sjálvandi mong viðurskifti, sum hann setir spurnartekin við, eitt nú um tað er rætt at taka oljuna upp á land í Føroyum. Hetta er nakað, sum hann ætlar at kunna seg við undir vitjanini í Noregi. Somuleiðis vil [...] hesum útviklingi. Tað er neyvan heldur uttan grund, at norðmenn hava lagt oljudirektoratið í Stavanger og oljuumsitingina í Oslo. Hetta er ein spurningur eg ætli at seta, nevniliga um umsitingin bara skal [...] Vit mugu gera alt fyri at sleppa undan smáum ósemjum. Er tað nakað, sum oljufeløgini ræðast, so er tað klandur, og ein hevur varhugan av, at er talan um klandur í einum øki, so halda oljufeløgini seg bara
trúð! Tað vísur at ein breidd er á liðnum, og at aðrir spælarar duga eisini, men mín meting er, at um Ingi Olsen og Áki Olsen verða tiknir av liðnum, so er liðið ikki betri enn hini. VÍF hevur longu avgreitt [...] hevur ikki verið til annað, enn at fáa felagið at koyra. Og tað er stórt spell, tí skal ungdómurin ikki velja aðrar ítróttargreinar fram um, so er neyðugt at onkur gularót er at stremba eftir, sigur Palli [...] og tað er ikki við til at betra um kappingina. Tað er avgjørt vandi á ferð við manshondbóltinum. Suðuroyggin hevur einki manslið og nú fóru Norðoyggjar eisini. Nógvastaðni í Eysturoynni er heldur einki
bátunum og gleðast um, at okkurt nýtt farið er komið til bygdina síðani seinast. Tað sum vit nú eru sera spent um, er sjálvandi hvussu gongur við okkara flakavirki, nú tað loksins er farið í gongd aftur [...] eru eitt serstakt fólkaslag« verður onkuntíð tikið til av øðrum og tað er kanska nakað um tað. Tað er ein ung bygd, og fólkið er komið ymsastaðni frá at festa búgv. Tað hoyrist kanska best á málinum, sum [...] hvat er hitt stóra boðið í lógini?« Hann svaraði honum: »Tú skalt elska Harran Guð av øllum hjarta tínum, at allari sál tíni og av øllum huga tínum«. Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. Men annað er hesum
landsstadion krevst Eisini vita vit, at tað er meðan jarnið er heitt, at smíðast skal, og soleiðis er tað eisini í ítróttarheiminum. Ikki minst, tá talan er um at fíggja ítrótt og ítróttarligt virksemi, [...] kann Tórsvøllur - bara í sjálvari byggitíðini, sum er minni enn trý ár - garantera tí almenna ikki færri enn 10,2 mió. krónur í inntøkum. Fyrst er talan um 5,2 mió. krónur í MVG og 2,6 mió. krónur í landsskatti [...] enda. Eitt tað besta dømið er ferðavinnan, sum longu frammanundan sær stórar møguleikar í tí sannroynd, at ítróttur er besta reklama, Føroyar kunnu fáa nakrastaðni. Og hetta er enntá alt samalt ókeypis reklama
kreppan er av, og at fólkatalið í Føroyum veksur aftur. Tað kann væl vera, tá talan er um Havnina, men á Tvøroyri eins og aðrastaðir er støðan alt annað enn góð: fólk flyta vegna skattatryst, óstøðugt arbeiði [...] sum kom við umsókn um fríhavn. Hvar endaði tann umsóknin? Í samband við eina møgulig oljuvinnu er upplagt, at Suðuroyggin er best egnað sum útgerðar-, goymslu- og arbeiðsøki. Her er stytsta leið og flestu [...] fyri loysing, men Tjóðveldisflokkurin er ongantíð komin við, hvussu loysingin kann fíggjast ella hvat so, tí kann við vissu sigast, at hann er ikki komin longur enn tjakið var fyrst í øldini: tjóðskapur
Tann útbjóðingin skuldi latast upp 3. oktober. Stórur áhugi er fyri hesum nýggja økinum, men enn er einki upplýst um, hvussu nógv feløg hava søkt um at vera við. Ein spurningur, sum kann taka seg upp og forða [...] við Føroyar skuldi bjóðast út tíðliga í 1998. Spurningurin er so um marknatrætan við Bretland kann vera við til at útseta eina útbjóðing. Hetta er nakað, sum ikki minst fleiri av oljufeløgunum bera ótta fyri [...] Arne Poulsen, at ein partur av hesum arbeiðinum er longu gjørdur. Hann vil tó ikki siga, hvussu langt málið er komið. Hann váttar tó, at tá oljulóggávan er komin í tingið og samtykt, so skuldi ikki gingið
fram síðani 1863, tó eru heims-kríggini bæði undantøk. Hetta er tað 58. landið, ið heilt avskaffar deyða-revsing, hetta er meir enn helvtina meir enn tað var fyri einans 15 árum síðani. 15 onnur lond avskaffaðu [...] ódnarátæk, hetta sæst m.a. aftur í, at tað í meðal er meir enn eitt land um árið, tey siðstu 20 árini, ið avskaffar deyðarevsing. Serstakliga vit í ?humana? Vesturheiminum kunnu ávirka, - tí átti hetta verið [...] a. krígs-brotsverk. Umframt hetta eru í minsta lagi 27 onnur lond/øki, ið verða roknaði, sum um tey høvdu avskaffa deyðarevsing, ið og við at ongin er avrættaður í meir enn tíggju ár/ella høvdu bundið
Jensen, at munur er á, tí presturin á Gjarðanesi hevur bara fingið tilsamans 9.000 krónur frá sínum fýra kirkjuráðum tilsamans í fimm ár. Hetta er ikki so, sigur Jógvan Fríðriksson, sum er bangin fyri, at [...] Tað er einki nýtt, at ringt samstarv er millum kirkjuráðið í Norðoya vestara prestagjaldi og sóknarprestin í Klaksvík. Soleiðis hevur verið í áravís. Henda ósemja kemur týðliga til sjóndar í Norðlýsinum [...] ger viðmerkingar til greinina í blaðnum vikuna frammanundan, tá sóknarpresturi kærdi seg um, at kirkjuráðið er so pírið við hann. Hvat ósemjan í veruleikan bygir á, fæst ikki at vita. Í seinastu viku segði
onkrum máli.- Tá val er, tosa politikarar um grundsjónarmið og aðrar flokspolitiskar ideologiir, men tá teir fara til verka í tinginum, er talan um realpolitik, og tá tagnar alt tos um ideologir, sigur Finnbogi [...] rópar harðast um grundsjónarmið og flokspolitiska hugsan, tá útvarpið ella sjónvarpið er til staðar, ikki hava realpolitiska ávirkan í tinginum. Fólk vita einki um arbeiðið á tingi Tað er spell at fólk [...] torført tað er at seta sær fyri og halda eina politiska kós. - Eg eri sannførdur um, at tað ber til at flyta samfelagið. Um eg nú fari at gevast í politikki,so havi eg fingið eina barlast, sum er góð at hava
júst til hetta høvið. Tónaskaldið, sum heitt var á, er ein dani við føroyskum blóði blandað uppí. Hann eitur Niels Præstholm og er sera virkin bassleikari. Verkið er skrivað til bólkin Embla, sum er samansettur [...] afturat. Embla Navnið Embla er úr norrønu gudalæruni og er heitið á fyrstu kvinnuni sambært norrønu mytologiini. Tú fert at hugsa um bólkin Yggdrasil, har okkara egni Kristian Blak er við. Til felags hava bólkarnir [...] annað, er ilt at siga. Tað er av tí sama heldur ikki av tilvild, av nøvnini á bólkunum báðum er norrøn. Niels Præstholm og Embla eru stuðlað av NOMUS, tí norðurlendsku tónleikanevndini, og tað er helst