaðurin og vinnulívsmaðurin sigur, at tá ið Farmaleiðir vórðu privatiseraðar, helt hann, at Strandfaraskip Landsins framhaldandi fingu loyvi til eitt nú at koyra farm út í Suðuroy, men her hevur kappingarráðið lagt seg ímillum og sigur, at hetta er kappingaravlagandi.
Hann vísir á, at tá ið eitt nú Palm Seafood, sum hann eisini hevur við at gera, keypir feskan fisk á uppboði í eitt nú Sørvági, eru stórir trupulleikar at fáa fiskin til Vágs.
- Tað kann skjótt taka einar 2-3 dagar, áðrenn fiskurin kemur til virkingar, og slíkum kann vinnulívið í Suðuroy ikki liva við, sigur hann.
Neyðug eftirmeting
Jóhan Dahl heldur, at myndugleikarnir noyðast at hyggja upp á hesi viðurskifti og onkusvegna laga tey soleiðis, at til ber eisini at reka vinnu í útjaðaranum.
- Antin mugu vit fáa eina hóskandi privata skipan við flutningi ella noyðist tað almenna at sleppa upp í part aftur.
Løgtingsmaðurin sigur, at tað er ikki bara hann, sum er misnøgdur við avleiðingarnar av hesi privatisering, men tað eru eisini aðrir politikarar, sum síggja í eyguni, at nýggja skipanin als ikki virkar soleiðis, sum ætlanin var.
- Eg eri ikki bangin fyri at ásanna, at skipanin ikki virkar soleiðis, sum eg væntaði, hon fór at gera. Kanska er tað forarbeiði, sum gerast skuldi, ikki nóg væl gjørt, sigur hann.
Løgtingsmaðurin og vinnulívsmaðurin sigur, at hava myndugleikarnir samtykt eina lóg, sum ger, at vinnulívið í ávísum pørtum av landinum ikki kann fungera, er neyðugt at taka málið uppaftur til eftirmetingar.
- Samgongan arbeiðir við hesum, og eg vóni, at vit fáa eina loysn, sum vinnulív, handilslív og fólk annars kunnu liva við, sigur Jóhan Dahl.